mánadagur 9. september 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Starvsfólk til Snarskivuna
Høvuðsuppgávan
er at skráseta borgarar í Tórshavnar kommunu í
Landsfólkayvirlitið og annars røkja tær uppgávur,
ið lógin um landsfólkayvirlit áleggur kommunum.
Tað kann vera at eftirkanna møguliga skeivar
skrásetingar og lata øðrum upplýsingar úr skránni.
Aðrar uppgávur
er daglig avgreiðsla av viðskiftafólki og veitan av
tænastum av ymiskum slag um disk, telefon ella
netskipanir.
Førleikarnir
vit sóknast eftir er skrivstovuútbúgving ella
onnur útbúgving og royndir, ið kunnu sammetast
við hetta. Viðkomandi skal duga at orða seg
væl munnliga og skrivliga á føroyskum. Tað er
eisini ein fyrimunur, um umsøkjarin skilir og
tosar enskt.
Er kundarøkt og lættari málsviðgerð
nakað fyri teg? So ert tú kanska nýggi
starvsfelagin, vit leita eftir.
Landsfólkayvirlitið er týdningamikil skráseting,
ið er tengd at øðrum skipanum. Tí er tað av stór-
um týdningi, at viðkomandi er væl skipað/-ur og
hevur tev fyri KT.
Snarskivan er tænastumiðdepilin hjá Tórshavnar
kommunu, og leggja vit stóran dent á, at starvs-
fólk eru tænastusinnaði og samskifta soleiðis, at
viðskiftafólk altíð kenna seg væl móttiknan.
Setanartreytirnar
eru sambært sáttmálanum við Starvsmanna-
felagið, og lønin er í 3. flokki. Talan er um full-
tíðarstarv, ið verður sett skjótast til ber.
Umsóknin
saman við prógvum og møguligum ummælum
skal í seinasta lagi 23. september 2013 latast
Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110
Tórshavn.
Merk umsóknina „Starvsfólk til Snarskivuna“.
Fyrispurningar
um starvið kunnu setast Róki Tummasarson,
deildarleiðara, telefon 302010 ella
rokur@torshavn.fo.