hósdagur 5. september 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 102 · 6. september 2013
10
VIKUSKIFTI
Filmur
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Tað hevur staðist nógv kjak av bók
unum um gráu litbrigdnini. Nógv
ummæli hava verið beinleiðis vána
lig. Millum annað hevur verið sagt,
at bøkurnar eru illa skrivaðar, tær
hava lítið flog, søgan er tunn og at
persónarnir eru karikeraðir og ótrú
verdigir.
Eitt annað, sum funnist hevur verið
at, er, at bókin eggjar til kvinnukúgan,
tí høvuðskvinnan í bókini, Anastasia
Steele, gongur í eitt masokistiskt parlag
við mannliga høvuðspersóninum,
Christian Grey. Hon undirgevur seg
sostatt vilja hansara, og hann flytir
spakuliga hennara mørk.
Eitt triðja kritikkpunkt hevur
stutt og greitt verið títtu og neyvu
lýsingarnar av ástarleikinum og
S/M-spølunum teirra millum. Hetta
seinasta hevur elvt til, at bókin
summastaðni er bannað, at hon hevur
verið tikin av bókasavnshyllunum –
ella at hon ikki hevur staðið frammi
í bókahandlum, men hevur verið
innanfyri diskin, júst um sigarettir,
alkohol og pornobløð.
Hvussu er og ikki, so er tað ein
sannroynd, at bøkurnar um Fifty
Shades eru skjótast seljandi bøkurnar
í søguni. Fyri smædnu lesararnar er
bókin givin út sum e-bók, men paper
back bókin er at síggja um allan heim,
í tokum, café’um, strondum og bíði
rúmum. Tað eru serliga giftar kvinnur
yvir 30, sum keypa og lesa bøkurnar,
men eisini ungar kvinnur hava tikið
væl ímóti teimum.
Og nú verða tær gjørdar til film,
sum verður frumsýndur 1. Sugust
2014.
Fifty Shades
Triologiin um »Fifty Shades of Grey«, sum hevur hittað á bestseljara
listunum um allan heim, verður nú gjørd til film. Hóast ummælini eru
sera ymisk, og geva alt frá topp- til dumpikarakter, hevur E.L. James
selt yvir 70 milliónir bøkur. Eisini í Føroyum hevur Fifty Shades selt
væl – og tað eru serliga kvinnurnar, sum keypa og lesa sonevnda
»húsmøðra-erotikkin«. Filmurin hevur premieru í august komandi ár
E.L. James, sum hevur skrivað
triologiina, eitur Erika Leonard,
er bretsk og fødd í 1963. Hon býr í
London saman við manninum og
tveimum tannáringasynum. Hon
hevur í samrøðum viðgingið, at
hon hevur skrivað seg ígjøgnum
panikkaldurin, og Fifty Shades er
úrslitið.
Best forvinnandi høvundur
Tað má sigast at panikkaldurin
hevur loyst seg væl hjá henni, tí í
farna mánað var hon ovast á Forbes
listanum fyri teir høvundar, ið
forvunnu mest seinasta árið. Mett
verður, at James hevur tjent stívliga
95 mió dollarar, sum er væl yvir 522
mió krónur fyri søluna av bókunum,
av filmsrættindunum og av ymsum
tiltøkum í sambandi við bøkurnar.
Rættindini fyri filmin vórðu seld
Universal Pictures fyri 25 milliónir
krónur, eftir eina uppboðssølu við
fleiri áhugaðum filmsfeløgum.
Sølumet
E.L. James byrjaði at skriva í 2009, og
hon skrivaði allar tríggjar bøkrunar at
kalla út í eitt.
Sjálv sigur hon seg vera ovfarna
um, at bøkurnar fingu so góða mót
tøku. Hon hevði aldri væntað, at sølan
fór at ganga so væl.
– Tá fyrsta bókin kom út, gekk
tað sum slatur á Twitter, at bøkurnar
gingu hond úr hond á amerikonskum
mammum, sum læntu bøkur frá
hvørji aðrari í skúlaportrum og til
fótbóltsdystir hjá børnunum. Eg helt
tað ljóða stuttligt - og sum um at tað
var eitt sindur forboðið – men eg
hugsaði ikki stórvegis meiri um tað.
– Men á jólum 2011 komu tvey
ymisk tilboð úr Hollywood um at
sleppa at gera bøkurnar til film. Sam
stundis varð eitt lesaraummæli kunn
gjørt á Amazon, ið er ein heimskend
bókasíða á netinum. Ummælið var
skrivað av eini frisørdamu, ið stað
festi, at allar kvinnurnar í hennara
frisørsalong í New York antin lósu
bókina ella tosaðu um hana.
Og eftir tað gekk tað skjótt.
Bøkurnar yvirhálaðu sølutølini
hjá sjálvt Harry Potter, og bøkurnar
hava nú met sum tær skjótast seljandi
bøkurnar nakrantíð. Yvir ein millión
eintøk vórðu seld fyrstu 10 vikurnar,
tá bókin varð givin út, og tær eiga
eisini metið fyri at hava selt best í
einari, einstakari viku.
Í 2012 kunngjørdi Time Magazine
ein lista yvir tey fólkini í heiminum,
ið hava størstu ávirkan, og James var
á 6. plássi.
Bøkurnar eru
mín miðlívskreppa
Erika Leonard,
rithøvundur