Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. septmeber 2013 · Nr. 105 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vallyftir í eygsjón – fyrri partur Signhild V. Johann­e­sen forkvinna í mentan­ar­ nevnd­ini og býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum Eg fari her í tveimum grein­ um, at greiða frá virk­sem­i­ num hjá Javn­að­arflokkinum í Klaks­víkar býrað hesa val­ set­una, ið nú hevur vart góð­ ar 8 mánaðar. Fari at líta aftur á tað vit longu hava fingið frá hond­ini, og eisini hyggja fram­eftir og greiða frá, tí vit ar­beiða við í løtuni, og tað sum ætlanin er í komandi fram­tíð. Í hesi grein greiði eg frá vakstr­ar­kanningini, nýggjar møgu­leik­ar innan fjarlestur, fjøl­táttaðari íbúðarbygging á sand­i­num og fíggjarligan lætta til barnafamiljuna. Í míni næstu grein fari eg at greiða frá ítróttarøkinum, at prýða kommunalar bygn­ ing­ar við listaverkunum, m.a. Ósa­skúl­an, og fíggjarligt skyn­semi hjá Klaksvíkar komm­unu. Vakstrarkanning Klaksvíkar kommuna gjørdi eina kanning um, hví í­búgv­ ar­a­talið í kommununi ikki hækk­ar og um, hvat skal til fyri at fáa fólkatalið í komm­ ununi at vaksa. Nið­ur­støð­an varð millum ann­að, væntandi fjølbroyttir bú­stað­ar­møg­u­ leikar og lestrarmøguleikar. Hetta hevur sitandi býráð, valt at gera nakað við. Fjarlestur Býráðið samtyktið 20. juni í ár, at fara undir at veita fjar­ lest­ur. At vit sum kommuna vilja skapa eitt fjølbroytt lestr­ar­um­hvørvi letur upp fyri ó­trúliga nógvum nýggjum møgu­leikum. Ongi mørk og ong­ar forðing fyri hvat einlig for­eldur, heima­ gangandi for­eld­ur, sjómenn ella ung­dóm­ar, kunna nema sær av útbúgving, utt­ an at neyðugt er at flyta úr tí trygga og heimliga um­hvørv­i­num. Tilboðið til fjarðlestur er í stoyp­i­ skeiðini, væntandi verður kom­ið á mál innan ikki alt ov langa tíð. Býráðið hevur valt eitt trýmannaðstýrið, sum skal hava ábyrgd av at játt­anin verður brúkt rætt, og at borgarin fær tað sum bý­ráðið ætlar við einum fjar­ lestr­a­depli. Fjøltáttaða íbúðarbygning Mánadagin 2. septembur bór­ust tey gleðiligu tíðindir, at Bústaðir í samstarvið við Klaksvíkar kommunu hevði ætlanir at byggja 30 leig­u­íbúðir á sandinum í Klaks­vík. Eisini á hesum øki, hevur meirilutin i Klaks­ víkar býráð miðvíst arbeitt fram ímóti at fingið eina loysn. Haldi at tað er av stór­um týdningi, at hesar leigu­í­búðir ­ikki eru ætlaðar ávís­um samfelagsbólkum, men her skal verða pláss fyri ung­um sum eldri, familjum sum støkum, og fólkið ið bera brek. Vit hava so nógv at læra og geva hvørjum øðr­ um, og fáa eisini forstáilsi fyri hvørjum øðrum. Soleiðis skrivaði eg mill­ um annað í eini blaðgrein til valið 2012: “Tá tey ungu skula venda heim aftur, hava tey møguliga funn­ið onnur lívsvirðir, enn tey vit eru uppvaksin við. Tað er ikki neyðugt at eiga síni egnu stóru hús, bilurin er held­ur ikki so átrokandi o.s.fr. Tí má og skal kommunan rað­festa tørvin hjá hesum fólk­u­num, um hon ynskir at fáa fólk­a­ tal­ið at hækka. Vit skulu leggja øki í bý­ num út til íbúðarbygging. Øk­i­ni skulu helst vera so nær miðbýnum sum gjør­ ligt, so ikki er neyðugt at hava bil. Við at fólk fáa møguleikan at búgva bí­lig­ ari og meira sentralt, fáa tey eitt størri fíggjarligt ­av­lop, sum kann síggjast aft­ur í mentanarlívinum, frí­tíð­ ar­lív­i­num og býarlívinum sum heild. Meira peningur fer í umfarð, og alt fleiri fólk kunnu skapa sær eitt liv­i­ breyð burturúr hesum – ein dup­ult­ur vinningur.” Tí kennist tað sum eitt av hjart­a­málunum er komið í hús, vónandi til gleði og gagns fyri borgarar í kommununi. Lætti til barnafamiljurnar Meirilutin í Klaksvíkar býráð hev­ur valt sum fyrsta stig, at geva smábarnafamiljum ein mun­andi lætta á heili 35% yvir komandi 4 árini. Longu í 2014 verða hesar broytingar gjørd­ar: 1) Vøggustovupláss lækka úr 2.400 kr. niður í 1.953 kr. 2) Barnagarðspláss lækka úr 1.700 kr. niður í 1.383 kr. 3) Dagrøktin lækkar úr 2.200 kr. niður í 1.790 kr. 4) Systk­i­n­a­av­slát­tu­r­in verð­ ur hækkaður úr 20% upp í 25%. Hetta vil vera við til, at tær smá­barnafamiljurnar ið her búgva, koma at hava eitt størri fíggjarligt avlop, sum vil geva teimum eitt størri rás­a­rúm til størri vælferð og trivna. Smábarnafamiljur ið skula flyta heim, fáa møg­u­ leikan at velja Klaksvík av fíggj­ar­ligum orsøkum, fram um aðrar kommunur. Hetta vil vera við at skapa fólka­ vøkst­ur, sum fer at geva fleiri skatt­a­krónur, sum vit so kunna deila út til enn fleiri lætt­ar og ikki minst, fleiri trivn­aðar og mentanarlig til­tøk. Sálarliga arbeiðsumhvørvið skal í fokus Elin N. W. Tausen nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag Tá tosað verður um ar­beiðs­ umhvørvið, hugsa vit bein­ anvegin um arbeiðstrygd ella teir fysisku karmarnar á einum arbeiðsplássi, og fokus er ikki so ofta á tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Londini kring okkum eru blivin tilvitað um týdn­ ingin av tí sálarliga ar­beiðs­ umhvørvinum, og aftur á hesum økinum, kunnu vit kalla okkum sjálv eftirbátar á lógarøkinum, men tíbetur eru arbeiðsgevarar og ar­ beiðstakarar farnir at taka hetta økið í størri álvara. Eitt gott sálarligt arbeiðs­ umhvørvi er við til at skapa arbeiðsgleði, trivnað, færri sjúkradagar og effektivitet. Eitt umhvørvi, har tú kem­ur glað­ur og fer glaður heim­ aftur. Á námsfrøðiliga starvs­øki­ num hevur eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi stóran týdn­ing fyri dygdina í tí ar­ beiði, sum námsfrøðingar gera, tí námsfrøðingurin sjálv­ur er amboðið og má tí vera í góðum standi. Børnini og aðrir borgarar, sum námsfrøðingar varða av, hava rætt til at verða møtt av nærverandi og rúmandi starvsfólkum, sum hava orku og yvirskot til at vera við til at gera gerandisdagin á stovni til eitt mennandi og kveikjandi umhvørvið við støði í tí einstaka. Trivn­ að­urin og menningin hjá tí einstaka barninum er tengt at, at barnið trygt kann granska verðina, vera for­vit­ ið og gera sær royndir, bæði einsa­malt og saman við øðrum børnum – at barn­ ið er í einum umhvørvi, har náms­frøðingar hava orku at verða til staðar og eygleiða og síggja, nær barnið hevur tørv fyri hjálp í síni gransking av verðini ella hjálp í sam­spæl­ inum við hini. At vera námsfrøðingur er relasjónsarbeiði, og tað er í relasjónum, at vit menniskju mennast. Tí hevur tað sálar­ liga arbeiðsumhvørvið stór­ an týdning fyri dygdina av tí tilboði, sum okkara børn og borgarar fáa. Eitt barn, sum kennir seg sætt, hoyrt og viðurkent mennir eina positiva sjálvsmynd, meðan tað øvugta hendir fyri eitt barn, sum ikki verður møtt. Námsfrøðingar eru ein bólkur, sum setur sær sjálv­ um høg krøv, um­framt at krøv koma frá myndug­leik­ um og foreldrum/av­varð­ andi. Og tá samsvar ikki er ímill­um settu krøvini og um­støðurnar at liva upp til hesi krøv, so elvir tað til strongd, og at námsfrøðingar verða útbrendir. Tað er ikki mennandi fyri hvørki børn ella borgarar, og tað er heldur ikki sunt fyri starvsfólkið at vera í slíkum umhvørvi. At arbeiða í einum umhvørvi, har ein hevur kensluna ikki at røkka, og at vera í einum umhvørvi, har umstøðurnar kennast ótryggar, er ósunt. Námsfrøðingar á serøki­ num hava verið ígjøgnum eina bygnaðar­broyting, sum enn ikki er komin heilt á mál, og tað skapar ótryggleika hjá starvfólkum, tí hvat við mínum starvi o.s.fr. Dag­ stovna­økið er merkt av fall­andi barnatalið, sum merk­ir færri starvsfólk, ella kommunur velja at lækka normeringina, sum ger, at fólk vera sett niður í tíð ella søgd úr starvi. Sam­starvs­ trupulleikar og happing á ar­beiðsplássinum eru eisini faktorar, sum hava ávirk­an á tað sálarliga arbeiðs­um­ hvørvið. Kundi nevnt fleiri faktorar, men hetta er bara fyri at vísa á, hvat arbeiðs­ gevarin eigur at verða varug­ ur við, tá farið verður undir bygnaðarbroytingar ella spar­ingar. Dygd í tí námsfrøðiliga arbeið­inum kann tí blíva ávirkað av tí sálarliga arbeiðs­ umhvørvinum, og tí vil eg varpa ljós á hesa avbjóðing hjá avvarðandi myndugleikum at varveita eitt sunt og gott menningarumhvørvi til okk­ ara børn og borgarar annars. Tí okkara limir vilja tryggja sínum kundum eina góða tænastu.