Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 102 · 6. september 2013 9 savnsmyndir sunnudagsdøguri, tí umframt HP-sós, ketsjupp og sinnop, so sluppu vit eisini at hava súltutoy aftur við knettunum. Tey gomlu skiltu ímillum fisk og til­ gjørdan fisk. Fiskur var fyri tað mesta kókaður fiskur, at steikja fisk var vist ikki heilt vanligt fyrr enn tey fóru at skera flak á flakavirkjunum, sjálvt um tað eisini kom fyri áðrenn, meira enn so, men kalvi, hann var stoktur sum búffur við leyki og brúnari sós, gjørda av supputerningum. Tilgjørdur fiskur var í mannamunni frikadellur og knettir. Á føroyskum eru frikadellur fiska­frika­dellur. Tað kann vera, at hesir yvirvaksnu fiskabollarnir við tálg í virka provokerandi upp á útlendingar. Tað er eisini hent, at knetti hava fingið onkran til at ganga amokk, ella berserk, sum ta ferðina, tá kendi venjarin hjá einum av horn­orkestrunum í Havn knappliga ein dagin gekk amokk. Hann hevði verið í vertskapi og var eitt sindur náttstaðin, tá hann kom inn í matstovuna á Sjómans­heiminum um døgurðatíð. – Hvat fáa vit til døgurða í dag, spurdi hann høviskliga. – Knettir, var svarið. Tá var tað, at tað líka sum klikkaði fyri honum, hann vildi hava minst 10 knettir. Gentan undraðist sum rímiligt var yvir knettarúgvuna, men lat henda høgt metta og virðiliga gest fáa sín vilja. Meistarin sessaðist samanbitin. Tá knettini komu á borðið, kom eitt besett devilskt brá í hansara annars mildu eygu. Hann tók tað fyrsta knetti og blakaði tað í krúllin á gentuni, hon leyp inn í køkin. Onnur, sum inni vóru fingu eis­ini knetti serverað á sama hátt. Tá kokk­urin hugdi inn í matstovuna, fekk hann eitt stórt tálgaknetti beint í pann­una. – Knettir, Knettir, Knettir, rópti tóna­meistarin á sínum skotska málføri og fór á dyr. Eftir hetta slapp hann ikki at búgva longur á Sjómansheiminum, men tað vóru ráð fyri tíð. Hann var sami gentle­ maður, sum hann altíð hevði verið, men hann slapp ikki í námind av knettum aftur, tí tey høvdu ringa ávirkan á hann. Um søgan er sonn, tað veit eg ikki, og ongum nýtist heldur ikki at vera smáligur, tá tað um hesa søgu ræður. Er hon lygn, so er logið fyri mær. Tað sum hevur týdning er, at ein søga er góð og væl søgd. Fínt skal tað vera Tá var øðrvísi við tvørámanninum av tí betra fólkinum, sum eftir at hava ruddað og gjørt alt klárt uttan fyri hús síni jólaaftan, sessaðist við døgurða­ borðið, har alt gott tilhoyr longu stóð á borðinum. Hann var stakur, men so væl fyri, at hann hevði húshaldirsku. Honum dámdi væl ein góðan bita, og hann lat jólafriðin koma yvir seg, meðan hann bíðaði. Húshaldirskan kemur inn og setur eitt fat við knettum á borðið framman fyri honum. – Knetti jólaaftan, undarligt, hugs­ aði hann við sær sjálvum, men segði einki. – Hví ikki, hugsaði hann, knettini vóru stak góð og hann át seg mettan. Nú fer hurðin inn í stovuna upp, og húshaldirskan kemur inn við eini heilari gás á einum fínum postalínsfati og setir hana á borðið. Maðurin spyr, hví hon fyrst var komin við kettunum. – Jú, segði húshaldirskan, sum var norðanfjørðs, hon hevði hoyrt at tað var so fínt, at hava ein fiskarætt niður undir døgurðan, tí hevði hann fyrst fingið knetti. Hetta var tátíðarinnar cross-over á matarhaldinum á Tvøroyri. Tvøroyri var, tá tað kom til borgarliga mentan, á odda í Føroyum. Tað betra slagið á Tvør­oyri var longu tá globaliserað, men tað kundi gentan ikki vita, tí hon kendi ikki til fittar smáar ordøvrar. Kanska hevði arbeiðskonan eisini gingið á húsar­haldsskúla, hvør veit, ella tosað við aðra gentu, sum gekk hevði gingið á húsarhaldsskúla. Hesa søguna hevur ein av okkara ídn­astu gastronomisku innovatørum sagt mær. Budingur Døgurðamaturin fyrr var rættiliga ein­ faldur, men munur var á gerandisdegi og sunnudegi. Sunnudag var ofta okk­ urt kjøtkent til døgurða. Men tann stóri munurin var, at sunnudag var altíð okk­urt omaná. Tann mest van­ ligi desert­urin, tá eg var ungur, var buding­ur. Pulvur sum varð blandað saman við sukur og mjólk og kókað til buding. Standardbudingurin var vanilju­budingurin við appilsinsós. Appilsin­sósin lá saman við budinga­ pulvur­inim í einum lítlum pakka. Pulvurið varð eisini blandað við sukuri og kókað. Appilsinsósin var heit aftur við tí kalda budinginum. Í summ­um budinga­pakkum lá, tá talan var um romm­buding, ein lítil fløska við romm­ essensi í, men hesa lítlu fløsku vóru tað mangir mans sum høvdu hug at leska sær á. Eg havi eisini ein vinmann, sum kann verða heilt uppøstur um prátið kemur inn á buding. Hann hatar buding og hevur einki gott at bera hesum deserti. Havi ongantíð torað at spurt nærri, hví tað so er. Øðrvísi var við bumbingunum Lekkurt, segði á sinni, tá hann á fyrsta sinni sá gentur spæla hondbólt við berum lørum. Tað, sum hann festi seg við, var at lørini á gentunum vóru sum tann lakasti budingur. Tað sigur ikki so lítið um budingin. Budingur fæst enn í handlinum, men uttan tann lítla sósapakkan. Tað er sjáldan, at budingur verður serveraður omaná, í hvussu so er ikki á matstovum – og kortini. Tá Eik Banki einaferð, með­an hann enn var í vælmaktini, hevði aðalfund, tá fingu gestirnir ein fitt lítið dekorativt budingsverk við coilis­prýddum borðiski. Øll vildu hava tað til at vera okkurt annað eksotiskt og fínt, til event­managarin hjá Eik, Martin Restorff, avdúkaði, at tað var klassiskur budingur, sum var at eta omaná. Men tað var neyvan budingurin, sum koyrdi Eik Banka á heysin.