mánadagur 9. september 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Sven Bender
24 ár
5/0 (Borussia Dortmund)
Verjukendur miðvallari, sum í
2009 skifti til Borussia Dortmund
frá 1860 Munchen. Átti stóran lut
í meistaraheitinum hjá Dortmund
og hevur spælt á Ulandsliðnum
hjá Týsklandi.
Sindey Sam
25 ár
2/0 (Bayern Leverkusen)
Er nýggjur í landsliðssamanhangi
og hevur bara spælt tveir dystir.
Spælir á vonginum, men kann
eisini spæla í álopinum.
Miroslav Klose
35 ár
129/68 (Lazio)
Er einasti leikarin, ið gongur
aftur á týska landsliðnum frá
Hannover í 2002. Hann skoraði
bæði í Hannover og á Tórsvølli
móti Føroyum. Er serliga sterkur
í luftspælinum og heldur fram at
skjóta mál hóast hann er blivin
35 ár.
Max Kruse
25 ár
2/1 (Borussia Monchengladbach)
Fekk sítt gjøgnumbrot í FC St.
Pauli frá 2009 til 2012. Umvegis
SC Freiburg er hann nú seldur til
Borussia Monchengladbach. Hevur
bara spælt tveir landsdystir, men
longu fingið sítt fyrsta mál.
Mario Gómez
28 ár
59/25 (Fiorentina)
Hevur skotið mál allastaðni har
hann hevur verið. Frá Stuttgart
til Bayern Munchen og nú í
Fiorentina. Hevur spælt við øllum
U-landsliðunum hjá Týsklandi.
Mesut Özil
24 ár
48/14 (Arsenal)
Seldur fyri fyri yvir 300 milliónir
krónur til Arsenal fyri kortum.
Fekk eins og Sami Khedira sítt
gjøgnumbrot í HM endaspælinum
í 2010, og var síðani seldur til
Real Madrid. Hann hevur turkiskar
røtur og er ein framrættaður
miðvallari við framúr bóltførleika
og avleveringum.
André Schürrle
22 ár
25/7 (Chelsea)
Enn eitt stórtalent í týskum
fótbólti. Hevur sera góðan
bóltførleika og dámar væl at bjóða
bakkunum av. Hann er vongur og
kann spæla í álopinum. Seldur til
Chelsea í summar.
Thomas Müller
23 ár
43/15 (Bayern Munchen)
Er longu ein royndur leikari
fyri bæði Bayern Munchen
og Týskland. Kann spæla á
øllum teimum framrættaðu
miðvallarplássunum. Hevur gott
eyga fyri spælinum og spælir sum
ein royndur leikari hóast sín unga
aldur.
Toni Kroos
23 ár
36/5 (Bayern Munchen)
Spældi seg fastan á týska
landsliðið í EM undankappingini.
Er saman við Thomas Müller tvær
av bjartastu stjørnunum á Bayern
Munchen miðvøllinum.
Marco Reus
24 ár
17/7 (Borussia Dortmund)
Er av bjartastu stjørnunum á
liðnum hjá Borussia Dortmund.
Framrættaður, torir at bjóða av og
skal ikki hava nógvar møguleikar
fyri at skora. Skoraði millum annað
í fyrra dystinum millum londini.
Julian Draxler
19 ár
7/1 (Schalke 04)
Ein ungur miðvallari, sum hevur
fingið møguleikan á týska
landsliðnum seinasta árið. Hevur
spælt við Schalke síðani hann var
heilt ungur.
miðvallari
áleypari
miðvallari
áleypari
miðvallari
áleypari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari