hósdagur 5. september 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. september 2013 · Nr. 102
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fróði 75 ferð fyri Føroyar
Um 35 ára gamli liðformaðurin tekur eitt tørn aftrat á landsliðnum er møguleiki fyri, at hann
næsta ár fer at taka dystarmetið, ið er teir 83 landsdystirnir, sum Óli Johannesen spældi
ítróttur fótbóltur
Jóannes Hansen
Tá ið fótbóltslandsliðið klokk
an 4 seinnapartin í dag fer á
Astana Arena í kasakstanska
høvuðsstaðnum
Astana,
verður tað 75. ferðin, at Fróði
Benjaminsen fer at umboða
føðilandið í fremstu røð í fót
bólti.
Tað er bara ein føroyskur
spælari, sum hevur verið so
ofta á landsliðnum. Tað er
Óli Johannesen, sum eigur
dystarmetið. Gamli liðfor
maðurin, sum nú er 41 ára
gamal og framvegis umboðar
barndómsfelagið, TB, hevur
spælt 83 landsdystir. Síðsta
ferðin, Óli var á landsliðnum,
var 6. juni í 2007, tá ið Skot
land vitjaði og fór avstað við
2-0 sigri. Óli var á vøllinum í
36 minuttir, so noyddist hann
skaddur av vøllinum. Marni
Djurhuus loysti hann av, og
merkisvert var tað, at eitt
lítið korter undan leikloki
fór Marni av vøllinum, og
í hansara stað kom Símun
Samuelsen.
Ta
ferðina
var
Fróði
Benjaminsen, sum tá um
boðaði B36, millum liðfelagar
nar hjá Óla. Tað var 43. ferðin,
at Fróði var á landsliðnum.
Síðani hevur landsliðið spælt
40 altjóða skrásettar dystir,
og Fróði Benjaminsen hevur
verið fastur maður á liðnum.
Onkra
einstaka
ferðina
hevur hann givið avboð til
vinardystir, og onkra ferðina
hevur hann verið leikbann
aður.
Eftir dystin í kvøld fæst
at síggja, um Fróði verður
liðformaður týskvøldið, tá ið
týsku heimsstjørnurnar fara
at vitja á Tórsvølli. Um Fróði
ikki verður fremstur í før
oysku røðini týskvøldið, so
verður tað tí, at hann annað
hvørt verður skaddur í dag
ella tí hann sær gula kortið.
Hann hevur eitt gult kort á
kontuni í hesi undankapp
ingini, og tí verður hann leik
bannaður, um hann sær gult
í dag.
Metið
Spurningurin
er
so,
um
Fróði fer at taka metið upp
á 83 landsdystir, sum Óli
Johannesen hevur átt sein
astu stívligu seks árini. Um
framt dystin seinnapartin
í dag eru tríggir dystir á
heimavølli á skránni í heyst.
Teir eru ímóti Týsklandi týs
dagin, og ímóti Kasakstan
og Eysturríki ávikavíst 11. og
15. okobter. Um Fróði verður
við í øllum dystunum, so fer
hann í vetrarfrí við 78 lands
dystum á kontuni, og so resta
fimm dystir í fyri at leggja
seg upp á síðuna á Óla og
seks fyri at taka metið.
Fróði
er
føddur
14.
desember 1977. Hann verður
36 ár um eitt fjórðingsár, og
harvið er tað einki at ivast
í, at hann fer ikki at spæla í
fremstu røð í nógv ár aftrat.
Hjá málverjum er 36 ár eingin
aldur, men tað eru ikki so
nógvir útispælarar, ið megna
at vera á landsliðnum, tá ið
teir hava rokkið so høgum
fótbóltsaldri. Av upplagdum
orsøkum megna teir ikki at
halda høga leikliga støðið,
ella eru teir so mikið skaða
plágaðir, at tað gongur út
yvir venjingarstøðuna og
harvið leikliga støðið.
Soleiðis sum Fróði hevur
spælt í ár, so kennist tað
vera upp til hann sjálvan at
gera av, um hann skal vera
á landsliðnum í EM undan
kappingini, sum tað verður
farið undir næsta heyst.
Síðsta EM undankappingin
var í 2010 og 2011. Tá vórðu
fimm undankappingardystir
spældir fyrra árið. Um tað
eisini verður soleiðis hesa
ferð, og um Fróði verður við
í øllum dystunum fram til
ársenda næsta ár, so verður
tað um reppið, at hann fer at
taka metið í 2014. Tað valdast
eisini, um nakar vinardystur
verður í 2014.
Markantur liðformaður
Síðani
Jákup
Miikkelsen
gavst á landsliðnum, hevur
Fróði
Benjaminsen
verið
liðformaður.
Hann
er
sjálvskrivaður
sentralur
miðvallari. Tað er ikki ein
spurningur, um Fróði skal
vera millum teir fyrstu ellivu,
men spurningurin er heldur,
hvørjir skulu manna sentralu
ódnirnar saman við honum.
Seinastu
mongu
árini
hevur Fróði verið millum
størstu profilarnar í føroysku
kappingini, og hann hevur í
mong ár verið millum berandi
kreftirnar á landsliðnum.
Hann er treystur, sterkur í
nærdystunum og stinnur í
høvuðspælinum.
Tey fyrru árini fekk hann
ofta skoðsmálið, at hann var
meiri stríðsmaður enn góður
bóltspælari. Hetta høvdu tey
á Toftum ilt við at svølgja, tí
har varð hann frá fyrsta degi
roknaður at vera sera góður
bóltspælari. Nú man tað
vera rættuliga langt millum
tey, sum ikki hava funnið
útav, at Fróði hevur góðan
bóltførleika og gott skil fyri
spælinum – bæði í álopi og
verju – og so siga tølini, at
hann eisini hevur máltev.
Málini
Átta ferðir hevur máltalið
hjá honum í landskappingini
verið tvísifrað, og soleiðis
man tað eisini fara at verða
í ár, tí higartil hevur hann
níggju ferðir verið ein av HB
málskjúttunum.
Á landsliðnum hevur tað
verið longri millum málini.
Higartil hevur hann skorað
fimm ferðir.
Fyrsta málið á landslið
num skoraði Fróði fyri meiri
enn ellivu árum síðani. 21.
august 2002 vunnu Føroyar
vinardyst á Tórsvølli 3-1
ímóti Liktinstein. Tá ið tað
restaðu nítjan minuttir legði
Fróði Føroyar framum 2-1.
Christian Høgni Jacobsen
hevði ellivu minuttir framm
anundan javnað til 1-1, og
átta minuttir undan leikloki
staðfesti Julian Johnsson
sigurin.
18. august í 2004 spældu
Føroyar og Malta vinardyst
á Svangaskarði. Úrslitið var
3-2 til Føroyar. Jákup á Borg
og Rógvi Jacobsen løgdu
Føroyar framum 2-0, men
Malta svaraði aftur. Ellivu
minuttir
undan
leikloki
skoraði Fróði Benjaminsen
sigursmálið.
22. mars 2009 vunnu
Føroyar fyri fyrstu og higartil
einastu ferð á Íslandi. Talan
var um vinardyst í Kórinn
høllini í Kópavági. Úrslitið
var 2-1 til Føroyar, og Fróði
var einsamallur føroyskur
málskjútti. Hann setti hol á í
20. minutti. Undan steðginum
gjørdu íslendingar sjálvmál,
og í síðsta minutti minkaðu
teir um munin.
Meðan trý tey fyrstu mál
ini hjá Fróða vórðu skorað
í vinardystum, so eru tvey
tey seinastu skorað í undan
kappingardystum.
Í
2011
skoraði føroyska liðið trý
mál, og Fróði var toppskjútti
við tveimum málum.
Tað fyrra var í 2-0 sigr
inum í EM undankappingar
dystinum á Svangaskarði
ímóti Estlandi 7. juni 2011.
Føroyar vunnu 2-0, og Fróði
setti við brotssparki hol á
tveir minuttir undan steðg
inum. Arnbjørn Hansen stað
festi sigurin tveir minuttir
eftir steðgin.
Seinna málið í 2011 skoraði
Fróði í Beograd, har Serbia 6.
september vann 3-1. Fróði
minkaði um munin til 2-1.
Feløgini
Fyrsta ferðin Fróði Benjamin
sen var á landsliðnum var
18. august 1999, tá ið Ísland
vann vinardyst á Tórsvølli
1-0. Ta ferðina varð Fróði
skiftur inn, tá ið tað restaði
eitt stórt korter. Hann loysti
Sámal Joensen av.
Tveir aðrir spælarar, sum
vóru á vøllinum ta ferðina,
hava spælt í bestu deildini í
ár. Teir eru Óli Johannnesen
og Jákup á Borg. Heðin á
Lakjuni, sum framvegis er á
KÍ liðnum, var á beinkinum
ta ferðina.
Fram til 2003 umboðaði
Fróði
Benjaminsen
barn
dómsfelagið B68. Fyrstu ferð
hann spældi í bestu deildini
var 6. august 1994, tá ið B68
á heimavølli tapti 7-0! ímóti
GÍ. Hann varð skiftur inn, tá
ið tað restaðu 20 minuttir, og
støðan var 4-0.
Tilsaman
hevur
Fróði
sambært
farosoccer.com
spælt 470 dystir í fremstu
røð í Føroyum – umframt
landsdystirnar – og haraftrat
umboðaði hann í 2004 Fram
í Reykjavík. 2005-2007 spældi
Fróði við B36, og síðani hevur
hann spælt við HB, har hann
í ár er bæði hjálparvenjari
og liðformaður. Fróði hevur
vunnið FM tríggjar ferðir – í
2005 við B36 og í 2009 og 2010
við HB.
Mynd: Álvur Haraldsen