Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 13. septmeber 2013 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tinglimum størsti flokk­ur í samgonguni, og sam­stund­ is er Miðflokkurin vikn­að­ur tilsvarandi. Mið­flokk­ur­in stóð annars til at eiga seytj­ andu og avgerandi at­kvøðu­ na undir sam­gongu­meiri­luta­ num, tá Sjálvstýrisflokkurin fór burtur úr. Tað tykist tó greitt, at løg­ maður í eina tíð hevur vitað, hvat var í umbúna millum Fólka­flokkin og Janus Rein. Tað er ein av orsøknum til, at bíðað hevur verið við at av­ gera lagnuna hjá Inn­lendis­ mála­ráð­num. Og løgmaður stóð eisini við opnum ørmum, tá uttan­ flokka­tingmaðurin kom upp í sam­gonguna: - Eg haldi at Janus Rein er ein fongur, fyrst og fremst fyri Fólkaflokkin, men eisini fyri samgonguna, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hvørki løgmaður ella for­ maðu­rin í Fólkaflokkinum vilja seta orð á lagnuna hjá tí Inn­lendismálaráði, sum Kári P. Højgaard stóð á odda fyri í 22 mánaðir. - Vit eru tríggir flokkar í samgonguni. Og mín høvuðs­ upp­gáva er at syrgja fyri, at allir flokkar kenna seg væl í samstarvinum. Eg havi alla tíð­ina sagt, at tá hendan vikan er liðug, siti eg allar helst ikki við inn­lendis­ málu­m, sigur Kaj Leo Holm Johanne­sen. Hann vísir ikki aftur, at Innlendismálaráðið verð­ur avtikið sum ser­stakt aðalráð og ymsu upp­gáv­ur­nar flutt undir hini lands­stýris­fólk­ ini. - Tað er absolutt ein møgu­ leiki, men vit eru ikki komin á mál enn, sigur løgmaður. Stabiliteturin Jørgen Niclasen, sum nú er formaður fyri landsins størsta flokki, brúkti hós­ dag­in stóra orku til at vísa á, at av­g­erðin hjá Janus Rein er við til at tryggja stabilitet. - Hetta tryggjar stabilitet und­ir samgonguni, og tað hev­ur størsta týdningin, sig­ ur Jørgen Niclasen. Og tað er ein formaður við sjálvsáliti, sum nú tos­ar um stabilitet, eftir at han-sara flokkur einsamællur hev­ur meiri­luta saman við Sam- bands­flokkinum. - Eg tók við sum formaður í Fólkaflokkinum í 2007, og tá vóru vit fjórstørsti flokkur. Síða­ni hava vit arbeitt okkum upp eftir, og eru nú størsti flokk­ur. Tað er sera hugaligt, sigur Jørgen Niclasen, áðr­ enn hann vendir aftur til stabili­te­tin og telvingina um vald­ið í samgonguni: - Vit eru størsti flokkur, og tað sleppa hinir flokkarnir ikki undan at fyrihalda seg til. Vit hava tryggjað ein stabili­tet undir samgonguni, sum er minst líka góður sum frammanundan, og sjálvandi má tað telja við. Men telvingin um máls­økja­ býti­ð í samgonguni fer fram í Tinganesi, og har verð­ur hon verandi, sigur Jørg-en Niclasen, sum ikki vil seta orð á møgulig krøv frá Fólka­ flokkinum. Formaðurin í Fólka­flokki­ num kann við sínum níggju løgtingslimum einsamællur tryggja løgmanni sín sam­ gongu­meiriluta. Samgongan, sum byrjaði valskeiðið við fýra flokkum, kann í prin­ sippi­num halda fram, ein­ans við teimum báðum stóru, borgar­ligu flokkunum. Tað setir Jørgen Niclasen í eina lykla­støðu restina av val­ skeið­num. Jón Brian Hvidtfeldt Á løgtingsvalinum seinast fekk Janus Rein sínar 250 at­kvøð­ur á listanum hjá Fram­sókn. Flokkurin varð sum kunnugt sett­ur á stovn sum eitt aftur­svar og alternativ til Fólka­ flokk­in. Framsókn gjørdi eitt gott val, fekk 1933 at­ kvøð­ur og tvey umboð á løg­ting. Tí er tað svárt fyri stovn­ar­an av flokkinum, at bæði atkvøður hjá Fram­sókn og ikki minst ting­sess­ur­in nú fara yvir aft­ur í Fólkaflokkin. - Jú, sjálvandi kenn­ ist tað svárt. Vit stovn­ aðu Framsókn á tríggja­r grund­súlur. Tjóð­skap­ ar­ligt, vinnupolitiskt og per­són­ligt frælsi. Virði, ið vit ikki fingu eyga á í Fólka­flokkinum. Og sum flokkur høvdu vit sjálv­ andi brúk fyri hasum ting­sessi­num, sigur Poul Michelsen. Formaðurin í Framsókn sigur seg tó ikki tíma at brúka meira orku upp á Janus Rein. - Hinvegin kanst tú siga, at hansara avgerð nú væl skapar eitt sind­ur av politiskum arbeiðs­friði. Tí tað er altíð for­stýr­andi við ein­um uttan­flokka­ting­- man­ni í tinginum, sigur Poul Michelsen. Hóast Janus Rein nú formelt er Fólka­floks­ maður, so kann Framsókn tó framvegis koma í ta støðu, at flokkurin fær ein ting­sess afturat. Fær Janus Rein forfall ella biður um farloyvi úr løg­tingi­num, so stendur Hanna Jensen fremst fyri til tann sessin. Hanna Jen­ sen fekk 210 atkvøður á lista­num hjá Framsókn á løg­tings­valinum 29. okto­ ber 2011. Og taka vit sum eitt hugsað dømi, at Janus Rein verður lands­stýris­ mað­ur, so er tað eisini Hanna Jensen úr Fram­ sókn, ið tekur sæti á løg­ tingi fyri nýggja fólka­ floks­mannin. Men tað er tó bert eitt hugsað dømi. Tí, sum nevnt í aðr­ari grein her á síðuni, fer Janus Rein at savna seg um løgtingsarbeiðið, ser­ liga innan fíggjar- og bú­ skap­ar­mál. - Eg brúki ikki orku uppá Janus Janus Rein var ein katastrofa fyri Framsókn, men vit arbeiða víðari, sigur floksformaðurin Poul Michelsen kkurin nin