Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 102 · 6. september 2013 11 í biografunum Síðani leikararnir vórðu kunn­ gjørdir fyrr í vikuni, hevur nógv verið kjakast um valið. Nógv fólk høvdu frammanundan tippað um, hvørjir leikararnir mundu fara at verða, og nøvn sum Robert Pattinson, sum spældi Edward Cullen í Twilight, og Emma Watson, sum var Hermione í Harry Potter, hava verið millum best umtóktu leikararnar. Men undranin var stór, og tað varð viðgjørt í flestøllum ameri­ konsku miðlunum, tá Charlie Hunnam og Dakota Johnson vórðu kunngjørd. Hvørki teirra eru stórar Hollywood stjørnur, og hetta hevur elvt til misnøgd millum miðaldrandi kvinnurnar. Men sambært heimasíðuni »Fifty shades the movie« er sambandið millum Johnson og Hunnam sera gott, tey hóska væl saman og tey tosaðu væl saman beinanvegin. Tað er týdningarmikið í einum og hvørjum filmi – men kanska serliga einum filmi, sum hesum. Misjøvn móttøka Leikarar: Charlie Hunnam Føddur 10. apríl 1980 Charlie Hunnam úr Onglandi er ikki frá eini kendari filmsfamilju, men varð ssum 18 ára gamal av tilvild sæddur í einum skógvahandli, har hann tvætlaði runt við beiggja sín, sum skuldi keypa skógvar. Hann var biðin um at koma til upptøkuroynd til eina sjónvarpsrøð og endaði við at fáa ein leiklut. Hann hevur síðani verið við í einum hópi av sjónvarpsrøðum, til dømis Young Americans og Sons of Anarchy. Hann hevur eisini havt nógvar filmsleiklutir í Cold Mountain, The Ledge og Pacific Rim, sum kom út í 2013, bara fyri at nevna nakrar. Dakota Johnson Fødd 4. oktober 1989 Dakota Johnson er dóttir Melanie Griffith og Don Johnson. Hon er modell og sjónleikarinna. Hon hevur millum annað verið modell fyri kenda klædnamerkið, Mango. Í fyrsta filmi hennara spældi hon saman við mammu og fostursystur síni og tað var fosturpápi hennara, Antonio Banderas, ið leikstjórnaði. Seinni hevur hon verið við í filminum um Facebook »The Social Network«, har hon millum annað hevði eina scenu saman við Justin Timberlake. Síðani hevur hon verið við í eini rúgvu av filmum, har hon hevur havt smærri og størri leiklutir, umframt at hon hevur verið við í sjónvarpsrøðum. Høvuðsleiklutirnir verða spældir av Dakota Johnson, sum verður Anastasia Steele, og Charlie Hunnam, sum verður Christian Grey