Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Her eru týsku stjørnurnar Benedikt Höwedes 25 ár 15/1 (Schalke 04) Er verjuleikari og kann spæla bæði í miðverjuni og á høgra bakki. Hevur spælt í Schalke síðani 2001 og er í dag liðskipari í felagnum. Mats Hummels 24 ár 25/1 (Borussia Dortmund) Kláraði ikki at býta seg fastan á Bayern Munchen liðið og skifti tí til Borussia Dortmund. Spælir í miðverjuni og er saman við Neven Subotic ein av høvðusorsøkunum til góðu gongdina hjá Borussia Dortmund seinnu árini. Philipp Lahm 29 ár 100/5 (Bayern Munchen) Bersøgni liðskiparin á týska landsliðnum er ein av royndu leikarunum á liðnum. Er ein framrættaður vinstri bakkur, sum brúkar høgra bein. Hevur eisini skotið okkurt týdningarmikil mál. Lyfti Champions Legaue steypið í summar. Per Mertesacker 28 ár 92/2 (Arsenal) Tann næstan tveir metrar høgi verjuleikarin hevði eina torføra byrjan í Arsenal, men er nú komin fyri seg. Er uppvaksin í Hannover 96. Er sterkur í luftspælinum, meðan skjótleikin er veikleikin. Jerome Boateng 25 ár 31/0 (Bayern Munchen) Var eitt stutt bil liðfelagið hjá Gunnari Nielsen í Manchester City. Kann spæla bæði í miðverjuni og á bakkinum. Er um at koma seg á Bayern Munchen liðnum. Sami Khedira 26 ár 41/3 (Real Madrid) Fekk møguleikan í staðin fyri ein skaddan Michael Ballack til HM endaspælið í 2010. Síðani varð hann seldur til Real Madrid og er í dag ein lyklaleikari á verjukenda miðvøllinum hjá Týsklandi. Lagt til rættis: Tróndur Arge Fríggjakvøldið skal føroyska landsliðið á vøllin í Hannover, at takast við týsku heimsstjørnurnar. Her er ein vegleiðing til týska hópin Manuel Neuer 26 ár 40/0 (Bayern Munchen) Er fyrstimálmaður á týska liðnum. Skifti á sumri 2011 til Bayern Munchen frá Schalke. Manchester United vóru leingi eftir honum. Er millum heimsins bestu málverjar. Ron-Robert Zieler 24 ár 2/0 (Hannover 96) Spælir við Hannover, sum hevur lagt vøll til, tá Føroyar hava spælt móti Týsklandi. Hann hevur eina fortíð í enska Manchester United frá 2005 til 2008, men hann spældi ongan dyst. René Adler 28 ár 12/0 (Hamburger SV) Skifti í 2012 til HSV frá Bayern Leverkusen, har hann misti plássið til U21 landsliðsmálverjan, Bernd Leon, sum spældi á Tórsvølli fríggjadagin. Styrkin er skjótleikin á strikuni. Marcel Schmelzer 25 ár 13/0 (Borussia Dortmund) Vinstri bakkur, sum skiftið til týska meistaraliðið á ungum aldri í 2005. Marcel Schmelzer hevur fast pláss á Dortumnd liðnum og hevur við tíðini vunnið sær fast pláss á týska liðnum. Málverji Málverji Málverji verjuleikari miðvallari verjuleikari verjuleikari verjuleikari verjuleikari verjuleikari