mánadagur 9. september 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
F
ótbólts Føroyar stendur frammanfyro
størstu uppgávuni í nýggjari tíð, tá
Týskland kemur á vitjan. Tað er ikki bara
á vøllinum, at uppgávan er stór. Eisini
uttanfyri vøllin er talan um risa stóra uppgávu.
Ikki bara fyri mynduleikarnar, emn eisini fyri meg
og teg.
Tað koma fleiri hundrað týskarar hendan
vegin og fleiri teirra hava ikki atgongumerki til
dystin. Føroyingar sum heild altíð væl at taka móti
gestum og í hesum døgum verða nógv eygu vend
móti okkum. Vónandi vísa føroyingar aftur kenda
blíðsskapin og taka væl móti øllum týskarunum,
sum eru kominir hendan vegin.
Eg havi verið við báðar túrarnar í Hannover, í 2002
og í fjør, og var eisini til dystin í 2003, tá Týskland
í evstu løtu vann á Føroyum við málum í seinastu
minuttunum. Allar tríggjar upplivingarnar vóru
serligar. Í Hannover í 2002 var tað serliga úrslitið og
tiltikni møguleiki hjá Hjalgrími Elttør, sum stendur
fastur í minninum. Og tað okkarar spælarar blivu
klappaðir av vøllinum av týsku áskoðarunum.
Árið eftir í Føroyum stóð á gomlum nøglum hjá
týska landsliðnum. Tað restaði bara ein minuttir av
vanligari leiktíð, tá Týskland kom á odda. Sigurin
bleiv staðfestu minuttin eftir. Tað vóru helst tær
báðar ferðirnar vit hava verið nærmast at koppað
einum risa í altjóða fótbólti.
Týskland spælir í dag so góðan fótbólt, at tað
er næstan óhugsandi, at vit koma so tætt eini
sensatión hesaferð. Tað sóu vit eisini í Hannover í
fjør, tá Týskland vann 3-0.
Nú er at halda góðu minnini við líka og tryggja
okkum, at vit taka væl móti týskarunum uttanfyri
vøllin, og geva teimum ein ordans umgang á
vøllinum.
Størsta
uppgávan
í nýggjari
tíð
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
Tróndur Arge
Tað stingur í hjartað, at tað
bara eru nakrir fáir hundrað
áskoðarar, sum eru og stuðla
U21 landsliðnum. Heldur ikki
ein góðverðurskvøld, sum
fríggjakvøldið, við týskum
stjørnum á vitjan er nokk til
at fáa føroyska áskoðarar at
møta upp.
Almenna talið av áskoð
arum fríggjakvøldið er 689,
men fólk við royndum á øki
num, sum Sosialurin hevur
tosað við, vilja verða við, at
tað færri enn tað til staðar.
Sosialurin hevur tí vent
sær til Aðalskrivan hjá Fót
bóltssambandinum, Virgar
Hvidbro, fyri at kannað mál
ið nærri.
Hvussu verður komið
fram til talið 689?
- Til ein slíkan dyst, so
verður
einki
skrætt
av
atgongumerkjunum. Tað vil
siga, at vit hava ikki talið av
nýttum fríatgongumerkjum.
Tískil er talið eitt mett tal,
sum vanliga verður gjørt av
FSF/Tórsvølli/frásøgumanni
num, sigur Virgar Hvidbro.
Er nakað hald í, at tað
møguliga vóru væl færri fólk
enn tey 689 til dystin?
- Frágreiðingin omanfyri
merkir væl, at tað kundu
vera bæði færri ella fleiri
enn hasi 689.
Hevur tú nakran frá
greiðing hvussu tað ber til, at
áhugin fyri U21 landsliðnum
hevur verið so nógv minni í
ár enn undanfarin ár?
- Tað var stór “success”
við U21 árini á Ovara Vølli.
Veit ikki um tað leikvøllurin,
ella um tað var tíðin tá. Haldi
sjálvur, at U21 framvegis er
eitt sera spennandi lið, so tí
undrar tað meg, at tað ikki
koma fleiri, enn tað komu
fríggjakvøldið, - eisini tá vit
taka mótstøðuliðið í huga.
Veðrið var eisini av tí fagra
sta, sigur Aðalskrivarin.
Hava tit nakra ætlan um
hvussu tit kunnu økja um
áskoðarartalið. Her verður
hugsað um at bjóða yngru
landsliðnum, yngri deildum
hjá feløgum og skúlum til
dystirnar. Hava tit hugsa
nakrar líknandi taknar?
- Vit hava áður bjóðað
ávísum skúlaflokkum ókeyp
is, og tað verður møguliga
tikið uppaftur komandi ár.
Men prísurin 50 krónur fyri
vaksin og 20 krónur børn átti
ikki at hildið fólki aftur, sigur
Virgar Hvidbro víðari.
Hvat er ætlanin í fram
tíðini viðvíkjandi heimavølli
hjá U21 landsliðnum. Verður
tað á Toftum, Ovaravølli, tá
hann er skiftur, ella Tórvølli?
Tað er eingin avgerð ikin
um tað, sigur Virgar Hvidbro
stutt og greitt at enda.
Tað er bara ein meting hjá FSF, at tað vóru 689 áskoðarar
til dystin fríggjakvøldið á Tórsvølli. Fleiri hava gjørt vart
við, at tey ikki meta, at talan var um so frætt av fólki
Áskoðaratalið
er ein meting
Týska landsliðið kemur í dag Týska landsliðið lendir eftir øllum at
døma í Vágum um 13 tíðina í dag. Bæði tíðindafundir og venjingar verða
á Tórsvølli í dag eisini. Týska landsliðið venur á Tórsvølli klokkan 17.30.