hósdagur 5. september 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 102 · 6. september 2013
7
Nevnd burturúr
Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri
at børnum, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um
søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini
hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn.
Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum
nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Eitt barnanavn hevur stóran
týdning. Kanska kliché, men navnið
skal barnið hava alt lívið, tað er
sum eitt fingramerkið foreldrini
seta á barn sítt við hugsanum um
hvør persónur hetta barnið ferð at
vera, sigur Arni Zachariassen.
Tá hann og Malan Kastalg skuldu
velja navn til fyrstfødda barnið,
høvdu tey nøkur nøvn, teimum
dámdi væl, men at finna júst
tað rætta, var ikki heilt lætt.
Fyri Arna Zachariassen var
tað týdningarmikið, at hann ikki
kendi nakran annan við navninum,
sum barnið skuldi hava.
– Vit vistu ikki kynið, men av
onkrari grund tosaðu ella kjakaðust
vit næstan bara um gentunøvn,
minnast foreldrini bæði.
Hava hvør sín smag
– Tá tað kemur til nøvn, kann kjakið
millum okkum gerast eitt sindur
heitt, tí vit hava ikki heilt sama
smag. Arna dámar væl klassisk og
ikki norðurlendsk nøvn, men mær
dámar best norðurlendsk og føroysk
nøvn, sigur Malan Kastalag.
Tað tók nakrar mánaðir av tosi
aftur og framm, áðrenn tey bæði blivu
samd um eitt navn. Tann eina dagin
hugdu tey enn einaferð í navna
bókina, og tá las Arni navnið »Lý«.
– Eitt sindur kliché-agtugt, men
tað »var bara tað«. Okkum dámdu tað
bæði, so tað kom á listan, sum annars
var sera stuttur, hvat okkum báðum
dámdi, fortelur Arni Zachariassen.
Maluni dámdi navnið tó
so væl, at hon ikki dugdi at
ímynda sær annað navn.
– Lý merkir ljós og glotti, og
tað var sera sigandi fyri okkum
til okkara fyrstfødda barn. Vit
høvdu tó ikki avgjørt nakað ávíst
navn, tí vit ynsktu at hitta hendan
nýggja jarðbúgvan fyrst. Tá hon so
enduliga lá í okkara ørmum, sigur
Arni »skal hon ikki bara eita Lý«?,
og so bleiv, sigur Malan Kastalag.
Lý og ikki Lív
Tá Arni Zachariassen og Malan
Kastalag fortaldu familjuni um
navnið, gjørdust tey í fyrstu
syftu heldur ovfarin.
– Tey vóru yvirraskað, tí fá høvdu
hoyrt navnið áður. Men vit minnast
bara til at hava fingið positivar
reaktiónir, navnið var mett serstakt
og vakurt. Í dag, duga tey ikki at
ímynda sær nakað annað, fortelur
Malan Kastalag og leggur afturat,
at mamma Arna eitur Lis, og Lý
er sostatt á ein hátt uppkallað.
Tá onnur fólk fingu navnið at vita,
søgdu tey seg ikki hava hoyrt tað áður.
Og ofta høvdu tey lyndi til at siga Lív.
– Summi høvdu hug at siga Lív –
nakað, sum mong gera, tá Lý verður
spurd hvussu hon eitur, men hon
er skjót at rættað ein hvønn, sum
sigur Lív, »Nei, eg eiti Lý! L-Ý!«, sigur
Arni Zachariassen og heldur fram:
– Sum foreldur flest, duga vit ikki
at ímynda okkara barn við øðrum
navnið nú, enn tað hevur. So navnið
hevur nógv at siga. Lý er okkara glotti.
– Tá tað kemur til nøvn, kann kjakið millum okkum gerast eitt
sindur heitt, tí vit hava ikki heilt sama smag, men eftir nakrar
mánaðir blivu vit samd um navnið. Soleiðis siga Arni Zachariassen
og Malan Kastalag, ið eru foreldur at fýra ára gomlu Lý
Foreldur:
Arni Zachariassen
og Malan Kastalag
Bústaður:
Gøta
Lý
Lý Kastalag Zachariassen, 4 ár
Høvdu drúgt kjak um navnið
Mynd: gvøðny miriam gunnarsson