Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Heri Simonsen Í tónleikahøpi svarar vitjan­ in hjá tí týska fót­bólts­lands­ liðnum til, at The Beatles, Queen ella The Rolling Stones høvdu havt konsert í Føroyum. Vitjanin svarar eis­ini til, at Meryl Streep og Al Pacino høvdu eina sjónleikara-framførslu í Havn, ella, at Bill Gates hevði ein fyrilestur á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum. Tað er risastórt at fáa vitjan av tí týska fótbólts­ lands­liðnum, sum saman við Brasilia, Italia, Argentina og Uruguay hevur ta stolt­astu landsliðssøguna í fót­bólts­ heimssøguni. At Manuel Neuer, Philipp Lahm, Per Mertesacker, Sami Khedira, Mesut Øzil, Thomas Müller, Mario Gomez og Miroslav Klose trína inn á Tórsvøll í Havn er ein sjeystjørnaður gourmetrættur, og tað skal bara njótast hjá føroysku mót­støðumonnunum, og hjá føroysku áskoðarunum. Før­oyska liðið gevur okk­ um tíverri ikki tey úrslit vit so inniliga tráa eftir, men vit fáa fínar vitjanir, minniligar stundir, og umtalu í ríkiligt mát, takkað verið tí sama lands­liðnum, sum alt ov mong skelda inná. Bara ein gylt løta áðrenn kríggið Stolta søgan hjá tí týska fót­bóltslandsliðnum hevur 105 ár á baki. Gamalt er at siga, at eitt kært barn hev­ ur mong nøvn, og tað kann sann­iliga sigast um tað týska fótbóltslandsliðið. Millum týskarar verða teir útvaldu hjá venjaranum, Joachim Løw nevndir »National­ mannschaft«, »National­elf« og eisini »DFB-elf«. DFB er stytt­ingin fyri »Deutche Fussball Bund«. DFB varð stovn­að tann 28. januar í árinum 1900. Týska fótbólts­lands­liðið spældi sín fyrsta lands­dyst tann 5. apríl í 1908 í Basel í Sveis. Sveisiska heimaliðið vann dystin 5-3. Áðrenn seinna heimsbardaga hevði týska landsliðið bara eina gylta løtu. Hetta varð í HM-endaspælinum í tí tá fasistiska, Italia í 1934. Eitt HM-endaspæl, sum Italia vann. Týskland tapti 1-3 ímóti Kekkoslovakia í hálvfinaluni, men í bronsu­ Tað er ófatuliga stórt at fáa vitjan av týska fótbóltslandsliðnum, sum hevur verið heimsmeistari tríggjar ferðir, og sum eisini hevur verið evropameistari á trimum sinnum. Týskland hevur verið í heili 13 HM og EM finalum, síðani 1954. Týska landsliðið hevur vunnið heili 10 HM-heiðursmerki hesi farnu 59 árini í Føroyum Fínari fótbólts­ vitjan fæst ikki 1974 Týska liðið við m.ø. Franz Beckenbauer við HM-steypinum í 1974 Fegnir týskarar við HM-steypinum í 1954. Ein hending, sum lyfti alla ta týsku tjóðina