Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Seinastu tvey árini og fyrstu mánarnir í 2013 hevur vøksturin í ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum verið rættiliga markantur, men nú sær út til at vøksturin er avtakandi. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Hann vísir á, at vøksturin í august var einans 2,1 prosent ella 562 ferðafólk, um samanborið verður við august í 2012. Samlaði vøksturin higartil í ár er sostatt 5,6 prosent ella 8.829 ferðafólk. – Ein av orsøkunum til avtakandi vøksturin kann vera, at summarferðaætlanin hjá Atlantic Airways byrjaði seinni í 2013 enn í 2012. Tó so at summarflúgvingin til London gongur inn í september í ár. Ein onnur orsøk kann vera eitt lægri tal av flogtúrum ímillum Føroyar og umheimin, sigur hann. Frá januar til august í 2012 var talið av komum og fráferðum umvegis flogvøllin í Vágum 3.565. Higartil í ár er talið av komum og fráferðum 3.067. Hetta er ein minking á 14 prosent. – Havast skal tó í huga, at einki offshore virksemi hevur verið í 2013, og at hetta stóð fyri umleið 3,5 prosent í 2012. Væntandi verður aftur offshore virksemi í 2014, sigur Jákup Sverri Kass. Vøksturin í ferða­ fólkatali minkar 500 færri komur og fráferðir vóru um flogvøllin Vilmund Jacobsen Eitt línuskip kemur heim av Flemish Kap hesa viku­na. Sjey línuskip eru und­ir Íslandi, og trý eru und­ir Føroyum. - Línuskipið, sum kem­ ur av Flemish Kap, fiskar tosk og landar fyrst í hesi vikuni. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at skipini undir Íslandi fiska mest bros­mu og longu og koma helst at fiska nakað av toski, hýsu og blálongu. - Eitt línuskip undan Ís­landi landar í dag, og eini tvey ella trý skip und­an Íslandi landa sein­ ni í hesi vikuni. Lagt verður aftrat, at eitt línuskip, sum roynir undir Føroyum, fiskar tosk og hýsu, og eitt skip fisk­ar tosk, svartkalva og blá­longu. - Seinasta línuskipið und­ir Føroyum fiskar mest brosmu og longu. Vit vænta, at tvey línuskip und­an Føroyum landa sein­ast í hesi vikuni, og triðja­skipið landar helst ikki fyrr enn í aðru viku. Um útróður, sigur mark­nað­urin, at streym­ ur­in verður góður, og veðr­ið sær eisini út til at fara at roynast. Tí verður rokn­að við, at nakað verð­ ur av útróðri. - Útróðrarbátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu og nakað av hvítingi. Onkur útróðrarbátur royn­ir eisini eftir kalva, sig­ur Fiskamarknaður Før­oya. Vænta nøkur línuskip hesa vikuna Vilmund Jacobsen Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at allir djúp­ vatns­trolararnir uttan ein fiska makrel. Tann, sum er á va­n­ligari ísfiskaveiði, er á djúp­um vatni og fær mest av svartkalva og kongafiski. Vænt­andi landar hesin djúp­vatns­trolarin fyrst í hesi vikuni. Fýra partrolarapør fiska á landgrunninum, og tey fáa mest av upsa og nakað av longu og toski sum hjá­ veiði. Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trý pør fiska gull­laks og fýra pør fiska makrel. - Vit vænta, at tvey pør - ella fýra ísfiskatrolarar - landa í dag, og so koma hin­ir inn at landa í seinni í viku­ni. Tá sagt verður, at trý pør fram­vegis fiska gulllaks, er hetta nokk ikki heilt rætt, tí eitt nú hava Stjørnan og Polar­hav, sum annars hava ver­ið á gulllaksaveiði, nú ver­ið á makrelveiði. Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tíðin á land­ leið­ini hjá trolbátunum var úti 7. september, og tí vænt­ar marknaðurin, at trol­bát­ar, sum hava roynt á land­leiðini, koma inn at lan­da í dag. Av gull­laksi á makrel­veiði Onkrir av ísfiskatrolarunum, sum seinastu mánaðirnar hava fiskað gulllaks, eru nú farnir á makrelveiði Martin í Nesi, málara­meistari, hev­ ur fingið arbeiði upp á at mála saltsilo’ina á Drelnesi. 348 krón­ ur vóru á muni á til­ boð­num hjá honum og einum øðrum málar­a­meistara Tangavirkið í Vági ger í løtuni tríggjar tangar á 30.000 litrar hvør til Effo í Klaksvík. Tangarnir verða leveraðir seinni í heyst