Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tað er bara liðformaðurin á føroyska liðnum, Føroya Benjaminsen, sum hevur verið við í øllum trimum uppgerðunum ímóti Týsklandi Tey størstu í Føroyum 04.09.1996 Spania . . . . . . . . . . . . . . 2-6 HM 11.06.2003 Týskland . . . . . . . . . . . . . 0-2 EM 08.09.2004 Frakland . . . . . . . . . . . . . 0-2 HM 02.06.2007 Italia . . . . . . . . . . . . . . . . 1-2 EM 13.10.2007 Frakland . . . . . . . . . . . . . 0-6 EM 12.08.2009 Frakland . . . . . . . . . . . . . 0-1 HM Størstu tapini á heimavølli 11.08.1993 Noreg . . . . . . . . . . . . . . . 0-7 Vinar 06.10.1996 Jugoslavia . . . . . . . . . . . 1-8 HM 15.08.2001 Jugoslavia . . . . . . . . . . . 0-6 HM 16.08.2006 Georgia . . . . . . . . . . . . . . 0-6 EM 13.10.2007 Frakland . . . . . . . . . . . . . 0-6 EM Jóannes Hansen Tað finst eingin størri av­ bjóð­ing fyri føroyskar fót­ bólts­spælarar enn at um­ boða føðilandið ímóti týsku heimsstjørnunum. Undan­ takið kann hjá onkrum kenn­ ast at vera, um lutakastið til EM undankapping ella HM undankapping lagaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Onglandi. Higartil hava Føroyar ongan­tíð dystast við Ongland. At tað – bæði fyri áskoða­rar og spælarar – hevði kenst eins stórt og kanska størri at hitt Ongland enn at hitta Týskland, kemst ikki av, at eingislka liðið er stinn­ari enn týska liðið, men heldur tí at føroyingar, eins og so nógv onnur fótbólts­ hugað kring allan knøttin, fylgja so væl við í bestu eingilsku deildini. Men tá eigur at verða lagt aftrat, at flestu heimsstjørnurnar í eingilskum fótbólti eru ikki úr Onglandi, og at hesir spælararnir tískil ikki um­ boða Ongland. Tí hevur tað ikki gingið so væl hjá eingilska landsliðnum, sum avrikini í europeisku kapp­ ingini hjá størstu feløgunum kundi lagt upp til, at tað skuldi gjørt. Tá ið tað snýr seg um styrki og mótstøðulið, so eru tað Spania, Italia og Frakland, sum eru millum stinn­astu tjóðirnar, ið hava spælt ímóti Føroyum. Men ikki undir hesum og helst yvir teimum er Týskland – fólkaríkasta landið í Europa, tá ið sæð verður burtur frá Russlandi – og á so mongum øðrum økjum eisini tað mátt­ miklasta. Føroysku umboðini Higartil hava 29 føroyskir fót­bóltsspælarar fingið høvið at dystast móti týsku heims­stjørnunum. Teir báðir fyrru dystirnir vórðu spældir í 2002 og 2003, og tann síðsti varð spældur fyri einum ári síð­ani. Tí er talan um tvey ella kanska trý ættarlið av før­oyskum spælarum, ið hava smakkað rákan av at hava heimsstjørnurnar sum mótstøðumenn. Bara ein spælari hev­ ur verið við í øllum trim­ um dystunum. Tað er Fróði Benjaminsen, sum fríggja­ kvøldið í Kasakstan um­ boðaði føðilandið fyri 75. ferð. Aftur í annaðkvøld verður liðformaðurin mill­ um teir fyrstu ellivu. Í teim­ um trimum undanfarnu dyst­unum hevur hann verið á vøllinum allar 270 min­ uttirnar. joannes@sosialurin.fo 29 hava roynt seg móti týskarunum Tríggjar ferðir ímóti Týsklandi 16.10.2002 Týskland - Føroyar . . . 2-1 EM undankapping 11.06.2003 Føroyar - Týskland . . . 0-2 EM undankapping 07.09.2012 Týskland - Føroyar . . . 3-0 HM undankapping 16.10.2002 Týskland - Føroyar 2-1 (1-1) 1-0: Michael Ballack br 2. 1-1: sjálvmál 45. 2-1: Miroslav Klose 59. Jákup Mikkelsen – Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen – Jákup á Borg (Hjalgrím Elttør, 71.), Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen – John Petersen (Helgi L. Petersen, 87.), Andrew av Fløtum (Christian Høgni Jacoibsen, 78.) 11.06.2003 Føroyar - Týskland 0-2 (0-0) 0-1: Miroslav Klose 89. 0-2: Fredi Bobic 90. Jákup Mikkelsen – Jóhannes Joesen, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Pól Thorsteinsson – Jákup á Borg (Hjalgrím Elttør, 61.), Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen , John Petersen – Christian Høgni Jacoibsen (Jann Ingi Petersen, 77.), Rógvi Jacobsen 07.09.2012 Týskland - Føroyar 3-0 (1-0) 1-0: Mario Götze 28. 2-0: Mesut Özil 54. 3-0: Mesut Özil 71. Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen – Daniel Udsen (Súni Olsen, 46.), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen (Hjalgrím Elttør, 64.) – Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 85.) Súni er nú á gullliðnum Tá ið Føroyar seinna­part­ in fríggjadagin taptu 2-1 á útivølli ímóti Kasakstan, var Súni Olsen á lands­ liðnum fyri 50. ferð. Tað eru meiri enn tólv og eitt hálvt ár síðani, at Súni fyri fyrstu ferð var á landsliðnum. Tað var hann 31. januar í 2001, tá ið Føroyar í NM kapp­ingini, sum tá var á skránni, stríddust við Svøríki í innandura dysti í Växjö í Svøríki. Tað var merkisvert, at føroyska liðið megnaði málleysan javnleik ímóti Zlatan Ibrahimovic, sum tá um­ boðaði Malmö FF, og hansara liðfeløgum. Súni Olsen, sum er føddur 7. mars 1981 og tískil stutt frammanundan hevði havt 20 ára føðingar­ dag, varð skiftur inn á føroyska liðið tólv min­ uttir eftir steðgin.Allan Simonsen var venjari, og í 58. minutti gjørdi hann tríggjar skiftingar. Út fóru Fróði Benjaminsen, Sámal Joensen og John Petersen, og teir vórðu avloystir av Pól Thorsteinsson, Rógva Jacobsen og Súna Olsen. Tá ið Súni fyrstu ferð kom á landsliðið, um­ boðaði hann FC Zwolle í Hollandi. Higartil hevur Súni Olsen skorað trý mál á lands­liðnum. Tað fyrsta skoraði hann í morgin fyri tíggju árum síðani. 10. september 2003 spældu Føroyar og Litava EM undan­kappingardyst á Svanga­skarði. Tað kend­ist at vera vónbrot, at gest­ ir­nir fótu avstað við 3-1 sigri. Eftir 1. hálvleik stóð á jøvnum 1-1, og tað var Súni Olsen, sum tríggjar minuttir undan hvíldini javnaði. Annað málið skoraði Súni í vinardystinum á útivølli ímóti Estlandi 4. juni 2008. Tá ið hálvur tími var farin, var heima­ liðið frammanfyri 3-0. So javnaðu Føroyar. Christian Lamhauge Holst skoraði tvær ferðir, og Súni Olsen umsetti brotsspark til 3-3, áðrenn Estland ellivu minuttur undan leikloki skoraði sigursmálið. Triðja málið skor­ aði Súni í dag fyri fýra árum síðani. 9. sep­temb­ er 2009 var HM undan­ kappingardystur á Svanga­skarði millum Før­ oyar og Litava. Føroyar vunnu 2-1, og tað var Súni Olsen, sum eftir eitt korter legði Føroyar fram­um. Arnbjørn Hansen skor­aði sigursmálið tíggju min­ uttir fyri hálvleik. Næsti spælarin, sum hevur møguleika at røkka hálvt hundrað lands­dystum, er Símun Samuelsen. Hann hevur higar­til umboðað Føroyar 44 ferðir. Orsaka av skaða hev­ur Símun givið avboð til allar landsdystirnar í heyst. joannes@sosialurin.fo B36 miðvallarin Súni Olsen umboðaði fríggjadagin Føroyar fyri 50. ferð 50 landsdystir og fleiri Óli Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 83 Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 75 Jákup Mikkelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 73 Jens Martin Knudsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 65 Julian Johnsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 62 Jákup á Borg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 61 John Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 57 Allan Mørkøre . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 54 Rógvi Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 53 Øssur Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 51 Christian Høgni Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 50 Súni Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 50