hósdagur 5. september 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 6. september 2013 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kasakstan er ikki at spæla við
Hóast Føroyar í dag spæla ímóti tí liðnum, sum er næstlægst styrkismett í okkara
undankappingarbólki, so heldur altjóða serfrøðingur sannlíkindini vera lítil fyri úrtøku
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Føroyska landsliðið fer klokk
an 16 føroyska tíð í dag at
royna seg í Kasakstan. Harvið
eru Lars Olsen og hansara
menn so at siga staddir við
ytsta útjaðara í europeisku
fótbóltssamgonguni.
Kasakstan
er
styrkis
mett næstniðast í undan
kappingarbólkinum,
sum
Føroyar hesa ferð eru í. Tað
eru bara Føroyar, sum eru
styrkismettar lægri. Kasak
stan er nummar 149, og Før
oyar eru styrkismettar 175 av
teimum 207 FIFA limalond
unum.
Fyri
stuttum
spældi
Kasakstan vinardyst á heima
vølli ímóti Georgia. Úrslitið
var 1-0 til heimaliðið. Í 2008
vóru Føroyar í undankapp
ingarbólki saman við Georgia.
Ta ferðina vann Georgia 6-0 í
Føroyum og 3-1 á heimavølli.
Ivan átti koblingina
Kasakstan er eitt av yngstu
limalondunum
í
altjóða
fótbóltssamgonguni.
Tað
var eftir, at kommunistiska
Sovjetsamveldið datt sundur
fyrst í níti árunum, at landið
gjørdist sjálvstøðugt land.
Nøkur ár seinni varð landið
limur í UEFA og FIFA.
Ivan Eginsson Eysturland
hevur stórt innlit í lands
liðsfótbólt kring allan heimin.
Viðhvørt hevur FSF brúkt
sambondini og innlitið hjá
Ivani. Eitt nú varð hann av
táverandi aðalskrivaranum
Ísaki Mikladal stutt undan
jólum í 2002 biðin um at fara
niður til Manchester á ráð
stevnu, sum hevði við lands
liðsfóltbólt og fjølmiðlar at
gera.
Í Manchester kom Ivan
í samband við umboð fyri
fótbóltssambandið í Kasak
stan. Hann greiðir soleiðis
frá:
–
Tá
var
Kasakstan
so nýliga komið upp í al
tjóða fótbólt, at tað ikki
bar teimum til at taka lut
í undankappingini, sum tá
stóð fyri durum. Umboðs
maðurin segði mær, at teim
um longdist eftir møguleik
anum at spæla vinardystir.
Eg hugsaði beinanvegin, at
her var ein møguleiki hjá
Føroyum at fáa í lag vinar
dystir. Kasakstan er ríkt land,
tí tað selur nógv gass og olju.
Umboðsmaðurin segði, at teir
vildu fegnir sjálvir rinda fyri
ferðina til Føroya. Við hesum
boðum fór eg heimaftur til
Føroya, og so bjóðaði FSF
teimum henda vegin.
Tveir sigrar
Kasakstan var í Føroyum
síðst í apríl í 2003. Teir ynsktu
at spæla tveir vinardystir,
og soleiðis varð tað. Føroyar
vunnu báðar dystirnar – 3-2
og 2-1.
Fyrri dysturin varð spæld
ur á Svangaskarði 27. apríl.
Longu eftir eitt korter varð
ein av fremmanda monn
unum rikin av vølli, eftir at
hann hevði brúkt hondina
at bjarga við á strikuni. Tað
var einki annað at gera hjá
íslendska dómaranum enn
at fara í reyvalumman eftir
reyða kortinum. Tað var
harmuligt fyri báðar part
ar. Jákup á Borg umsetti
brotssparkið til mál, og John
Peteren og Heðin á Lakjuni
øktu um leiðsluna til 3-0.
Hóast
mótstøðumenninir
vóru
undirmannaðir,
so
mentu teir seg, og úrslitið
varð 3-2.
Tveir dagar seinni – 29.
apríl – vunnu Føroyar 2-1 á
Tórsvølli, eftir at Kasakstan
hevði lagt seg á odda við
brotssparki. Føroysku mál
skjúttarnir vóru Andrew av
Fløtum og Julian Johnsson,
sum eitt korter undan leik
loki skoraði sigursmálið.
Tað eru bara tveir spæl
arar eftir á føroyska lið
num, sum vóru við í vinar
dystunum fyri gott og væl
tíggju árum síðani. Teir eru
Fróði Benjaminsen og Súni
Olsen.
Á trappuni til
meistarakappingini
Mest sum allir spælararnir á
kasakstanska landsliðnum
eru úr feløgum í heimligu
kappingini.
Fyri
stuttum
varð allur fótbóltsheimurin
mintur á, at feløgini í Kasak
stan megna at standa seg í
altjóða kappingum.
Í síðsta undanumfarinum
at
sleppa
í
europeisku
m e i s t a r a k a p p i n g i n a
spældi skotska Celtic ímóti
Shakhter á Astana Arena.
Úrslitið var 2-0 til heimaliðið,
og harvið var Celtic undan
heimadystinum í Glasgow
í trongum skóm. Men tað
eydnaðíst Celtic at vinna
heimadystin 3-0. Málið, sum
avgjørdi, at Shakhter skal
spæla í europeisku liguni í
vetur, og at Celtic skal spæla
í meistarakappingini, varð
skorað í yvirtíðini.
Ov fáir vinardystir
Ivan Eginsson Eysturland
vónar sjálvandi, at tað fer
at eydnast føroyska liðnum
seinnapartin í dag at vinna
í hvussu so er javnleik, men
hann er ikki bjartskygdur:
– Føroysku úrslitini hava
ikki verið nakað serlig sein
astu
tíðina,
og
fyrireik
ingarnar upp undir henda
dystin hava ikki verið av
teimum bestu, eitt nú er
tað harmuligt, at Gunnar
Nielsen ikki hevði møguleika
at ferðast langa teinin saman
við liðfeløgunum. Eg harmist
eisini, at tað tykist vera so
torført hjá landsliðnum at
spæla
vinardystir.
Síðani
Kasakstan var í Føroyum fyri
meiri enn tíggju árum síðani,
hava Føroyar bara spælt ein
vinardyst á heimavølli. Tað
var móti Malta fyri níggju
árum síðani, tá ið úrslitið á
Svangaskarði 18. august í 2004
var 3-2. Nú er tað soleiðis, at
vit mest sum bara spæla
ímóti Íslandi, og dystirnir
eru hvørja ferð í Íslandi.
Tað er ikki nóg gott, og tað
hevur heilt víst ávirkan á,
hvussu føroyska liðið er fyri
at
spæla
týdningarmiklu
undankappingardystirnar,
heldur Ivan Eginsson Eystur
land, serfrøðingur í landsliðs
fótbólti.
Hann vísir eisini á, at
hóast mótstøðuliðið seinna
partin í dag ikki hevur kend
ar stjørnur á liðnum, so tykist
tað sum um, at liðið er væl
samanspælt, og at tað trívst
væl á tvey ára gamla nýggja
heimavøllinum.
– Eg var har yviri fyri
tveimum
árum
síðani.
Høvuðsstaðurin er spildur
nýggjur býur, ið er bygdur í
oyðini sum eitt annað Dubai.
Heimavøllurin er á stór
slignum stadion. Um veturin
er tað øgiliga kalt. Tí hava teir
graslíki á vøllinum. Tað eigur
ikki at vera nakar bági fyri
okkara menn. Eg ynski teim
um alt tað besta, og vit vóna,
at tað fer at gangast væl. Men
hóast Kasakstan er nummar
149 á altjóða styrkislistanum,
so verður tað torført.
Í hesi undankappingini
hevur Kasakstan megnað
málleysan javnleik á heima
vølli ímóti Eysturríki. Kask
astan hevur skorað tvey mál,
og trettan eru farin ígjøgn
um. Føroyar hava einki stig
vunnið. Føroyar hava skorað
tvey mál, og 20 eru farin
ígjøgnum.
Føroyar í dysti móti Kazakstan á Svangaskarði
Savnsmynd