mánadagur 9. september 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Uppspælið til føroysak
málið. Tað var flott og
gjøgnumført føroyskt spæl,
har okkara spælarar hava
bóltin sína millum leingi og spæla
við stórum tryggleika. Gamaní er
seinasta avlevering ikki heilt uttan
hjálp, men tað tosa vit minni um.
Johnny Casanova og kasakstanska sjónvarpið. Dómarin úr San
Marino kostaði okkum dýrt. Hann dømdi sum heild illa, men tað
kostaði serliga dýrt, tá hann bríkslaði fyri brotssparki til Kasakstan.
Talan var als ikki um brotsspark. Hitt minusið fær framleiðslan hjá
kasakstanska sjónvarpinum, sum ferð eftir ferð megnaði at vísa heimaáskoðarar,
meðan føroyska liðið var í álopið. Heldur ikki vildu teir vísa “brotssparkið”
umaftur og ongantíð sóu vit um talan var um rangstøðu í 2-1 málinum. Og
so ditta vit okkum at grenja um føroyska sjónvarpið. Ljósár frammanfyri!
Gunnar Nielsen: 5
Spældi upp til sítt besta, hóast hann
var órógvaður í fyrireikingini. Hevði
eina bjarging í heimsflokki og helt
liðnum inni í dystinum. Kundi einki
gera við málini.
1
Jóhan Troest Davidsen: 4
Hevur spælt seg heitan í bókini hjá Lars
Olsen. Uttan var verða stórur, so fyllur hann
nógv og var helst óheppin, at Kasakstan kom
á odda 2-1, tí Jóhan stendur skeivumegin sín
mann í uppspælinum, men eisini hava at tað
er rangstøða. Hevði eina trupla byrjan, men
spældi seg upp.
4
Fróði Benjaminsen: 5
Elsti málskjútti á føroyska landsliðnum
við sínum 35 árum, men spælir sum ein
unglingi. Bakkar ikki ein tumma, vinnur
sínar nærdystir og torir at halda upp á
bóltin. Spælir sín dyst nummar 75 móti
Týsklandi. Flott Fróði.
7
Christian L. Holst: 2
Tað var sjáldan at Christian megnaði at
gera nakað við bóltin. Fekk ein gyltan
møguleika at skora í seinna hálvleiki,
men rakti bóltin illa. Ongin ivi um góðan
bóltførleikan, men tað manglar eitt
sindur frammanfyri málinum.
10
Jóan Símun Edmundsson: 4
Kom væl frá uppgávuni hesaferð. Helt væl
upp á bóltin og kláraði fleiri bæði at spæla
og dribbla seg úr kroystum støðum. Kemur
framvegis ikki til nóg nógvar møguleikar,
men toftamaðurin spælir nú aftur við
yvirskotið og tað er deiligt at síggja.
11
Súni Olsen: 3
Vørumerkið hjá Súna er deyðbóltarnir,
men teir kom hann óvanliga illani frá
í Kasakstan. Tað telur niður hjá einum
snillingini á økinum. Skuldi eisin fingið gult
kort í fyrra hálvleiki, men spældi annar
miðal, men deyðbóltarnir telja niður. Annars
altíð góður á bóltinum.
6
Jónas Tór Næs: 3
Hevði trupulleikar í verjustøðu og bleiv til
tíðir yvirspældur. Helst mundi hann hava
rætt, tá hann vildi hava kasakstanska
áleypara at vera rangstaddan í
uppspælinum 2-1 málið. Fekk gult kort
og er ikki við móti Týsklandi.
2
Hallur Hansson: 3
Sprutlaði av orku og hjálpti væl til
á miðvøllinum, hóast hann hevur
útgangsstøðið í høgra vongi. Kom
sjáldan í góða støðu í framrættaða
spælinum, men var partur av
uppspælinum.
9
Viljormur Davidsen: 4
Er so smátt við at seta seg á vinstra
bakk plássið. Hann spældi aftur ein
góðan dyst, har hann í avgerandi
løtum fær ruddað vekk í torførum
umstøðum. Torir eisin at spæla
framm eftir vøllinum.
3
Christian R. Mouritsen: 4
Kom bara heilt væl frá dystinum.
Vísti tekniskan bóltførleika á høgum
stigi og megnaði at finna ein hvítan
sum oftast í avspælinum. Átti lut í
málinum og avleveringina til stóra
møguleikan hjá Holst.
17
Rógvi Baldvinsson: 4
Spældi eisini yvir miðal í verjuni, men uttan
at beinleiðis spæla væl. Var dømdur fyri at
gera brotsspark, men tað var milt sagt ikki
til at síggja á upptøkunum úr Kasakstan,
og hann sigur eisini sjálvur, at hann ikki
rørdi spælaran.
5
(▼80.)
(▼80.)
Heini Vatnsdal:
(▲80.min)
Kom inn á miðvøllin og fekk
fleiri ferðir bóltin, men tá løgdu
kasakstanar seg eisini aftur at
verja. Ov stutt inni til at gera eina
meting.
Páll A. Klettskarð:
(▲80.min)
Byrjaði við at taka ein torføran
bóltin niður og tóktist fella væl inn
í spælið lítlu løtuna hann var inni.
Var millimetrar frá at javnað, tá
hann gjørdist akkurát ov stutt eftir
innleggi. Fríksligt innhopp, men ov
stutt til at gera eina meting.