Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 102 · 6. september 2013 6 VIKUSKIFTI lagt til rættis: Roland Thomsen Galleri Sct. Gertrud, sum heldur til í mið­býnum í Keypmannahavn, og sum hevur lagt dent á at sýnt fram før­oyska list, hevur í vikuni fram til 2. september havt framsýning við 12 lista­fólkum. Pláss var ikki fyri teimum í Forum í Keyp­mannahavn, har 54 lista­søvn úr øllum heiminum, undir Art. Copen­ hagen, sýndu fram frá 30. august til 1. september. Galleri Sct. Gertrud hevur sam­ stundis, í egnu hølunum í Møntergade 10 eins og í læntu hølum frá Egmond, Mønter­gade 3, framsýning við 12 lista­ fólk. Teirra millum fimm føroyingar, Birgit Kirke, Finnleif Mortensen, Øssur Mohr, Amariel Norðoy eins og Eyðun av Reyni. Trý tey fyrstnevndu vóru til stað­ar á framsýningini. Birgit Kirke, sum sýndi fram 14 verk, øll við náturalistiskum/abstraktum myndevnum og heitum sum »Eiðis­ vatn« og »Naturinspiration«. Birgit skal eftir framsýnininga, frá 5. - 9. sep­ tember, sýna fram 24 av verkum sínum í sam­bandi við »Ljósanótt« í Keflavík saman við íslendsku listakvinnuni, Sossa Bjørnsdóttir. Í vár skal Birgit til Nuuk í Grønlandi at sýna fram í mentanar­húsinum Katuaq. Finnleif Mortens, sum fleiri ferðir fyrr hevur sýnt fram í Galleri Sct. Gertrud, hevði 11 verk við á fram­sýning­ ini, málningar, sum vakurt umboða umheimin við litførgum motivum úr føroysku náttúruni, havið, fjøllini og bygdirnar. Finnleif Mortensen hevur fyrr eisin sýnt fram í Íslandi, og tan 2. november hevur hann fernisering í »Galleri Inuit« í Ålborg. Øssur Mohr sýndir fram 12 litføgur, føroysk náttúruinspirerað verk. Øssur skal í november í ár langt vestureftir við list síni, tí hann skal sýna fram í Galleri Broadway í New York í ein mánað. Har hava tey lovað honum, at skrivað verður um hann í einum lista­ tíðar­riti í New York. Í tí sum eftir er av september sýnir Øssur Mohr fram lista­verk síni á Akureyri í Íslandi. Men í hesum døgum hevur hann úr at gera heima, tí hann er við at innrætta sær sítt egna gallarí í landsbýnum 15 km úr Ebeltoft á Mols í Jyllandi. Tað skal verða liðugt at taka í nýtslu um miðjan oktober. Føroysk list í Art. Copenhagen 12 føroysk listafólk hava í farnu viku sýnt fram í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn