Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur 1976 kom hæddarpunktið hjá DDR, tá teir vunnu gull­ heiðursmerki á summar­leik­ unum í Montreal í Kanada. Í finaluni vann DDR 3-1 á Póllandi. Í 1980 vann tað eysturtýska fótbólts­lands­ liðið sítt seinasta heiðurs­ merki, tá teir vunnu silvur í OL-endaspælinum í Moskva. Tann 12. september í 1990 spældi DDR sín seinasta landsdyst á útivølli ímóti Belgia í Bruxelles. DDR vann dystin 2-0. Sama kvøldið var eitt annað týskttalandi landslið, Eysturríki útfyri síni størstu eyðmýking nakrantíð. Hetta hendi í einum miðal­ stórum svenskum býi, sum eitur Landskrona. Týsk­arar og eysturríkarar eru arva­ fíggindar, og dámar týsk­arum væl at flenna eftir eystur­ ríkska 0-1 tap­inum ímóti Føroyum í Landskrona. Undrið í Bern Vesturtýskland spældi seg til HM-endaspælið í Sveis í 1954. Tað byrjaði stak illa í tí innleiðandi bólkaspælinum. Teir ótrúligu og bólttryggu magayarnir úr Ungarn vunnu ein knúsandi og eyðmýkjandi 8-3 sigur á týskarunum. Ta einu løtuna var støðan enn­ tá 8-1 til Ungarn. Eingin uttan bara tann legendariski venjarin, Sepp Herberger trúði uppá tað týska liðið, aftaná svíðandi 3-8 tapið ímóti heimsins tá besta fótbóltsliðið. Men týska liðið kom fyri seg. Lið­ið byrjaði eina sið­ venju, sum hevur verið týpisk týsk síðani tá. Dyst fyri dyst betraðu teir seg. Fyrst við ein­um 2-0 sigri á Jugo­slavia í fjórð­ings­final­ uni, og so við einum knús­ andi 6-1 sigri á Eysturríki í hálv­finaluni. Framvegis var fótbólts­heimurin vísur í, at Ungarn fór at vinna HM við einum sann­førandi finalu­ sigri á Vesturtýsklandi. Men so hendi løtan, sum fær allar gamlar týskarar at gráta av gleði. Tá hendi tað, sum í týskari søgu verður nevnt »Das Wunder von Bern« – Undrið í Bern. Við dystarbyrjan hendi tað, sum nærum øll høvdu væntað. Puskás og Czibor løgdu Ungarn á odda 2-0, longu tá átta minuttir vóru farnir av dystinum. Men longu 10 minuttir seinni høvdu Max Morlock, og Helmuth Rahn javnað til 2-2. Seks minuttir áðrenn dystar­lok hendi so løtan, sum er víst umaftur og um­ aftur í týskum sjónvarpi hesi farnu 59 árini. Helmuth Rahn meddar til bóltin stutt uttanfyri brotsteigin, og bólturin smeyg sær inn­um stongina og í netið til 3-2 til Vesturtýskland. Tað ómøguliga varð hent, Vesturtýskland hevði vunnið á heimsins suverent besta liðið í finaluni. Við toki ferðaðust týsku spælararnir kring alt landið, har teir vóru stórliga heiðraðir. Sjálvsvirði var av givnum orsøkum ikki stórt í Týsklandi aftaná kríggið, men HM-sigurin í 1954 lyfti alla ta týsku tjóð­ ina. Týskir søgufrøðingar, sam­felags­frøðingar og búskapar­frøðingar eru samdir um, at eingin hending lyfti ta týsku tjóðina so nógv, sum »Das Wunder von Bern« í 1954. Í 2004 varð ein spæli­ filmur gjørdir um hend­ ing­ina. Filmurin fekk sjálv­ andi navnið »Das Wunder von Bern«. og sjáldan hava so nógvir týsk­arar sitið við tárum og hugt eftir ein­um filmi í einari kyk­ mynda­høll. Kring Týskland eru standmyndir av Sepp Herberger og týsku HM- vinnar­unum frá 1954. Og so kann onkur neiligur føroy­ ingur siga: »Jamen hatta er bara fótbóltur?«. Nei hini gomlu, uttan fótbóltin hevði heldur ikki mektiga Týskland verið tað landið, sum tað er í dag. Greinskrivarin hevur sæð filmin, og kann viðmæla hann av hjarta. Yvirleggjarin á Wembley Tað gekk ikki eins væl hjá Týsklandi til HM-endaspølini í Svøríki í 1958, og til HM- endaspælið í Kili í 1962. Í 1958 tapti Týskland 3-6 ímóti Fraklandi í bronsudystinum, og í 1962 ruku teir út í fjórðings­finaluni við einum 0-1 tapi ímóti Jugoslavia. Týska fótbóltslandsliðið kom tó sterkt aftur í HM-enda­ spæl­inum í Onglandi í 1966. Í finaluni møttu teir verts­ tjóðini Onglandi. Aftaná van­liga leiktíð stóð á jøvnum 2-2. Í longdu leiktíðini hendi tann hendingin, sum hev­ ur pínt týskan fótbólt nógv hesi farnu 47 árini. Geoff Hurst skeyt eitt skot, sum fór uppundir týska yvirleggjaran, og inn/út? Ja heimurin kjakast enn, um bólturin var inni, men ikki ein fótbóltshugaður týskari gongur við til, at bólturin varð inni. Ongland vann finaluna 4-2, og sítt einasta meistaraskap higartil. Í 2010 fekk Týskland eina løgna »hevnd«, tá teir vunnu 4-1 á Onglandi í áttanda­parts­ finaluní í HM-endaspælinum í Suðurafrika. Tá skeyt Frank Lampard eitt dundurskot ímóti tí týska málinum, har bólturin varð meira innan­fyri strikuna, enn skotið hjá Geoff Hurst varð í HM-finaluni á Wembley í 1966, men hesaferð endaði Ongland skeivu megin dómara­avgerðina. Annars hev­ur Týskland javnt og samt sligið Ongland úr HM- og EM-kappingum síðani 1970. Ongland hevur vunnið onkran venjingardyst, bólka­spæls­dyst og undan­ kapp­ingardyst ímóti Vestur­ týsklandi og Týsklandi síðani 1966, men ongantíð hava onglendingar síðani tá vunnið ein avgerandi dyst í einum HM ella EM-enda­ spæli ímóti tí týska fót­bólts­ landsliðnum. Nógv heiðursmerki frá 1970 til 1990 Síðani 1970 hava tey vestur­ týsku og týsku fótbólts­lands­ liðini bara havt nakrar heilt fáar niðurtúrar, har talan ikki hevur verið um eina 1990 Andreas Brehme tryggjar Týsklandi heimsmeistaraskapið við einum brotssparki í finaluni ímóti Argentina í 1990 1966 Ivasama málið í HM-finaluni á Wembley í 1966, sum nógv hevur verið tjakast um