hósdagur 5. september 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 102 · 6. september 2013
5
Mynd: eydbii myndir
Navn: Kartin Høgnesen
Aldur: 28 ár
Útbúgving: Hárfríðkari
Bústaður: Leirvík
Fakta
eina hárfríðkanarstovu sjálvur, og har
arbeiddi eg ofta til seint út á kvøldini,
fortelur Kartin Høgnesen og heldur
fram:
– Men tað, at eg gekk einsamallur
og hugsaði um, hvørt tað var rætt ella
skeivt at vera samkyndur, fyllti ógvu
liga nógv, og eg bleiv bæði sálarliga
og kropsliga illa fyri av at halda upp á
mítt loyndarmál, at eg var samkyndur,
greiðir Kartin Høgnesen frá.
Hann fortaldi fyrst eini vinkonu,
at hann var samkyndur, og so líðandi
fingu onnur vinfólk og familjan tað
at vita.
– Eg var sindur nervøsur fyri, hvat
familjan fór at siga, men tey tóku
tað øll pent. Vit tosaðu ikki sum so
um tað, eftir at tey høvdu fingið at
vita, at eg var samkyndur, men tey
vóru framvegis eins góð við meg,
og tey altíð hava verið, sigur Kartin
Høgnesen.
Legði lívið um
Tíðina hereftir livdi hann alment sum
samkyndur.
– Øll vistu tað, men tað var ikki
soleiðis, at eg líkasum reklameraði við
tí. Eg fór í býin við vinkonunum og
so framvegis og kom eisini í samband
við onkur mannfólk, ið vóru sum eg,
men tað bleiv ongantíð til meir enn
prát, sigur Kartin Høgnesen, sum
sigur seg kenna orsøkin, at hann til
dømis ongantíð hevði ein unnusta.
– Eg hugsaði altíð, hvat Bíblian
sigur um slíkt, og tað gjørdi, at eg
ongantíð kendi meg heilt væl sum
samkyndur, sigur Kartin Høgnesen,
sum tó vísir á, at hann ongantíð
bleiv trýstur av familju ella vinfólki í
missiónshúsinum í Leirvík.
– Eg gekk framvegis í Missións
húsinum, og hóast øll vistu, at eg var
komin úr skápinum, so søgdu tey einki
við meg, og eg merkti ongantíð nakað
keðiligt, staðfestir Kartin Høgnesen.
Tað var á einum missiónstúri í
Ísrael, at Kartin Høgnesen brádliga
valdi at broyta lívsførslu.
– Á einum møti fór eg á knæ og
bað um hjálp, tí eg føldi knappliga, at
tað ikki var rætt at vera samkyndur.
Alt broyttist tá, og síðani havi eg valt
at liva sum heteroseksuellur.
Er varin í dag
Seinastu árini hevur Kartin Høgnesen
liva sum heteroseksuellur, og hann
sigur seg enntá hava fingið kenslur
fyri konufólkum aftur.
– Homoseksualitetur er ikki ein
sjúka og eg haldi heldur ikki, at tað er
viðføtt. Eg haldi, at tað í stóran mun
er umhvørvi, sum ger, at tú fært hesar
kenslurnar, sigur Kartin Høgnesen.
At hann nú livir sum hetero
seksuellur, heldur hann ikki merkir,
at hann møguliga er tvíkyndur.
– Tað eri eg ikki. Eg kenni meg
sum hetero í dag, og eg havi ongar
ætlanir um at blíva samkyndur aftur,
tí eg veit, at tað er skeivt, tí tað stendur
í Bíbliuni, at tann aktiviteturin er
skeivur, greiðir Kartin Høgnesen frá.
Hóast hann sigur, at kenslurnar og
hugurin á mannfólkum eru burtur, so
er hann tilvitaður um sína fortíð sum
samkyndur.
– Tað snýr seg um at halda fokus,
og mítt fokus er á eitt lív, har trúgvin
hevur hægstu raðfestingina. Tað er
komið fyri, at eg havi merkt, at eg
eri blivin freistaður og mintur á tað
gamla lívið. Um eg til dømis síggi ein
drong ella okkurt ting, sum minnir
meg sum lívið sum samkyndur, vendi
eg mær við ella gangi avstað. Somu
leiðis royni eg ikki at útseta meg fyri
nøkrum, ið kann leiða tankarnar tann
skeiva vegin, og eitt nú fari eg ikki
í brúsu í umklæðingarrúminum hjá
monnum, tá eg havi verið og vant,
sigur Kartin Høgnesen.
– Eg havi tikið eitt val um ikki at
vera samkyndur. Tað skal snúgva seg
um Gud og mína trúgv. Ikki mínar
lystir, sigur Kartin Høgnesen.
– Homoseksualitetur er ikki ein sjúka og eg haldi heldur ikki, at tað er viðføtt. Eg haldi, at tað
í stóran mun er umhvørvi, sum ger, at tú fært hesar kenslurnar, sigur Kartin Høgnesen