Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur enda­støðu millum fýra tey fremstu liðini í einum HM ella EM endaspæli. Í 1970 vann Vesturtýsk­land HM-bronsu, tá teir vunnu 1-0 á Uruguay í bronsudystinum. Í 1972 vann Vesturtýskland EM á fyrsta sinni við einum 3-0 finalusigri á Sovjet­sam­ veldinum í finaluni, sum varð spæld í Bruxelles í Belgia. Í 1974 var týska liðið við m.ø. Franz Beckenbauer og bumbaranum, Gerd Müller á heimavølli, tá HM-enda­ spælið varð leikt í Vestur­ týsklandi. Í Finaluni vunnu teir 2-1 á Hollandi við Johann Cruyff á odda. Í 1976 tapti Vestur­ týskland EM-finaluna í Beograd ímóti Kekkoslovakia, tá Antonin Panenka lump­aði týsku málmans­legend­una, Sepp Maier í brots­sparks­ kappingini. Síðani tá hevur týska landsliðið ikki tapt eina brotssparkskapping í einum HM ella EM-endaspæli. Í 1978 snávaðu týskarar í millum­spælinum í HM-enda­ spælinum í Argentina. Týskarar reistu seg tó til EM-endaspælið í Italia í 1980, tá teir vunnu Evropa­ meistaraskapið við einum 2-1 finalusigri á Belgia. Í HM- endaspølinum í Spania í 1982, og í Meksiko í 1986 komu týskarar í finaluna, men taptu báðar. Í 1982 taptu teir 1-3 ímóti Italia, og í 1986 2-3 ímóti Argentina. Í 1988 var Týskland á heimavølli, tá skipað varð fyri EM-endaspælinum. Týsk­land møtti Hollandi í hálv­finaluni, har hollendska liðið við Rijkaard, Van Basten og Gullit sigraði 2-1. Í 1990 bragdaði aftur hjá týskarum, tá Franz Beckenbauer skrivaði søgu við at vinna heimsmeistaraskapið, sum bæði spælari og venjari. Týsk­land vann HM-finaluna ímóti Argentina í Róm við einum 1-0 sigri. Sigursmálið skeyt Andreas Brehme uppá brots­spark. Hetta gjørdist seinasta endaspælið hjá Vestur­týsklandi. Síðani tá hava týskarar havt eitt sameint landslið. Bert eitt heiti síðani 1990 Seinastu 23 árini hava ikki verið heilt so gylt hjá tí týska liðnum. Í EM-endaspælinum í 1992 vóru týskarar tiknir av bóli av Danmark í finaluni í Gøteborg í Svøríki. John »Faxe« Jensen og Kim Vilfort syrgdu fyri einum minni­ ligum fótbóltskvøldi, sum danir seint gloyma, tá teir við hvør sínum máli tryggjaðu dønum eitt minniligt evropa­ meistaraskap. Týskland kom tó sterkt aftur í 1996, tá EM-endaspælið varð leikt í Onglandi. Í hálv­ finaluni sendi Týskland Ongland út aftaná eina brots­sparkskapping, og í final­uni vunnu týskarar 2-1 á Kekkia uppá »Golden Goal«, sum tíbetur er avskaffað nú. Í HM-endaspølunum í 1994 og í 1998 upplivdu týskarar eina eyðmýking. Í HM- endaspælinum í USA tapti Týskland 1-2 ímóti Bulgaria í fjórðingsfinaluni, og í HM- endaspælinum í Fraklandi í 1998, tapti Týskland sann­ før­andi 0-3 ímóti Kroatia í fjórðingsfinaluni. Í EM- end­aspælinum í Belgia og Hollandi í 2000 fekk Týskland bert eitt stig í bólka­spælinum. Í EM-enda­ spælinum í Portugal í 2004 gekk ikki nógv frægari, tá fingu týskarar tvey stig í bólkaspælinum, og vóru eisini tíðliga úti av kapp­ ingini. Heiðurlig HM-endaspøl síðani 2002 HM-endaspølini síðani 2002 hava tó verið heiðurlig hjá týskarum. Í HM-enda­spæl­ inum í Japan og Suðurkorea í 2002 kom Týskland í finaluna, har stóra málmanslegendan, Oliver Kahn gjørdi sítt einasta dropp, tá hann ikki helt einum skoti hjá brasilska Ronaldo. Brasilia vann finaluna 2-0. Uttan Kahn hevði Týskland tó ikki spælt seg í finaluna, og Oliver Kahn varð valdur til besta spælara í HM-kappingini, sum tann fyrsti málverjin nakrantíð. Sama heystið var Kahn við til at vinna 2-1 á Før­oy­ um á Niedersachsen leik­ vøll­inum í Hannover, og 2-0 á Føroyum á Tórsvølli í 2003, har Jákup Mikkelsen kundi frøast um at sleppa at býta um troyggjið við sína stóru fyrimynd. Hjalgrím Elttør skuldi tó syrgt fyri, at Oliver Kahn hevði eitt ringt minnið um Føroyar í 2002. Í 2006 var týska tjóðin aftur vertur fyri einum HM- endaspæli. Týskarar vunnu bronsu við einum 3-1 sigri á Portugal í bronsudystinum. Í hálvfinaluni tapti týskarar 0-2 ímóti Italia, sum vann HM hetta árið. Í HM- endaspælinum í Suðurafrika í 2010 fingu týskarar aftur HM-bronsukrónur. Hesaferð við einum 3-2 sigri á Uruguay í bronsudystinum. Hálvfinaluna tapti týsk­arar 0-1 ímóti Spania, sum vann HM í 2010. Í EM- endaspælinum í 2008 spældi Týskland seg til sína 13. finalu, tá teir møttu Spania á Ernst Happel leikvøllinum í Wien í Eysturríki. Fernando Torres søkti Týskland við einasta málinum í dystinum. Týskland spældi seg í hálvfinaluna í EM-enda­spæl­ inum í Póllandi og Ukraina, summarið í 2012. Tá vóru tað italiumenn, sum vóru banamenn í hálvfinaluni við einum 2-1 sigri. Týskland er millum favo­rittarnar at vinna HM-endaspælið í Brasilia í 2014. Á vegnum er ein lítil smásteinur, sum eitur Føroy­ ar. Eitt stórt undir skal til, um týski risin skal detta um smá­steinin, men ein kann altíð vóna. Óannsæð, so skal vitjanin hjá Týsklandi njótast, tí fínari fótbóltsvitjan fæst ikki her á landi. Miroslav Klose kann skriva stóra týska fótbólts­ søgu á Tórsvølli týskvøldið. Skorar hann bara eitt mál ímóti Føroyum, so hevur hann skotið fleiri mál fyri Týskland, enn sjálvur Gerd Müller. Um minni enn eitt ár fara vit kanska at siga: »Heimsmeistararnir vitjaðu á Tòrsvølli í fjør!«, livst so spyrst? heris@sosialurin.fo 1996 Týskland við EM-steypinum á Wembley í 1996 Føroysku spælararnir takka føroysku áskoðarunum fyri ein minniligan dyst í Hannover í 2002 Føroyingar fegnast um málið í Hannover Núverandi týska landsliðið fegnast um enn eitt mál