Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 102 · 6. september 2013 4 VIKUSKIFTI Eg mátti leggja lívið um – Trúgvin hevur sannført meg um, at tað ikki er rætt at liva sum samkyndur. Tí valdi eg at broyta lívsstíl og ístaðin vera heteroseksuellur. Tað sigur 28 ára gamli Kartin Høgnesen úr Leirvík, ið sum barn og tannáringur kendi seg samkyndan. Hóast hann livdi sum samkyndur í nøkur ár, sigur hann seg í dag vera heteroseksuellan. – Eg havi tikið eitt val um, at Gud hevur hægstu raðfesting og ikki mín hugur, sigur Kartin Høgnesen Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Kartin Høgnesen kallar seg sjálvan fyrr­verandi samkyndur, tí í 2005 valdi hann ikki longur at vera sam­kyndur, men ístaðin at liva sum hetero­ seksuellur. – Tú kanst siga, at eg eri so mikið sterkur í míni trúgv, at eg havi valt at seta mínar egnu tankar og kenslur sum samkyndur til viks. Og so líðandi eru kenslurnar, sum eg fyrr hevði fyri mannfólki, blivnar minni og minni. Soleiðis sigur 28 ára gamli Kartin Høgnesen. Dagliga starvast hann sum hárfríðkari og hevur sína egnu hárfríðkanarstovu í Leirvík. Afturat arbeiðinum er hann virkin innan ungdómsarbeiði í Missiónshúsinum í Leirvík. – Tilgongdin frá at vera samkyndur til heteroseksuellur var alt annað enn løtt fyrstu tíðina, men eg merki nú sjálvur, at eg havi tikið rætta valið við at vraka gamla lívið og kenslurnar sum sam­kyndur, sigur Kartin Høgnesen. Dreingir vóru hugtakandi Longu sum heilt ungur hevði Kartin Høgnesen serligan áhuga fyri dreingj­ um. Kenslurnar fyri sama kyni byrj­ aðu av álvara at gera vart við seg, tá hann var umleið 11 ára gamal. – Sum barn treivst best saman við gentum, og eg spældi eisini so at siga bara við gentur. Tað var bara okk­urt annað og okkurt serligt við dreingjum, og mær dámdi teir væl, tí teir vóru bara av eini ella aðrari orsøk áhuga­verdir, sigur Kartin Høgnesen og heldur fram: – Eg minnist væl, at eg ynskti fleiri ferðir, at kenslurnar fyri dreingjum ikki vóru har, men tær hvurvu ikki. Haldi at tær vuksu bara, so hvørt eg bleiv eldri, greiðir Kartin Høgnesen frá. Tá hann gekk í 7. flokki minnist hann væl, at genturnar fóru at hyggja eftir dreingjunum, og dreingirnir hugdu eftir gentunum. Hjá Kartin Høgnesen var annarleiðis. – Tá hugdi eg eftir dreingjunum. Teir hugtóku meg bara upp á ein heilt annan máta, enn hvat genturnar gjørdu, og eg bleiv meir enn einaferð for­elskaður í onkrum drongi, fortelur Kartin Høgnesen. Hann fortaldi ongantíð vinkonunum ella familjuni um kenslurnar, hann hevði fyri dreingjum, tí eingin skuldi vita, at hann var samkyndur. – Eg minnist, at tað var ringt ikki at fortelja tað fyri nøkrum. Sjálvur kendi eg ongan samkyndan, og eg helt heldur ikki, at mann kundi vera sam­kyndur yvirhøvur, so eg royndi bara ikki at hugsa so nógv um tað, sigur Kartin Høgnesen. Í 10. flokki var hann tó als ikki í iva. – Kenslurnar blivu við at vera har, og so visti eg bara, at eg var sam­kyndur, og tað var onkursvegna ein lætti, tá eg líkasum kundi siga við meg sjálvan, at eg var veruliga sam­ kyndur. Tosaðu ikki um tað Tað gekk eitt ár, áðrenn Kartin Høgnesen fortaldi nøkrum, at hann var sam­kyndur. Eingin skuldi vita nak­að, og hann gjørdi alt, hann kundi fyri at goyma veruleikan. – Eg haldi, at fólkini rundan um meg vistu, at okkurt var, men tey spurdu meg ongantíð, sigur Kartin Høgnesen, sum minnist, hvussu hann royndi at hugsavna seg um onnur ting, fyri ikki at hugsa ov nógv um at hann var samkyndur. – Tað fyrsta árið, eg var í læru sum hárfríðkari, minnist eg væl, at eg tók alt ov nógv arbeiði uppá meg. Afturat vanliga arbeiðinum undirvísti eg í fimleiki, hevði onkrar vaktir á Statoil­støðini í Leirvík, og hevði eisini Kartin var samkyndur