mánadagur 9. september 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú føroysku uppsjóvarskipini av álvara rokaðust í makreli í endanum av seinastu viku, hevur verið neyðugt
at bíða eftir landingartørni. Finnur Fríði, sum kom á Tvøroyri fyrrapartin fríggjadagin, er enn ikki liðugur
at landa tey umleið 1500 tonsini av makreli, sum teir saman við Tummari T fingu í tveimum hálum
Føroysku skipini rokast í makreli
Finnur Fríði og Tummas T rokaðust í makreli seinasta hósdag, tá skipini fingu út við 1500 tons í tveimum tóvum
Vilmund Jacobsen
Tað kann arga vinnuna, tá
fjølmiðlar
stundum
bera
tíðindi um, at nú gongur
makrelurin skjótt úr føroysk
um sjógvi. Tað er líka sum, at
miðlarnir gera seg klókar
upp á gongdina. Eftir nakrar
dagar broyrist alt, og skipini
rokast aftur í makreli - og
kanska enn meiri enn nakr
antíð áður.
Hetta var tað, sum hendi
í síðstu viku. Eftir, at miðlar
høvdu borið tíðindini um,
at nú fór makrelveiðan í
føroyskum sjógvi helst at
halda upp at skjótt, hava
skipini havt rættiligan rok
fiskiskap.
Skipari á Finni Fríða er
Andri Hansen, og Rasmus
Mikkelsen úr Syðrugøtu er
stýrimaður. Pápi Andri, Arni
Hansen úr Syðrugøtu, hevur
eisini ført skipið fleiri túrar
í ár. Rasmus hevur verið við
Finni Fríða, síðan skipið kom,
og fyri ta tíð var hann í nógv
ár við Tróndi í Gøtu.
Makrelrok
Tá Sosialurin í morgun hitti
Rasmus Mikkelsen, lat hann
væl at veiðini seinastu dagar
nar á undanfarna túri.
- Vit komu á Tvøroyri
fríggjamorgunin
klokkan
10. Henda túrin partrolaðu
vit við Tummari T. Hósdagin
høvdu vit tvey hál, har annað
var stívliga 800 tons og hitt
nakað minni. Veiðan hesi
bæði hálini var sløk 1500
tons.
Hann sigur, at hósdagurin
tó ikki var nakar serstakur
dagur í so máta, tí nógvir
dagar á makrelveiði hava
verið góðir í heyst.
- Hósdagin vóru vit einar
10 fjórðingar úr markinum
til ES-sjógv, men eg havi skilt,
at skipini nú aftur eru nakað
norðari í føroyskum sjógvi,
kanska einar 50 fjórðingar
úr markinum til ES-sjógv.
Hann sigur, at tað neyvan
er rætt, at allir makrelurin er
á veg úr føroyskum sjógvi, tí
um dagarnar hava íslendsk
skip eisini havt góða makrel
veiði á markinum millum
Føroyar og Ísland.
- Minnist eg rætt, fiskaðu
føroysku
uppsjóvarskipini
makrel nakrar dagar út í
oktober mánaða í fjør, og
verður heystið í ár, sum árið
í fjør, kunnu vit vænta, at
makrelur verður veiddur
í føroyskum sjógvi í ein
mánaða aftrat ella so.
Tað tekur tíð
Rasmus Mikkelsen vísir á,
at undan teimum á Tvør
oyri hesaferð andaðu fyrst
Høgiklettur og síðan Saksa
berg.
- Vit hava soleiðis ligið
inni síðan fríggjamorgunin.
Í løtuni eru 950 tons komin
upp úr lastini, og enn eru
500 tons eftir. Vit vænta, at
klárt verður at loysa aftur til
nýggjan túr einaferð seint í
kvøld ella út á náttina,
Hann sigur, at flestu upp
sjóvarskipini á feltinum par
trola, og skipanin er vanliga
hon, at tann, sum hevur
verið longt á feltinum, eigur
tørn til at sigla til lands við
veiðini.
- Eg haldi, at taå riggar
óføra væl at partrola eftir,
sigur hann.
Rasmus heldur, at veður
lagið ikki minst hevur týdn
ing fyri, hvussu makrelfiski
skapurin eydnast.
- Tað er alla tíðina soleiðis,
at fiskur og soleiðis eisini
veiða flytir seg, og sjáldan
verður roynt í sama øki leingi.
Tað eru so nógv viðurskifti,
sum spæla inn, tá ræður um
veiði eftir uppsjóvarfiski.
Nógv sild
Stýrimaðurin á Finni Fríða
sigur, at rættiliga nógv sild er
at síggja í føroyskum sjógvi,
og uppsjóvarskipini royna at
finna leiðir, har makrelveiðan
er so rein sum tilber.
- Tað er ikki tí, at vit ikki
hava loyvi at veiða sild, men
tað passar betri virkinum, tá
veiðan er rímiliga rein, soleið
is at neyðugt ikki verður við
so nógvari orku til skiljing.
Rasmus heldur, at árið í
ár teknar seg rættiliga væl
hjá uppsjóvarflotanum, og
tá makrelurin fer at minka
í føroyskum sjógvi einaferð
seinni í heyst, verður sildin
ikki minst spennandi at fara
eftir, tí tað hevur víst seg, at
sildin er allastaðni, sum hann
tekur til.
- Tað er sjálvandi spell,
at prísurin ikki er betri. Í
seinastuni hava vit fingið
umleið 4,50 krónur fyri kilo
av makreli - og 2,50 fyri kilo
av sild, sigur stýrimaðurin á
Finni Fríða, Rasmus Mikkel
sen.
Líkt er ikki til, at makrelurin fer úr føroyskum sjógvi enn. Í fjør
fingu skipini makrel nakrar dagar út í oktober