hósdagur 12. september 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. septmeber 2013 · Nr. 105
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
D.J. Danielsen: Gamli sýslu
maður í Søldarfirði 175 ár
Óli Jacobsen
Dánjal Jákup var úr Tranti í Havn.
Hann var sonur Daniel Danielsen,
timburmann í Havn. Ættin kemur
annars úr Hovi. Mamma hansara
var Lisa Margretha Reinert úr
Kaldbak.
Dánjal Jákup var elstur av
seks systkjunum. Næst var Sigga,
mamma Daniel J. Danielsen, Doll
an, nógv umrøddur í hesi røð. Hini
systkini vóru Anna Cathrina Char
lotta, Christina Carolina, Christian
Cornelius og Hans Wilhelm.
Christian Cornelius gjørdist væl
kendur bæði sum postmeistari og
sparikassastjóri. Hann var virkin í
Meinigheitshúsinum og var kendur
fyri at vera nokk so víttgangandi á
andaliga økinum.
Dánjal Jákup fekk í 1861 uttanfyri
hjúnalag sonin Cristian, kallaður
Ommu Kissa, fyrr umrøddur í
Hendur ið Sleptu.
Systirin Sigrid giftist við Jacob
Jacobsen Baja, sum hevði verið
giftur við Johanne Frederikke
Caspersdatter. Tey áttu tvær døtur.
Onnur var Johanna Marie Christine,
sum giftist við Ommu Kissa. Tískil
gjørdist Sigrid “pappvermamma” til
bróðursonin.
Dánjal Jákup giftist í 1877 í Nes
kirkju við Onnu Malenu Weyhe
(1857-1894) úr Søldarfirði.
Tey fingu hesi børnini, sum
komu til:
Elsebeth Cathrina (1878-1968).
Ógift.
Elisa (1881-1953), giftist við Garða
Jákup, Søldarfirði
Petur Christian (1884-1962). Gif
tist við Onnu Theodoru Johonnu
Weihe, Selatrað.
Elsa
(1886-1945).
Giftist
við
Jacob Vilhelm Weihe (1877-1955) á
Selatrað.
Dánial (1888-1955). Ógiftur
Gunnar (1890-1969). Giftist við
Ingu Jacobsen (1889-1979) í Søldar
firði. Var skipari, og tey fluttu til
Vágs. Synirnir fingu sær navnið
Gunnarsson.
Victor (1894-1961). Giftist við
Henrikku Olsen (1896-1997) úr
Søldarfirði. Búsettust í Fuglafirði.
Samkoma og børn
Tað er greitt, at Dánjal Jákup tíðliga
í tíðini er komin í samband við javn
aldurin William G. Sloan.
Sloan skrivar í síni dagbók 10.
november 1882, at Dánjal Jákup
hevði sent honum kr. 100,40, ein
stór upphædd tá. Hetta tykist at
hava verið olmussu, hann hevði
lovað, um ein grind legði beinini í
Gøtu.
Tað finst eitt bræv, sum Dánjal
Jákup hevur skrivað 4. marts 1912
til Sloan. Brot verður her endurgivið
úr hesum brævi, sum lýsir mannin
sjálvan. Her greiðir hann eisini frá
sínum børnum.
Kjære Broder Sloan.
Tak for deres venlige Breve af
9de og 20de Februar samt for de to
Almanakker, som De sendte mig.
Jeg har det saa nogenlunde til
Helbred, men mine Kræfter tage af.
Jeg er nu en gammel Mand. De og
jeg er omtrent lige gamle. Jeg blev 73
Aar den 14. September 1911, og De er
nogle Dage [10] ældre. Jeg arbejder
lidt ude i min Trø, naar Veiret er
godt. Jeg forstaar ogsaa at spinde,
lave Tøfler og andet Smaat, men
kan kun arbejde kort Tid ad Gangen
og maa ofte hvile mig. Mit Bryst har
altid været svagt og Forkølelse og
Hoste lider jeg ofte af. Jeg seer og
hører godt, Gud være lovet er jeg
endnu godt i stand til at gaa, naar
jeg ikke gaar for langt.
Som De maaske ved er min
yngste Søn Victor i Thorshavn. Han
vil prøve paa at lære til Skolelærer,
men det er dyrt at være i Thors
havn, og det er vanskeligt at skaffe
Penge.
Else er gift paa Selletræ og har
to børn og Lise er gift her i Bygden
og har ogsaa to Børn. Gunnar og
Daniel var her hos mig i Vinter, men
nu er de begge to rejst paa Fiskeri,
som de pleje. Betty er hos mig og
Peter ligesaa, men Peter har nu
bygget sig et smukt Hus. Som de
maaske har hørt fik han Halvdelen
af sin Bedstefaders Gaard. Han er
forlovet med en af Lassen Weihes
Døtre fra Selletræ og tænker nok,
om Gud vil, at blive gift engang i
Aar.
Peter har arbejde nok paa sin
Gaard, Daniel og Gunnar er til Søs,
og nu er ogsaa Victor borte, saa jeg
nødes til at arbejde over Evne, hvis
jeg vil have noget gjort.
Jeg er nu saa lidet i Stand til og
længes efter at faa Fred, og den Tid
er, som jeg haaber ikke langt borte,
da jeg faar Fred og Hvile hos Jesus
min Frelser.
Jeg ville ønske, at jeg med saa
stor Fortrøstning som De kunde
tilegne mig Herrens Forjættelser i
Dan 12,13: Men gak Du dit endeligt
i Møde og hvil og staa frem til din
Lod ved Dagens Ende.
Vær hermed kjærligst hilset af
Deres hengivne Broder i Herren
D.J. Danielsen.
Synir á sjónum
Tað er bara okkurt hissini, sum
kann sigast um børnini hjá Dánjal
Jákup í eini slíkari grein. Tveir synir
gjørdust sjómenn.
Tá ið Gunnar var hildin uppat at
ganga í skúla, fór hann í timburlæru
hjá sváginum Jákup Hansen og
var við til at smíða nøkur hús.
Hann hevði ongan hug at fara til
skips, men um várið 1907, tá ið lítið
timburarbeiði var, kom Djurholm
og bað hann til skips við ”Pilot”.
Gunnari dámdi tað lítið, men helt
tó, at tá ið hinir ungu so fúsir fóru
avstað, so kundi hann royna ein
túr, men hesin túrurin kom at vera
byrjanin til 34 fylgjandi ár til skips.
Hann var so við ”Pilot” við Djur
holm í 1907-1909 og síðani við ”Tra
veller” í 1910-1912.
Hann tók skiparaprógv hjá Djur
holm í 1913 og búsettist í Vági.
Í 1913 var hann bestimaður við
”Ben Stark”. Bróðir hansara Dánjal
var flaggskipari og Petur Christian
Jacobsen fiskiskipari.
Árið eftir var Gunnar aftur við
”Ben Stark”, sum bróðir hansara,
Í morgin 14. september eru 175 ár liðin síðan Daniel Jacob Danielsen var borin í heimi. Í hesum
sambandi verður ættarstevna hjá hansara eftirkomarum. Her eru nøkur brot úr ættarsøguni
Anna Malena, Dánjal
Jákup og sonurin Petur
(Myndirnar í hesi grein eru úr
Keraldinum nr. 6/2001