mánadagur 9. september 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Hóast tað á mannfólkasíðuni
í vikuskiftinum bara var
ein
landskappingardystur
í tveimum teimum ovastu
deildunum, so vakti útsetti
dysturin í 1. deild við Stórá
millum TB og B71 ans.
Úrslitið
var
málleysur
javnleikur. Harvið eru hesi
bæði liðini framvegis niðan
fyri strikuna, og serliga hjá
sandoyingum sær tað nú
svart út.
TB hevði fyrireikað seg
væl. Í royndini at varðveita
plássið í deildini hevði tað
stóran týdning at vinna øll
stigini. Tí vóru sjey spælarar,
sum eru á og í nánd av besta
liðnum, millum teir fyrstu
ellivu.
TB trýsti, og TB hevði
nógvar møguleikar. Leiklut
urin hjá sandoyingum var
at verja og at sparka burtur.
At tað ikki eydnaðist var
málverjanum hjá B71 fyri at
takka. Millum B71 stólparnar
stóð
superveteranurin
Waldemar Nowicki, sum í
januar verðu 53 ár!
Men sambært høvuðsleik
aranum skal ikki roknast við,
at hann verður fastur maður
í B71 málinum, har hann
var fastur fúsur frá 1994 og
fram til 2005. Í 2008 spældi
hann ein dyst, men síðani
hevur hann hjálpt til sum
hjálparvenjari:
- At eg leygardagin fór
í málið var av neyð. Fleiri
spælarar vóru ov seinir til
Smyril. Tá ið hann loysti,
vóru tað níggju spælarar
umborð og so venjarin Allan
Mørkøre og eg. Vit tosaðu um
støðuna og funnu skjótt út
av, at tað var einki annað at
gera, enn at eg fór í málið at
standa, og Allan spældi við.
Hann hevur spælt í síðstuni
og víst, at tað framvegis er
dugur í honum. Men eg havi
ikki staðið í málinum í fleiri
ár, og eg hevði ikki ímyndað
mær, tá ið vit fóru frá húsum
leygarmorgunin,
at
tað
skuldi tørna soleiðis út, sum
tað gjørdi.
Tað verður sagt, at tú
megnaði uppgávuna so fram
úr væl?
- Trýstið var stórt, so eg
keddi meg ikki. Tað ráddi
um at gera tað sum frægast,
og hjá málverja er tað altíð
hugaligt, tá ið tað eydnast at
halda mótstøðumonnunum
frá at gera mál. Serliga tá ið
teir hava nógvar møguleikar
at skora.
So tað kann roknast við, at
Allan fer at biðja teg aftur?
- Nei, nei. Hetta var av
neyð. Nú mugu ungu menn
inir hava ábyrgdina, og so
fæst at síggja, hvussu tað
lagar seg, sigur Waldemar
Nowicki, sum er føddur 23.
januar í 1961 og harvið er 52
ára gamal.
Hann kom fyrstu ferð til
Føroyar og B71 í 1994. Tá var
B71 í bestu deildini. Árið fyri
vunnu sandoyingar steypa
kappingina eftir minniliga
finalu ímóti HB. Tí royndu
Waldemar og liðfelagarnir
seg í 1994 í europeisku steypa
kappingini, har mótstøðuliðið
var HJK Helsinki.
Kennir tú teg sum skop
uning?
- Her hava vit búð í so nógv
ár, so tað sigur seg sjálvt, at
vit kenna okkum heima her.
Genturnar báðar hava gingið
í skúla her í Skopun og á
Meginskúlanum. Nú arbeiða
tær í Havn. Drongurin gong
ur í skúla her. Hann er bitin
av fótbóltinum, og leygar
dagin luttók hann í U10 kapp
ing á Sandi.
Waldemar arbeiðir á flaka
virkinum í Skopun:
- Í síðstu viku var ikki so
nógvur fiskur, men í morgun
sær betri út. Trolarar hava
landað, og her er nógv at
gera.
Røkja tit sambandið til
Polen?
- Har hava vit familju, og
nútíðar tøknin ber við sær, at
tað er nógv lættari at fylgja
við nú, enn tað var tey fyrstu
árini. Í summar vóru vit og
vitjaðu í tveir mánaðir. So
jú, vit røkja heimlandið og
familjuna, men okkum dámar
væl í Skopun og Sandoy, her
vit kenna okkum at vera part
av lokalsamfelagnum.
Hugsa tit um at flyta aftur
til Polen?
- Tað er spurningurin.
Har eru konan og eg fødd
og uppvaksin, og vit siga, at
í summar vóru vit heima og
vitjaðu. Børnini vita ikki um
annað, enn at búgva í Føroy
um, so tað er torført at siga,
hvat fer at vísa seg í fram
tíðini.
Spurningurin er so, um
tað er nakar, sum kann vísa
á, um nakar spælari, sum er
eldri enn 52 ára gamli Walde
mar Nowicki, sum hevur
spælt í bestu ella næstbestu
deildini!
ítróttur
1. deild kvinnur støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
EBS/Skála
13
12
0
1
51
7
+44
36
2
KÍ
13
11
1
1
68
9
+59
34
3
HB
12
7
1
4
39
13
+26
22
4
B36
13
6
2
5
17
20
-3
20
5
ÍF
13
4
0
9
15
59
-44
1
6
Víkingur
13
1
2
10
4
50
-46
5
7
AB
13
0
2
11
4
40
-36
2
8
B68/NSÍ
0
0
0
0
0
0
0
0
1. deild menn støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B68
23
12
8
3
60
27
+33
44
2
HB II
23
13
3
7
55
36
+19
42
3
Skála
23
11
6
6
57
35
+22
39
4
FC Suðuroy
23
11
4
8
52
43
+9
37
5
B36 II
23
10
3
10
53
47
+6
33
6
Víkingur II
23
10
3
10
42
40
+2
33
7
KÍ II
23
9
2
12
47
49
-2
29
8
EB/Streymur II
23
7
5
11
36
51
-15
26
9
TB II
22
7
2
13
33
60
-27
23
10 B71
22
5
2
15
19
66
-47
17
KÍ-B36 2-1 (1-1)
0-1: Vár Næs 20.
1-1: Sigrid Jacobsen 24.
2-1: Maria K. Thomsen 66.
ÍF-EBS/Skála 0-6 (0-3)
0-1: Kára Djurhuus 5.
0-2: Margunn Lindholm 15.
0-3: Sigrun K. Kristiansen br 31.
0-4: Silja Johannesen 49.
0-5: Ansy Sevdal 60.
0-6: Íðunn Magnussen 75.
AB-Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Ásleyg Súnadóttir 36.
1-1: Bjørg Jarnskor 88.
fótbóltur
16. umfar í kvinnudeidini í
fótbólti var á skránni í góð
veðrinum í gjár. Støðutalvan
segði, at KÍ, EBS/Skála og HB
vóru favorittar, og allir favo
rittarnir vunnu fulla úrtøku.
KÍ var á útivølli ímóti
Víkingi, og tað var eingin
slingur í valsinum hjá teimum
úr Klaksvík. Tær vunnu 7-0,
eftir at hálvleiksstøðan var
4-0.
Við Margáir hevði odda
liðið EBS/Skála vitjan av AB,
sum er aftast. Heimaliðið
skoraði tvey mál fyrrapartin
av 1. hálvleiki, og tað var tað.
Tað verður nýtt umfar
mikukvøldið, og tá verður í
Klaksvík mest sum avgjørt,
um tað verður EBS/Skála ella
KÍ, sum skal vinna FM.
Í gjár varð tað mest sum
greitt, at tað verður HB, sum
vinnur bronsukrónurnar. Í
grannauppgerðini ímóti B36
vann HB 3-0. Øll málini vórðu
skorað í 2. hálvleiki.
Víkingur-KÍ 0-7 (0-4)
0-1: Sigrid Jacobsen 1.
0-2: Laila Pætursdóttir 4.
0-3: sjálvmál 30.
0-4: sjálvmál 45.
0-5: Rannvá B. Andreasen 47.
0-6: Rannvá B. Andreasen 67.
0-7: Sigrid Jacobsen 75.
EBS/Skála-AB 2-0 (2-0)
1-0: Silja Johannesen 10.
2-0: Sólja Eiðisgarð 19.
B36-HB 0-3 (0-0)
0-1: Elin Maria Isaksen 65.
0-2: Milja Simonsen 67.
0-3: Elin Maria Isaksen 90.
Støðan á faroesoccer.com
Favorittarnir fingu fult
Neyðin noyddi Waldemar aftur í málið
Hóast TB hevði nógvar úr besta hópinum á liðnum, so megnaði 52 ára gamli Waldemar Nowicki
at halda tætt í B71 málinum, og harvið var úrslitið við Stórá málleysur javnleikur