Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur so renna okkara fyri tað mesta aftaná, men fleiri ferð­ir koma við í góðar støð­ ur. Besta møguleikan í dyst­ inum fær Gilli Sørensen, tá fær bóltin upp á tvørs av brots­teigarmarkinum, men rakar ikki málið. Innskiftið Heðin Klakstein vinnur eisini okkara eitt fríspark í góðari støðu, sum tó endar omanfyri málinum. Eisini innskiftið Sørmund Kalsø er við í uppbyggjandi spælinum til fínan møguleika, meðan Gunnar Zachariasen undan tí, við tekn­isk­um førleika á høgum stigi, tekur týsku verjuna á bóli. Tað blívur tíverri ikki til nakað mál til okkara, men heldur verður Andras Brixen Vágsheyg revsaður við kassa eitt, tá hann missur bóltin í uppspælinum. Kevin Volland vinnur bóltin og sendur Jonas Hofmann avstað í høgru. Hann trillar bóltin upp á tvørs til innskifta Leonardo Bittencourt, sum skorar. Ónøgdir føroyingar Hóast mótstøðan var møtu­ mikil, so eru føroyingarnir ikki nøgdir við úrslitið. – Vit kunnu ikki vera mis­nøgdir við avrikið hjá okk­ara monnum. Tað var vónbrot, at vit løgdu rygg til 3-0 tap, tí tað var óneyðugt, hóast hetta kanska var besta liðið, sum okkara U21 lands­lið nakrantíð hevur spælt ímóti. Tað hevði sæð betri út, um úrslitið hevði verið 2-0, og síðsta málið var óneyðugt mistak. Hóast vit strídd­ust alla tíðina, so megn­aðu okkara at bjóða av heilt fram til síðsta minutt. Týskland kundi havt skorað fleiri mál, og vit høvdu eisini møguleika at skora. So alt í alt var munurin ivaleyst trý mál millum Føroyar og Týsk­ land. Vit eru vónbrotnir, men hetta er munurin, og tað er sjálvandi ikki optimalt, at vit noyddust at skifta fimm menn út, tá sammett verður við síðsta dyst, staðfesti Bill Jacobsen. – Tað var spell, at teir skor­aðu bæði í 7. minutti í 1. hálvleiki og 7. minutti í 2. hálvleiki. Ivaleyst koyrdu teir serliga nógv á fyrstu løturnar. 3-0 málið var harmuligt, tí tá var talan um persónligt mis­ tak, men tað kann henda. Um teir høvdu vunnið 2-0, so høvdu vit kanska verið nøgdir, men tað eru vit ikki nú, sigur Teitur M. Gestsson, sum vardi føroyska málið. – Vit hittu teir fyri nøkrum árum síðani í U17 kapping. Tá taptu vit 8-0, so sammett við tað úrslitið var hetta mun­ andi betri, staðfestur Gilli Sørensen, sum var alt annað enn nøgdur við sítt egna avrik. Speglið tykkum, dreingir Tað vóru fleiri flokkar á muni á Tórsvølli fríggjakvøldið. Týsk­land hevur millum tey bestu landsliðið í heiminum, meðan vit eru eini 48.000 her á landi. Vit fingu einki stig og einki mál, men vónandi hava allir spælarar á føroyska U21 lands­liðnum fingið eina ábend­ing um hvat skal til fyri at vera í elituni í heims­ fótbólti. Vónandi koma royndir­nar frá hesum dyst­ inum at geva okkara spæl­ arum íblástur til framtíðina. Týskland vann dystin, men størsta sigurin fekk før­ oyska U21 við at sleppa at royna seg móti heimselituni. trondur@sosialurin.fo Uttan áleypara U21 landsliðið er í tí sermerktu støðu, at liðið ongan beinleiðis áleypara hevur til taks. Gunnar Zachariasen hevur røkt uppgávuna, men hann er nokk heldur ein framrættaður rmiðvallari. Av tí at Poul Ingason er við U19 landsliðnum, so kom miðverjin hjá KÍ, Sørmundur Kalsø, inn í álopið móti endanum. Bernd Leon: 4 Hevði at kalla einki at gera, tí innleggini blivu ruddaði vekk og skotini fóru uppum. So tað ber illa til at geva honum meir enn 4. Erik Durm: 4 Borussia Dortmund bakkurin vísti bara í støðum sítt sanna virðið, tá hann kom fram við í álop. Hevði annars Gilla undir hond og dekka hann væl. Matthias Ginter: 4 Spældi ikki so sannførandi, sum tað kanska kundi verið roknað við í einum slíkum dysti. Kom í óføri minst tvær ella tríggjar ferðir, men einki mál fór í gjøgnum, so tað var nokk á góðari leið. Shkodran Mustafi: 3 Klárt veika punktið á týska liðnum, um tað ver til at tosa um tað. Stórur og sterkur, men veikur í uppspælinum og lutfaldsliga seinur á fótum. Kom sær fleiri ferðir í óføri í fyrra hálvleiki. Marvin Plattenhardt: 5 (▼83.) Vinstri bakkurin kom nógv framvið og tað gjørdi lívið torført í okkara høgru síðu. Tryggur á bóltinum, men hevði ávísar trupulleikar við okkara uppspæli, tá Báður og Ari fingu tað at rigga. Leon Goretzka: 5 Framúr miðvallari, sum er ótrúliga sterkur á bóltinum. Gjørdi lívið súrt hjá føroyska miðvøllinum. Var nógv á bóltinum og misti hann sjáldan. Framtíðar stórspælari. Moritz Leitner: 6 Komandi stjørna í týskum fótbólti. Skoraði tað fyrsta málið og spældi ein framúr dyst. Gav seg helst ikki meir enn miðal til dystin, men tað var meir enn nokk til at vinna. Özkan Yildirim: 5 Spældi sum hinir báðir á miðvøllinum væl. Skjótur og kvikur á bóltinum. Góður til skjótt spæl í lítlum økum og eina støðug hóttan. Amin Younes: 4 (▼61.) Vinstri vongurin var nógv á bóltinum í fyrra hálvleiki, men tað bleiv ikki ordiliga vandamikið hjá honum. Men tá tað er sagt, so spældi hann væl. Kevin Volland: 6 Ein støðug hóttan á høgra vongi. Fekk bóltin og leitaði inn í vøllin at kalla hvørja ferð. Var íblandaður øllum málunum, sum Týskland fekk. Besti spælarin á vøllinum. Phillip Hofmann: 2 (▲45.) Stóri áleyparin fekk lítið burtur úr móti Hørðuri og føroysku verjuni. Kom til tveir stórar møguleikar við høvdinum, men Teitur bjargaði báðu ferð. Bleiv skiftur út í hálvleikinum. Leonardo Bittencourt: 5 (▲61.) Kom inn og setti lív í miðvøllin hjá týskarunum. Skoraði tað triðja málið, men spældi sum heild eisini væl. Avgjørt eitt navn at halda eyga við. Michael Vitzthum: (▲83.) Kom inn seinastu løtuna. Ov stutt tíð til at gera eina meting. Avrik: tøl 1 til 6 Bernd Leno Matthias Ginter Shkodran Mustafi Erik Durm Marvin Plattenhardt (Michael Vitzthum, 83.min) Leon Goretzka Moritz Leitner ■ Özkan Yildirim Amin Younes Kevin Volland (Leonardo Bittencourt, 61.min) Phillipe Hofmann (Jonas Hofmann, 46.min) Teitur M. Gestsson Andras B. Vágsheyg Hørður Askham Bárður Hansen Beinir Ellefsen Rógvi Joensen Bogi R. Petersen ■ Ivan Joensen (Heðin Klakstein, 59.min ■) Ari Ellingsgaard Gilli Sørensen (Pál M. Joensen, 84.min) Gunnar Zachariassen (Sørmundur Kalsø, 83.min) Føroyar - Týskland U21 0-3 (0-1) 0-1 Moritz Leitner, 7 0-2 Jonas Hofmann, 52 0-3 Leonardo Bittencourt, 80 Dómari: Tore Hansen (NOR) Myndir: Álvur Haraldsen Á bonkinum uttan at koma inn: Johan Jacobsen, Hallgrím Hansen, Eli F. Nielsen, Teitur Justinussen Venjarar: Bill M. Jacobsen og Heðin Askham Á bonkinum uttan at koma inn: Marc-André ter Stegen, Antonio Rudiger, Robin Knoche, Nico Schulz Venjari: Horst Hrubesch Stríðsandin. Tað er ótrúligt at síggja hvussu nógv ungu spælararnir leggja fyri dagin, tá teir umboðað føroyska U21 landsliðið. Teir arbeiða hugagóðir líka til dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð. Flott! Afturvendandi trupulelikin við ov fáum áskoðarum. 689 áskoðarar sigur metingin hjá FSF, men tá vóru vist nokk bæði bóltadreingir og spælarar taldir við, tí tað sá ikki út til at vera meiri enn 450 áskoðarar sambært royndum fólki á økinum. Gilli Sørensen og hinir føroysku leikararnir stríddust væl móti týsku fótbóltsmaskinuni