mánadagur 9. september 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Tølini siga, at tað kemur fyri,
at tey størstu skora nógv mál í
Føroyum, men tey siga eisini, at
tey oftast skora tvær ferðir
altíð fyri
skrædli
Vandin lúrir
Jóannes Hansen
Tá ið Føroyar eru vertir, og
stóru europeisku fótbólts
tjóðirnar vitja, lúrir vandin
altíð fyri, at talan skal verða
um stórtap. Tølini siga, at
onkra ferðina eru tey størstu
farin úr Føroyum við stór
sigri, men tey siga eisini, at
tað oftari er komið fyri, at
tey stóru, sum tó ikki teljast
millum tey allar størstu, hava
vunnið størri sigrar í Føroy
um enn tey allar størstu.
Tvær ferðir hava Føroyar
á heimavølli lagt rygg til sjey
mála tap.
Fyrsta
ferðin
var
á
Svangaskarði 11. august 1993
í vinardysti ímóti Noregi.
Hetta var síðsta ferðin, at Páll
Guðlaugsson hevði ábyrgd
ina av liðnum. Úrslitið var
7-0 til Noreg.
Erik Drillo Olsen var
norskur landsliðsvenjari, og
hann gav ilt at sær, tí hann
metti tað at vera tíðarspill at
ferðast til Føroyar at spæla
vinardyst ella venjingardyst
og so onga mótstsøðu at fáa,
sum hann segði. Merkisvert
er tað, at Erik Drillo Olsen
framvegis er venjari hjá
norska landsliðnum (hann
var tó burturfrá í eitt tíðar
skeið).
Seinna ferðin var 6. oktober
1996, tá ið Jugoslavia vann
HM undankappingardyst á
Svangaskarði 8-1. Hetta var
fyrsta og higartil einasta
ferðin, at átta mál eru skorað
ímóti Føroyum.
Jugoslavia
og
Georgia
hava vunnið 6-0 sigrar í
Føroyum. Einasta ferðin, at
ein av størstu europeisku
fótbóltstjóðunum er farin úr
Føroyum við stórsigri, var, tá
ið Frakland 13. oktober 2007
vann 6-0.
Spenningurin
varðveittur
Frakland
hevur
tríggjar
ferðir vitjað í Føroyum, og
Italia og Spania hava verið
her eina ferð. Dysturin hjá
Týsklandi í annaðkvøld verð
ur onnur vitjanin her á klett
unum hjá fyrrverandi HM og
EM vinnarunum.
Tá ið sæð verður burtur frá
stórtapinum ímóti Fraklandi
í 2007, so bera úrslitini boð
um, at tað hevur lagað seg
soleiðis, sum føroyingarnir
kunnu loyva sær at vóna,
men sum tað við støði í
styrkislistanum hjá FIFA er
veruleikafjart at rokna við.
Allan Simonsen plagdi
í síni stjórnartíð aftur og
aftur at siga, at eitt orduliga
stórt úrslit var ikki so langt
burtur. Tá sipaði hann til, at
Føroyar fóru at vinna stig
frá onkrum av teimum heilt
stóru. Seinnu árini hevur
ikki verið so nógv at hoyrt
til sovornar útsøgnir.
Tá ið Týskland vitjaði
fyri
tíggju
árum
síðani,
var tað øgiliga spennandi.
Týskland vann 2-0, men tað
var ikki fyrrenn í næstsíðsta
og síðsta minutti, at málini
vórðu skorað. Tá ið Frakland í
2009 vann 1-0 á Tórsvølli, var
sigursmálið skorað tríggjar
minuttir undan steðginum.
At tað fram til síðsta bríksl
bara var eitt mál á muni bar
sjálvsagt við sær, at føroysku
spælararnir og áskoðararnir
rættuliga
livdu
í
vónini
um, at tað skuldi eydnast
at vinna úrsltið, sum hevði
farið í søgubøkurnar sum
eitt av teimum merkisverdu
í altjóða fótbóltssøguni.
Í 2007 vann Italia 2-1 á
Tórsvølli. Rógvi Jacobsen
minkaði um munin, tá ið tað
restaðu trettan minuttir, og
italsku
heimsstjørnurnar
vóru
illa
sperdar
síðstu
løtuna,
meðan
føroysku
spælararnir, væl stuðlaðir av
áskoðarunum, koyrdu á.
Størsta undirhaldið, sum
føroysku áskoðararnir hava
verið vitni til ímóti einum
at teimum størstu, var 4.
september 1996, tá ið Spania
vann 6-2 á Svangaskarði.
Áskoðarunum líkar at síggja
sínar spælarar og sína tjóð
skora mál, og soleiðis var tað
henda vakra heystardagin
fyri seytjan árum síðani.
Tveir minuttir eftir steðgin
javnaði Todi Jónsson til 1-1,
og næsta korterið var tað
framúr spennandi. So bar
økta spanska ferðin við sær,
at tað skrædnaði, og í eitt
stórt korter skoraði Spania
fimm mál!
Í síðstu løtu pyntaði Uni
Arge um, og tað hevði við
sær, at lagið var gott millum
áskoðararnar. At tapa 6-2
ímóti Spania var at liva við.
At hava verið vitni til, at
føroyska liðið skoraði tvey
mál ímóti einum av teimum
størstu var framúr!
Langt millum málini
Fríggjakvøldið taptu Føroyar
2-1 í Kasakstan. Tað kendist
sum vónbrot, serliga tí málini
ímóti føroyska liðnum komu
eftir støður, har avgerðirnar
hjá dómaranum ikki vóru
sannførandi.
Fróði Benjaminsen skoraði
føroyska málið. At Føroyar
skora mál kemur ikki so ofta
fyri longur. Tað eru ellivu
mánaðir síðani, at Føroyar
síðst skoraðu. Tað var 16.
oktober 2012 , tá ið Arnbjørn
Hansen minkaði um munin
til 1-2 ímóti Írlandi, sum fór
avstað úr Føroyum við 4-1
sigri.
Síðani tá spældu Føroyar
fimm dystir, uttan at tað
eydnaðist at fáa hol á.
Samlaði málmunurin var
0-14!
Svongdin
Spurningurin er so, hvussu
týsku
mótstøðumenninir
hesa ferð fara undir uppgáv
una. Fyrst og fremst ræður
tað sjálvandi um hjá teim
um at vinna øll stigini. Mál
munurin hevur ikki so stóran
týdning, men tað er møgu
leiki fyri, at týska kvødnin
orduliga fær ferð á.
Nú er konseptið soleiðis,
at dystirnir eru greipaðir
tveir og tveir. Feløgini eru ikki
so fegin um, at spælararnir
eru so nógv burtur í lands
liðsørindum. Tí er avrátt,
at spælararnir eru burtur
frá felagsvenjingunum frá
sunnudegi og fram til miku
dagin í vikuni eftir ella í
tíggju dagar.
Fyrri dysturin er fríggja
kvøld, og tann seinni er
týskvøld. Tá ið fyrri dysturin
er á skránni, verður sjálvsagt
í ávísan mun eisini hugsað
um seinna dystin. Tá ið
seinni dysturin er á skránni,
er ikki neyðugt hjá lands
liðsvenjaranum á sama hátt
at hugsa um næstu dagarnar
– sjálvt um venjararnir í
feløgunum, sum spælararnir
umboða, fegnir høvdu viljað,
at tað var soleiðis.
Um Týskland í annaðkvøld
skorar mál beinanvegin, og
spæligleðin og ferðin vinna,
so kann tað verða heitt hjá
føroyska liðnum. Tølini vísa
tó, at soleiðis er tað bara
triði hvørja ferð, tá ið tey
størstu vitja í Føroyum. Í
seks dystum ímóti Spania,
Fraklandi, Italia og Týsklandi
er tað tvær ferðir komið fyri,
at mótstøðuliðið hevur skor
að seks mál. Tríggjar ferðir
hava tey skorað tvey mál og
eina ferð eitt mál.
Triði hvørja ferð hevur
tað eydnast føroyska liðnum
at skora á heimavølli ímóti
teimum størstu. Eftir tey
bæði málini ímóti Spania var
málturkur í tveir heimadystir
ímóti teimum størstu. So varð
skorað ímóti Italia, og nú
hevur aftur verið málturkur í
tveimum heimadystum ímóti
teimum størstu!