Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Fróði Benjaminsen elsti málskjútti 35 ára gamli miðvallarin, sum spældi sín landsdyst nummar 74, skoraði fríggjadagin sítt sætta mál á landsliðnum. Hann er nú elsti málskjútti á landsliðnum. Undan honum var tað Kurt Mørkøre, sum var elstur málskjútti við máli, sum hann skoraði í 2004 móti Luksemburg. Tróndur Arge Føroyska landsliðið spældi ein góðan dyst niðri í Kasakstan, og skuldi í minsta lagi havt fingið eitt stig við heim. Fróði Benjaminsen legði okkara á odda miðskeiðis í fyrra hálv­ leiki, men tíðliga í seinna hálv­leiki eru tvær støður, har okk­ara kenna seg snýttar av dómarunum úr San Marino. Fyrst verður bríkslað fyri brotssparki til Kasakstan, tá ein framherjin hjá teim­um, at síggja til, tveitur seg um beinini á Rógva Baldvins­son. Fyri at gera ilt verri, so er Johnny Casanova skjótur og gevur Jónasi Tór Næs gult kort fyri at mótmæla. Hetta ger, at høgri bakkurin hevur leik­bann til dystin móti Týsk­landi týskvøldið. Heldur ikki karma er á okkara síðu og brots­sparkið endar í net­ inum. Løtu seinni fer Kasakstan í álop og at aftur, at síggja til, síggja dómararnar ikki tað sama sum føroysku spæl­ arar­nir. Bæði Jóhan Troest Davidsen og Jónas Tór Næs vísa sína ónøgd við døm­ ingina og meta, at talan er um rangstøðu í uppspælinum. Flaggið kemur ongantíð upp og Kasakstan skorar til 2-1. Eina løtu hevur føroyska liðið eitt sindur ilt við at koma fyri seg, men fær meiri og meiri yvirvág í spælinum. Tó kemur føroyska trýstið og útskiftingarnar ikki fyrr enn heilt móti endanum av dyst­inum, tá vit sparka einar tveir bóltar inn í brotsteigin hjá heimaliðnum. Serliga seinasta korterið tykist sum, at føroyska liðið hevur eitt lítið sindur meiri at bjóða upp á, men ikki ordiliga fær útnyttað tað. Nærmastur er Páll Andrasson Klettskarð, tá innlegg kemur innfyri úr høgru, men verjuspælari megn­ar akkurát at fáa høvdið á bóltin. Flott føroyskt mál Føroyska málið kom eftir gott uppspæl, tá okkara høvdu spælt bóltin sína mill­um fleiri ferðir. Gamaní mundi Christian Lamhauge Holst vera nakað heppin, tá hann endaði við at spæla Fróða Benjaminsen frían, men talan var í allar mátar upp eitt gott uppspæl. Fróði benjaminsen er nú elsti málskjútti á før­oyska lands­liðnum. Hann yvir­ hálv­leiki Kurt Mørkøre, sum hevði metið frá 2004, tá hann skor­aði móti Luxembourg. trondur@sosialurin.fo Føroyska landsliðið bleiv snøgt sagt snýtt av Johnny Casanova úr San Marino. Maðurin, sum dømdi sín dyrsta altjóða dyst, lat seg lumpa av kasastanskum framherja, ið tveitti seg í okkara brotsteigi Snýttir í Kasakstan Einki við brotsspark at gera Nam ikki við hann Gunnar Nielsen: Rógvi Baldvinsson: Gunnar Nielsen er bersøgin og ikki í iva um, at føroyska landsliðið aftur hevur verið órøttum. – Hatta hevur einki við brotsspark at gera, men døm­ingarnar fella ikki okk­ara veg í løtuni. Taka vit eitt nú dystin í Svøríki, so eiga vit brotsspark og Zlatan eigur at blíva útvístur. Skulu vit fáa úrslit á altjóða pall­inum, so er umráðandi at marginal­ arnir eru á okkara síðu, sigur Gunnar Nielsen argur á málinum. Føroyski landsliðs­ mál­verjin fekk eina heilt serliga uppliving, tá hann mátti søkja um nýtt innfararloyvi, tá passið hjá honum bleiv vekk í postinum. Gunnar kom ikki til Kasakstan fyrr enn tíðliga á dystardegnum. Hetta órógvaði fyri­reiking­ arnar, men Gunnar spældi alíkavæl ein framúr dyst í føroyska málinum. – Tað gekk ikki so væl í upphitingini og eg misti eini tvey innlegg, men eg vildi so gjarna spæla dystin. Lars Olsen legði eisini nógv fyri at fáa meg til landið, sigur Gunnar Nielsen og leggur afturat, at hann undir dyst­inum føldi seg væl. Tað var serliga brots­ spark­ið, sum Kasakstan bók­staviliga fekk, ið tók lufti­na úr føroyska liðnum. – Vit missa luftina, tá teir skora so tíðliga í seinna hálvleiki. Vit tosaðu nógv um tað í hálvleikinum, at vit máttu halda fast fyrstu minuttirnar og so fáa teir beotsspark, sigur Gunnar Nielsen. Tað tók eina løtu áðrenn føroyska liðið tveitti alt fram. Tað ásannar Gunnar eisini, men hann visti satt at siga ikki hvussu nógv tíð var eftir. – Tað ljóðar sum ein vána­lig umbering, men tað var ongin klokka á leikvøllinum og tí kundu vit ikki fylgja við hvussu tíð restaði í. Vit royndu at spyrja dómaran, men hann segði bara, at vit skuldu halda fram at spæla. Eg veit at tað ljóðar sum ein vánalig umbering, men tað órógvaði okkum, greiðir Gunnar Nielsen frá. Føroyski miðverjin er ikki í iva um, at Kasakstan fekk ein brotsspark í jólagávu, tá dómarin fimm minuttir inn í seinna hálvleiki metti, at Rógvi Baldvinsson hevði felt kasakstanska áleypara – Eg nam ikki við spælaran og eg havi tað tað fleiri ferðir í sjónvarpinum. Ongin nemur við hann og eg skilji enn minni av avgerðini nú, enn eg gjørdi tá hann dømdi tað, sigur Rógvi Baldvinsson. Í sjónvarpinum kann tað sígga út sum, at framherjin hjá Kasakstan við vilja renn­ ur í beinini á Rógva, men tað kennir Rógvi heldur einki til. – Tað kann gott vera, at tað sær soleiðis út, men eg føldi so einki. Also, eg visti ikki, at eg var í nánd av spælaranum fyrr enn eg sá tað umaftur í sjónvarpinum, sigur Rógvi Baldvinsson bilsin. – Keðiligt, men hatta er tíverri fótbóltur, staðfestur føroyski miðverjin, sum til dagligt spælir í Bryne í næst­ bestu deildini í Noreg. Rógvi Baldvinsson hevði leikbann, tá Føroyar spældu móti Svøríki, men hevur vunnið plássið aftur. Nógv bendir á, at Rógvi eisini verð­ ur í miðverjuni móti Týsk­ landi. trondur@sosialurin.fo Kasakstan - Føroyar 2-1 (0-1) 0-1 Fróði Benjaminsen, 23 1-1 Nurbol Zhumaskaliyev, 50 br 2-1 Andrei Finonchenko, 64 Dómarar úr San Marino Andrei Finonchenko skoraði sigursmálið hjá Kasakstan eftir yvasama rangstøðu Mynd: uefa.com