hósdagur 5. september 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 102 · 6. september 2013
8
VIKUSKIFTI
Hugleiðingar
Jóan Pauli Joensen
Amerikanski rithøvundurin Paul
Gallico skrivar í stuttsøgu um ein vert á
eini lítlari matstovu í Frankaríki. Kettan
hjá eigaranum var horvin, og hann var
tí í sera ringum lag. Honum dámdi ikki,
at hon var burtur um náttina. Sum eina
seinastu roynd fyri at fáa hana innaftur,
gjørdi hann ein avbera góðan rætt og
koyrdi í frískar angandi urtir, sum hann
visti at kettuni dámdi. Hann koyrdi eitt
sindur í eina skál og setti hana út um.
Gastronomi og kettumatur
Matarangin kom fyri nasarnar á kett
uni, og freistingin var so stór, at hon
straks rýmdi frá frensinum, sum hon
var komin í hóslag við. Glaður var
verturin, tá hann sá kettuna. Kettan
var tikin innum, át seg metta og fór
ikki út aftur tað kvøldið.
Um somu tíð var ein matareftir
litsmaður hjá Le Guide Michelin
steðgaður upp við bili sínum. Eingin
sál var at síggja, so hann fór til gongu.
Viltist, men kom so av tilvild fram á
matstovuna. Bankaði uppá. Tann glaði
verturin bjóðaði hesum illa tiltuskaða
manni inn í stovuna fekk honum turr
klæði og eitt kamar. Hann kom innaftur
í matstovuna: Um verturin ikki eisini
hevði okkurt etandi at geva honum.
Veturin visti, at einki serligt var at
seta á borðið so seint, men so kom hann
í tankar um tað, sum var eftir av tí góða,
sum hann hevði gjørt til kettuna, sum
enn stóð á komfýrinum. Jú, jú, segði
hann glaður. Hann fór út í køkin og
riggaði gesti sínum eitt fagurt máltíð,
pyntað við somu frísku krýddarurtum,
so hann hevði freistað kettuna við.
Nasahárini á matareftirlitsmann
inum rørdust rættiliga, tá hann merkti
angan av tí mati, sum hesin glaði
maðurin setti fyri hann – saman við
eini fløsku av tí besta víninum, sum
húsið átti. Vínið gagnaðist væl og betri
bita helt hann seg ikki hava fingið á
ævini. Matareftirlitsmaðurin var ovur
fegin og hevði gloymt alt um tann upp
steðgaða bilin.
Søgan endar við at siga, at tað
var kettan, sum var orsøk til at hesin
franski matstovueigarin, Tartuffe, ella
hvussu tað nú var hann nevndist, straks
fekk heilar tvær stjørnur frá Le Guide
Michelin. Matstova hansara kom at
verða tann kendasta matstovan har á
leiðini. Moralurin er, at tað altíð loysir
seg at seta okkurt gott fyri fólk, eisini
um dagsins rættur er útseldur, so finn
upp á okkurt og lat fyri Guðs skyld ikki
nakran, sum kemur á gátt, fara avstað
aftur við ongum, tí hvør veit, hvat í
henda kann, um tað vil væl við.
Tað óvæntaða matupplivilsi
At eta er ikki bert at koyra í munnin,
tað skal eisini vera ein uppliving, antin
hon so er gerandislig ella í einum
størri gastronomiskum høpi. Eg veit
um onkran smádrong, sum ikki dámdi
ost, men so ein dagin, tá hann kaldur
og svangur, saman við vinmanninum
fekk ein drekkamunn við einum rug
breyðbita við osti á aftur við. Hetta
var honum eitt upplivilsi. Eftir hetta
so mettaðist hann ikki av osti, og vit
mugu minnast til, at hetta var so langt
síðani, at tá vóru í Føroyum bert tvey
sløg av osti, tann við gulari skorpu
og tann við reyðari. Nú er eitt annað
ostalív her á landi, sjálvt um vit eru so
syndarliga illa fyri, at vit ongan rættan
føroyskan ost eiga, tað er ein sorgar
søga. Eitt hjartasuff kortini. Tað tykist
sum ostasløgini ikki eru so nógv longur
– heldur ikki í Miklagarði.
Sama kann eg siga um ta ferðina,
eg saman við Leon Heinesen og Pál
Weihe lógu á floti beint undir fýrinum
á Mykineshólmi. Vit høvdu sett kalva
línu. Leon borðreiddi við spiki upp á
turt rugbreyð og eina øl aftur við – ta
løtuna var tað av sonnum ein betri
biti millum lomvigar, lundar og kópar.
Hetta var ein løta, sum hevði hóskað
hjá einum Gutta Winther.
Tað at fáa sær at eta skal verða eitt
upplivilsi, lítið ella stórt, sum ger mun
í lívi okkara. Einki er so trist, sum trist
ur matur. Tað tristasta av øllum man
vera at verða feitur av vánaligum og
keðiligum mati. Tí er tað eisini so týdn
ingarmikið at geva fólki, sum syrgja
okkurt gott at eta.
Í skaldsøguna Far Afield, sum ameri
kanski rithøvundurin Susanne Kaysen
hevur skrivað við støði í, at maður
hennara fyri 30-40 árum síðani var í
Føroyum og gjørdi fólkalívsfrøðiligar
kanningar, kemur hon eisini at skriva
um mat. Hon lýsir upplivilsini hjá
manninum.
Ta fyrstu tíðina býr hann á Sjómans
heiminum í Havn. Lýsingin av matinum
á Sjómansheiminum er ikki beinleiðis
mennandi fyri matarlystin. Ein fløska
við HP sós og ein við ketsjupp vóru
trúfast settar á borðið til hvørt máltíð,
sum kundi vera sundurkókaður fiskur
við smelti, ræstur fiskur, onkuntíð grind
og so frikadellur og knetti.
Ikki hevði hann tað stórt betur, tá
hann endiliga varð bjóðaður út, og tá
føroyingar fyltir av tjóðskaparhuga
bjóðaðu honum røst grunnishøvd, turra
grind og spik og livurhøvd og turran
fisk. Tað mesta var grátt og vátt, uttan
tað sum var turt og hart. Men tað er
ikki alt eftirfarandi, sum hon skrivar
um mannin. Eg kenni hann, og honum
dámdi sera væl allan føroyskan mat,
serliga spik. Men uttan mun til tað,
sum Susanna Kaysen skrivar ella ikki,
so er nógv hent hesi seinastu 30 árini.
Maturin á matstovunum er ikki til at
kenna aftur, nú kreativir kokkar hava
tikið um endan.
Knetti og berserkaragongd
Ein av okkara retorikarum, Tórbjørn
Jacobsen, segði á einum mentanarligum
tiltaki, at eg skal hava sagt, at eg hevði
sagt, at tað einasta mentanarfyribrigdi,
sum føroyingar hava latið sum íkast til
heimsmentanina eru knettini. Kanska
havi eg sagt hetta, tí eg minnist, at
Birgir Danielsen, sáli, einaferð kom til
mín og segði, at tað passaði ikki, sum eg
hevði sagt, tí hann hevði fingið knetti í
Sandefjord í Noreg, sum vóru meinlík
teimum føroysku. Kanska hevði Birgir
Danielsen rætt, men hinvegin ivist
eg ikki í, at flagveltan, sum so nógvir
føroyingar velta í dag, er eitt føroyskt
uppfinnilsi, tí hana uppfann ein
miðvingur.
Eg haldi ikki, at vit skulu flenna at
knettunum, tí eg minnist, at knetti og
knettasuppa við sviskum var ein góður
Knetti og
budingur
Hugleiðingar á Hotel Føroyum í sambandi við tiltakið »Ein betri biti«
sunnudagin 4. mai 2008. Nú hotellið við Kerjar er farið um tey tríati, er
tað ikki heilt burtur av leið at seta hetta upp á prent, nakað broytt