mánadagur 9. september 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Rakti máltalvuna Nýggja máltalvan á Tórsvølli varð tikin í
brúk til U21 landsdystin millum Føroyar og Týskland. Hon stendur
á fimleikahøllini, Fimi. Tað skuldi eisini gerast ein týskari, sum var
fyrstur at sparka ein bólt í altjóða dysti og raka máltalvuna. Nú
vóna vit bara, at Mesut Özil og hinir týskarnir gera tað sama.
Teitur M. Gestsson: 5
Kundi ikki gjørt meir enn hann gjørdi.
Hevði eina bjarging í heimsflokki og
aðrar góðar. Sparkar væl út og tað
hjálpti upp á trýstið. Kundi ikki gera
nakað við málini.
Bárður Hansen: 4
Tað ber illa til at krevja meiri av høgra
bakkinum, sum var undir einum stórum
trýstið allan dystin. Hevði onkra
lykaltakling og tordi at spæla bólt
framm eftir vøllinum, men sjálvandi
komu týskarnir í gjøgnum í síðunum.
Hørður Askham: 5
Gjørdi hálvan annan feil, men spældi
annars sum tann brandurin hann hevur
verið í alt ár. Ruddaði ótrúliga nógv vekk
og smæddist ikki í nærdystunum. Tordi
eisini at koma niðan á framrættaðu
spælararnar og órógva teir.
Andras B. Vágsheyg: 4
Stóð væl sum avloysari fyri Sonna
Ragnar, men hevur ikki somu kropsligu
styrki. Serliga í rennidystunum var
Andras drúgvur og fekk ruddað vekk.
Gjørdi tó feilin, sum førdi til 3-0 málið.
Beinir Ellefsen: 3
Hevði uttan iva torførastu uppgávuna
við at renna aftaná Kevin Volland hjá
Týsklandi. Gjørdi alt tað hann kundi,
men liðskiparin hjá týskarunum hevði
takið á vinstra bakkinum. Vísti tó, at
hann er til reiðar at spæla á plássinum
í framtíðini.
Bogi Reinert Petersen: 5
Dagsins spælari á føroyska liðnum.
Miðvallarin stríddist allan dystin á
tamb, vann nógvar bóltar og slapp sær
skilagott av við bóltin. Bogi hevur spælt
seg upp til at blíva ein lyklaspælari á
U21 landsliðnum og á liðnum hjá ÍF.
Rógvi Joensen: 4
Orkan og ágrýtni manglar ongantíð.
Var í nógvum nærdystum og órógvði
uppspælið hjá týskarunum, men tað
gekk ikki altíð so væl í hond fram eftir
vøllinum.
Ivan Joensen: 2 (▼59.)
Var mest feil plaseraði spælarin á
vøllinum og tað sást eisini aftur í
avrikinum. Hann er ikki framrættaður
miðvallari og tá er ringt at røka plássið
móti Bundesligaspælarum. Ber ikki til at
seta fingurin á innsatsin, tí hann gav alt
hann átti, men misti ov oftani bóltin.
Ari Ó. Ellingsgaard: 3
(▼84.)
Spældi í løtum til eina hægri meting,
men fekk ikki fult burturúr, tá hann
millum annað fekk møguleikan at skjóta
uttanfyri brotsteigin. Var um ein háls
í fyrra hálvleiki, tá løgdu trýst á okra
høgru síðu, men vísti høgt teknist stig
í fleiri førum.
Gilli Sørensen: 2
Tóktist rættiliga uppsettur, men bleiv ov
sjáldan settur í góðar støður. Megnaði
heldur ikki at skapa tær støðurnar
sjálvur. Virkaði frustreraður, tí hann vildi
meir enn hann kláraði at gera. Hevði
besta føroyska møguleikan, men rakti
ikki málið.
Gunnar Zachariasen: 4
(▼83.)
Fekk nógv burturúr sínum lítla kroppi
í mun til stóru mótstøðumenninar.
Hælavleveringar og flottar tekniskar
detaljur riggaðu og ein undrast á, hvar
hesin spælari er í EB/Streymi. Spælir
altíð væl á U21 landsliðnum.
Heðin Klakstein: 4 (▲59.)
Kom væl inn í dystin og smæddist ikki
burtur á miðjuni. Vann okkum fríspark
í góðari støðu, tá hann bjóðaði allari
týsku verjuni av. Ein frísklig innskifting.
Sørmundur Kalsø: (▲83.)
Kom inn í álopið og var við í uppspæl
inum til gott álop, men ov stutt inni til
at gera eina meting.
Pál Mohr Joensen: (▲84.)
Var lítið á bóltinum meðan hann var
inni. Ov stutt tíð til at gera eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Planleggingin var í topp.
Fríggjakvøld,
gott
veður,
tjóðarleikvøllurin, eitt før
oyskt landslið við evnunum
at skapa sensatiónina og eitt
mótstøðulið í hiemsflokki við
spælarum, ið til dagligt spæla
í bestu deildini í Týsklandi.
Og so var tað prísurin – bara
50 krónur.
Kanst tú krevja meir av
eini fótbóltsuppliving?
Tað tykjast flestu fótbólts
áhugaðir føroyingar at halda,
tí tá endaliga áskoðaratalið
kom, vóru bara 689 áskoðarar
á Tórsvølli til dystin. Roynd
fólk á økinum vilja verða
við, at tað vóru ikki meiri
450 áskoðarar til staðar, men
tað er ein sannroynd, at teir
røsku áskoðararnir ikki fyltu
nógv á teimum 4.200 pláss
unum á Tórsvølli.
Livandi frá
fyrra hálvleiki
Føroyska liðið kemur livandi
frá fyrra hálvleiki. Faktist, so
hevur føroyska liðið onkrar
góðar
møguleikar
longu
aftaná heilt fáa minuttir, tá
vit fáa ikki bara eitt, men
tvey hornaspørk, umframt
at vit okkurt innkast, sum vit
tveita heilt inn í brotsteigin
hjá teimum.
Tað ganga tó bara sjey
minuttir, so vísa týsku spæl
ararnir gott spæl. Liðskiparin,
Kevin Volland, fær fatur á
bóltinum í vinstru og rekur
inn móti miðjuni. Samstundis
rennur Moritz Leitner í góða
støðu og fær eina neyva av
levering. Staddur nakað í
høgru meddar hann til og er
1-0.
Eina løtu renna okkara
aftaná og týska maskinan
tykist næstan verða uttan
feilir. Vit brúka nógva orku
og verjan saman við mál
manninum eru fleiri ferðir
um ein háls og fáa akkurát
vart fyri.
Serliga
Teitur
Matras
Gestsson hevur ein bjarging
í heimsflokki, men avdúkaði
aftaná at hann var eitt vet
heppin.
– Eg valdi síðu áðrenn, so
tað var heppið at hann skjeyt
í somu síðu, sigur Teitur M.
Gestsson.
Sum dysturin gongur gera
týsku spælararnir tó nakr
ar feilir, sum geva okkara
mót upp á meir. Einfaldar
avleveringar enda fyri føtur
nar á okkara og uppspælið úr
verjuni hjá teimum er heldur
ikki altíð so gott.
Vit fáa okkurt hornaspark
og innkast afturat, men
nærmast eru vit, tá Gunnar
Zachariasen rennur kapp við
verjuna hjá Týsklandi, men
er ein lítlan hálvan metur frá
at blíva leysur.
Manglar lítið
í at fáa mál
Í seinna hávleiki økir Týsk
landi til 2-0, tá Kevin Volland
leggur bóltin innfyri til Jonas
Hofmann, sum er tryggur úr
stuttari fjarstøðu.
Eins og í fyrra hálvleiki
Týskarar í
heimsflokki
U21 landsliðið
hjá Týsklandi er í
heimsflokki og tað
vístu teir á Tórsvølli
fríggjakvøldið. Føroysku
spælararnir vóru
ónøgdir við úrslitið,
men ásannaðu, at týska
klekingarmaskinan er í
serflokki. Hví bara 689
áskoðarar møttu up
er hinvegin ein gáta