Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað eru einans 17 mans, sum eru sterkari enn Gudmundur Joensen í Ironman í øllum heiminum. Kortini er hann ikki heilt nøgdur við avrikið í Las Vegas í gjár Tíggju minuttir seinni enn ætlað ironman Rólant Waag Dam Føroyingar eru alla­sta­ð­ni. Eisini til heims­meistara­ kapp­ingina í í Ironman í Las Vegas í Nevada í USA í gjár. Gudmundur Joensen ikki einans luttók. Hann hevði sett sær sum mál at enda millum teir fremtu. Eitt triðja pláss siktaði hann eftir, men eftir at hava svom­ið 1,9 kilometrar, súkkla 90 kilo­ metrar og runnið eitt hálvt maraton svarandi til 21,2 kilometrar, mátti Gud­mund­ ur ásanna, at tað ikki gekk heilt sum ætlað. Kappaðist við 210 At gjøgnumføra eitt Ironman er í sjálvum sær eitt bragd. 30 ára gamli havnarmaðurin gjør­di hetta í gjár í kapping við 209 aðrar luttakarar, sum komu úr øllum heiminum. Gunnar kom á mál sum num­mar 18 við tíðini fýra tímar, 32 minuttir og 24 sekund. - Henda tíðin er tíggju minutt­ir frá tí, sum eg hevði vón­að, staðfesti Gudmundur Joen­sen heldur vónbrotin í sam­røðu við Hera Simonsen á Rás2 í gjár. - Eg hevði sett mær sum mál at koma inn sum nummar trý. Tað var av­ gjørt ein realistiskur møgu­ leiki, um eg hugdi eftir vinnaratíðunum frá í fjør. Men tað ber illa til at saman­ bera tíðir soleiðis, men tað gjørdi so, at eg hevði vón um eitt triðja pláss, greiðir Gud­ mundur frá. Vónbrotin og tó Av tí sama er hann ein vón­ brotin maður. - Men um eg hugsi um plaser­ing­ina, so er tað nokk í lagi at blíva nummar 18 av 210. Men vóru ávísir partar, sum kundu gingið betri, held­ur Gudmundur. - Eg misti tíggju minuttir í renningini. Eg hevði fram­ man­undan roknað við, at hon fór at vera strævin, men tað eydnaðist mær ikki at vinna nakað av tíð innaftur í súkklingini. So tað kundi gingið betri. Svimj­ingin var nøktandi, ser­liga um vit eisini hyggja eftir um­støðu­ num, sigur Gud­mundur og vísir á, at tey ikki svumu í saltvatni og heldur ikki sv­u­ mu í draktum. Gudmundur brúkti annars 27 minuttir og 39 seku­nd um svimjingina, tveir tímar, 30 minuttir og 53 sekund um súkklingina og ein tíma, 28 minuttir og 52 sekund um renningina. Ógvusligur hiti Í Las Vegas er ógvuliga heitt hesa ársins tíð, har tað táttar í 40 hitastig. Men í gjár høvdu Gudmundur og venjarin Kristian Martin Joen­sen, sum eisini er beiggi Gu­dmund, verið í Las Vegas í eina viku. Í samrøðuni við Hera Simon­sen vísti Gudmundur á, at hitin sjálvandi ávirkaði, tí tú fært best burtur úr, um tú kennir umstøðurnar og ven­ur í teimum hvønn dag. Men hann ynskti tó ikki at nýta hetta sum undanførslu. Gudmundur fegnaðist um at hava gjøgnumført Iron­man í Las Vegas, men segði seg gleða seg mest til at koma heim til konuna og børnini, at slappa av eitt sind­ur og savna orku. rolant@sosialurin.fo