mánadagur 9. september 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mann kann keypa gull ov dýrt
Dagfinnur Danbjørg
Samfelagsliga nýtsluvirði
av Skálafjarðartunnlinum
sigst - eftir tunnilsfjeppara
útsøgn– at vera 2,5 mia. kr.
Samstundis sigur Jørn
Astrup fyrrv. bankastjóri, at
CIP kann hála 100 mill. kr.
úr føroyska fólkinum hvørt
ár. Hetta svarar til kr. 2000
pr. føroying – stór sum smá
– hvørt ár.
Meðan Berlingarin slær
fast, at Skálafjarðartunnilin
eftir CIP-projekti fer at kosta
føroysku bilistunum minst
fýra mia. í bummpengum.
So eru vit tað klókari.
Fyri okkum, ið skjótt bert
hava Himmalvegin eftir – er
dugnaloysi í tunnilsmálinum
til at liva (og doyggja) við.
Men stakkals børn, ommu
og abba børn, ið skulu
leggja rygg til kostnaðin av
ørvitisprojektunum
bæði
sum er og komandi – kemur
skil ikki aftur í, so vit fáa eitt
fólkastýri av fólkinum fyri
fólkið.
Sum er, sær tað ljótt út.
Gott at Himmalvegurin er
har og ikki skal projekterast
og byggjast av CIP, Kára, Kaj
og teirra viðhaldsfólkum,
tí so hevði skaðin gjørst
fullkomin.
Loynifundur sunnudag
Henrik Old
Fyrst tøkk til Dimmu fyri at
avdúka, at løgmaður ætlar
sær í pengatangan hjá Sam
haldsfasta.
At Løgmaður hevur loyn
ifund ein sunnudag um,
hvussu hann kann fáa fingr
arnar í Samhaldsfasta, fyri
at vinna sær politiskan frið
nakrar dagar ber boð um at
talan er um ein politiskan
leiðara sum er púra despe
ratur.
Tað vóru fleiri sum óttað
ust avleiðingarnar, tá sam
gongan í vár tók ræði á Sam
haldsfasta, og tað var skjótt,
at hesi fingu rætt.
Minnist aftur á svarið
frá Sambandsflokkinum, tá
roynt var undir samgongu
samráðingunum á sinni, at
fáa gongd á hart tiltrongda
útgjaldið úr Samhaldsfasta.
Tí er tað heilt ófatuligt, at
sami flokkur, nú torir at
hugsa tankan, at sleppa
samgonguni niður í Sam
haldsfasta.
Havi sjálvur fleiri ferðir,
alment funnist at gamla
stýrinum fyri grunnin, tí
vandin við at samla nógvar
hundrað tals milliónir (nú
eina milliard) saman, ístaðin
fyri at gjalda størsta partin
út til pensjonistarnar, er jú
tann, at kemur ein flokkur
sum Sambandsflokkurin, við
einum djúpt høgravendum
leiðara til ræði, so er vandi
á fer.
Eitt skal løgmaður vita,
at um lív og heilsan verður,
so sleppur Løgmaður ikki at
tøma Samhaldsfasta uttan
svørðsslag.
Áheitan á
Anniku Olsen
um eldraøkið
í Eysturoynni
Alfred Olsen
Tingmaður fyri
Sambandsflokkin
Eldrasambýli á
Strondum og Heimið
á Mýrunum
Tíverri má eg ásanna, at
handfaringin í Almanna
ráðnum av eldraøkinum í
Eysturoynni hesi seinnu
árini langt frá hevur verið
nøktandi og at Ráðið í staðin
fyri at stimbra og ment
røktina á eldraøkinum, hev
ur lagt fótonglar fyri einari
nátúrligari menning innan
eldrarøktina, saman við
kommununum. Her hugsi
eg um ætlanirnar at niður
leggja Heimið á Mýrunum
(8 búpláss) og mótviljan til
at geva Sjóvar kommunu
loyvi til at byggja og veita
játtan til rakstur av bý
lingshúsi/ eldrasambýli á
Strondum.
Tørvurin á búplássum
innan eldraøki
At Almannaráiðið ikki hev
ur megna sína uppgávu hesi
seinastu árini, er bíðilistin í
Eysturoynni týðiligt tekin
um, har 100 fólk nú standa á
bíðilista, harav 15 fólk hava
bráfengis tørv at koma á
ellisheim, serliga tá eg hugsi
um, at Eysturoyggin, sum
áður gekk á odda og kundi
veita ein góða tænastu til
tey sjúku og eldru á ellis-
og røktarheimi og eldra
sambýlum, nú hevur ein
slíkan bíðilista.
Áheitan á
Anniku Olsen
Tí heiti eg hervið alment á
Anniku Olsen, landsstýris
kvinnu, um at sleppa øllum
ætlanum um at niðurleggja
Heimið á Múrunum og at
játta Sjóvar kommunu, bæði
at byggja og at játta pengar
til raksturin av eldrasambýli
á Strondum. Hesi bæði
tingini eru alneyðug fyri at
bøta um vandastøðuna á
eldraøkinum í Eysturoynni.
Verður hetta ikki gjørt,
so er vandi fyri, at støðan
gerst katastrofal, tí verandi
støðan er bæði álvarsom
og darvandi fyri allar part
ar í rakstinum á øllum ver
andi eldrasambýlum og
á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi.
Mín stuðul
Eg kann veita Anniku Olsen
mín stuðul til uppbygging
av tænastunum á eldra
økinum, men hinvegin vil
eg átala og stríðast móti
øllum tiltøkum, sum gera
tænasturnar innan eldra
øki verri, sum nú inni í Eyst
uroynni, har støðan er við
at gerast sera álvarsom.
Hvat so?
Kristina Samuelsen
advokatur
Hvussu tryggja vit dygdar
góða upplýsing av málum,
og hvat skulu vit hava em
bætisfólk til? (framhald av
grein fyri viku síðani)
Hvussu kann man so finna
varandi loysnir á hesum
trupulleika,
sum
kanska
eisini kunnu verja løgmann
og landsstýrismenn ímóti at
koma í slíkt ódnarveður eina
aðru ferð?
Hetta snýr seg ikki um
tunlar og heldur ikki um
partapolitik. Hóast tað sjálv
sagt eisini fyllur nógv í kjak
inum.
Hevði nú vónað, at onkur
fór at spyrja løgmansstjóran,
hvat hon helt, at man kann
gera fyri at sleppa undan hesi
ónøgd við arbeiðslagnum hjá
landsstýrinum eina aðruferð.
Tá tað framvegis ikki tykist
finnast aðrar loysnir, enn at
ofra ein landsstýrismann,
havi eg hug at koma við
nøkrum hugskotum!
Man kundi t.d. broytt lóg
arteknisku eftirkanningina
hjá løgdeildini í Innlendis
málaráðnum frá at vera eitt
tilboð til at verða eitt krav
fyri, at mál kunnu leggjast
fyri landsstýrisfund. Heilt
fram til januar 2010 var tað
ein tvungin skipan.
Man kundi kravt, at eftir
kanningin eisini skal liggja við
uppskotinum, tá tað verður
lagt fyri landsstýrisfund, og
tá uppskot seinni verða løgd
fyri Løgtingið.
Man kundi víðkað eftir
kanningina frá eini lógartekn
iskari til eina innihaldsliga
eftirkanning. Innihaldsliga
eftirkanningin kundi, um
framt at vera løgfrøðilig,
verið víðkað til eisini at
seta krøv um eina veruliga
lýsing av fíggjarligum, um
hvørvisligum, samfelagslig
um og øðrum viðkomandi
avleiðingum.
Ikki
bara
bingoplátan, har man skal
krossa ja ella nei um hesi
viðurskifti, møguliga við eini
hissini frágreiðing frá einum
málsviðgera, sum sjálvdan
hevur serkunnleika um hesi
viðurskifti.
Man kundi, um vit taka
dømi frá fyriliggjandi tunn
ilsmáli, útgreinað krøvini
til lýsingina av fíggjarligu
avleiðingunum
–
kanska
tikið okkurt við um, at
man skal upplýsa um bestu
samfelagsnýttuna av eini
verkætlan alt eftir, hvussu
hon verður framd. Sam
stundis hevði hetta eisini
passað væl við tankarnar
aftan fyri játtanarlógini.
Um lántøka er fortreyt
fyri uppskotinum, kundi man
t.d. kravt at fingið upplýst
metta ávirkan á ratingina
hjá Moody's.
Man kundi sett krav um,
at sjálvbodnar viðmerkingar
frá bæði fakfólki og leikfólki,
innan og uttan fyri mið
fyrisitingina, seriøst skulu
viðgerast og metast um við
eini innstilling frá umsitingini
til landsstýrisfund.
Og ja, tað er strævið, tá alt
hetta skal gerast, tað krevur
tol, tíð og orku og inniber
harvið eisini kostnað. Men í
longdini vildi tað givið eina
betri upplýsing av teimum
málum, sum verða borin
fram til politiska avgerð og
vónandi eisini hækkað um
dygdina á tí, sum verður
samtykt.
Skulu vit hava eitt em
bætisverk, ið byggir á eina
aðalreglu um at tæna politik
arunum, so eiga tey eisini at
verða skift út saman við
politikarunum, og teirra løn
ikki goldin úr landskassan
um.
Týdningurin av at telja ein
meiriluta í tøkum tíma skal
man tó heldur ikki síggja
burtur frá. Politisk ivamál
verða sjálvdan loyst í Løg
tinginum.
Einki er so ringt, at tað
ikki er gott fyri okkurt. Mót
mælisfundirnir hava sett
fokus á ein grundleggjandi
trupulleika, sum onkur nú
vónandi sær orsøk til at
royna at loysa.
Við hesum vil eg gera eina
roynd at leggja upp til eitt
framhaldandi konstruktivt
kjak, bæði um hvussu vit fáa
tað besta burtur úr tí vitan,
sum okkara lærdu og leikfólk,
úti og heima, sita inni við, og
um hvussu vit skipa okkara
embætisverk.