Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 11. septmeber 2013 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Síðani Petra Johnsdóttir Joen­sen varð koyrd úr star­ vi í juli hevur aðalstjórin í Almannamálaráðnum virk­a­ð sum fyribilsstjóri í Al­man­na­verkinum aftur at aðal­stjóra­starvinum. Men tann uppgávan – at vera aðalstjóri og stjóri á ein­um av landsins størstu ar­beiðs­plássum í senn – er ov stór fyri ein og sama per­són. Tað staðfestir Annika Ols­en, sum nú hevur sent Eyð­un Mohr Hansen inn á stjóraskrivstovuna í Almannaverkinum at vera burturav, til nýggj­ur stjóri er settur. Tað merk­ir sam­ stundis, at hann er loyst­ur frá aðal­stjóra upp­gávu­ni í Al­manna­mála­ráðnum. Annika Olsen hevur í stað­in sett Johnhard Klett­ heyggj at røkja uppgávuna sum aðalstjóri, til Eyðun Mohr Hansen er leysur úr Almannaverkinum. Jo­hn­hard Klettheygg er leið­andi løg­frøð­ingur fyri bæði Al­manna­málaráðið og Heilsu­mála­ráð­ið. - Avgerðin varð tik­in og sett í verk um viku­skiftið, sigur Annika Olsen, lands­ stýr­i­s­kvin­na í al­man­na­ mál­um. Hon vil tó ikki siga, hvørt tað var eitt mistak at lata Eyð­un Mohr Hansen røkja bæði aðalstjórastarvið og stjór­ a­starvið á Al­man­na­ver­k­i­ n­um í senn. Men lands­stýris­kvinn­ an í almannamálum sig­ur seg tó hava roknað við, at tað fór at ganga skjót­ari at seta nýggjan stjóra fyri Al­man­na­verk­ið. Sum skilst verður lýst eft­ir nýggjum stjóra til Al­manna­verki­ð fyrsta dag­in. Men har­afturat má rokn­ast við, at tilgongdin at seta nýggjan stjóra tek­ ur tíð. Klettheyggj nýggjur aðalstjóri Stjórastarvið á Almannaverkinum er nóg stórur biti at gloypa hjá Eyðuni Mohr Hansen, sum fyribils er loystur frá aðalstjórastarvinum lógvatakið stjóra fyri Eldradepilin fyri 11 mánaðum síðani, tá sami Eldradepil í dag verður mett­ ur óneyðugur at hava? - Tá mettu vit tað ikki vera rætt at integrera Eldradepilin í Menningardepilin. Eg hal­di í hvussu er, at nú er løt­an rætt­ari, segði Eyðun Mohr Han­sen við Sosialin 6. sep­ tem­ber. Signalvirðið Annika Olsen hevur lítlan hug til yvirhøvur at gera við­merk­ingar til gylta lógva­ tak­ið, sum virkandi stjórin á Almannaverkinum gav ein­ um depilsstjóra aftur fyri at fara til hús. Hon vil heldur ikki svara, um hon sum lands­ stýriskvinna heldur tað vera í lagi, at fíggjarliga sperda Al­mannaverkið brúkar fleiri enn 700.000 krónur til at senda eitt fólk til hús. - Tað má almenningurin gera sær sínar metingar av. Sum landsstýriskvinna kann eg ikki blanda meg upp í mál­ ið, sigur Annika Olsen. Landsstýriskvinnan vil bara hyggja frameftir. - Generelt haldi eg, at vit mugu taka upp all­an problematikkin við frá­far­ ing­ar­avtalum. Slíkar avtalur verða av og á brúktar, og av­ tal­ur­nar eru sjálvandi eitt am­boð at brúka. Men helst áttu vit at fingið greiðar regl­ ur og mannagongdir, ljóðar svar­ið frá Anniku Olsen.