Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 13. septmeber 2013 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dánjal, nú var einsamallur um at føra, men í mai mánað mynstraði Gunnar sum skipari á ”Lauru”. Gunnar Danielsen fekk so ”Sun­ beam” at føra í 1915. Hann hevði hana til 1923 og var í fleiri ár bestur á fjørðinum at fiska. Hann førdi ”City of Norwich” í 1923 til 1941 undantikið árið 1926, tá ið hann førdi skonnartina ”Gefion” hjá Garða­monnunum, Gunnar Danielsen var staddur á Føroya Banka við ”Sunbeam” í mai mánaði 1917, tá ið tær føroysku sluppirnar vóru søktar. Teir vistu ikki av nøkrum, fyrrenn báturin við manningini á ”Margrethu” kom til teirra. ”Sunbeam” var beint tá kom­in á Bankan, og mjørki var, og hóast teir høvdu hoyrt skot, varn­ aðust teir einki ilt. Manningin á ”Margrethu” hevði verið allan dagin í bátinum, ið var so lítil, at teir fingu illa róð, og fleiri av monnunum vóru illa fyrikomnir. ”Sunbeam” setti mann­ingina av á Sørvági. Tað er ein kend søga, sum greitt er frá í FF-blaðnum og í bókini hjá Absalon Absalonsen “Jóan Petur hjá Mouritsi”, síða 87, tá ið Gunnar móti øllum ”logikki” fór at sigla út á bankan, og sigldi seg beint á bátin av Margrethu. Gunnar Danielsen var ein av fremstu skiparum okkara, bæði sum veiðumaður og sum sjómaður. Hann var allar dagar ein lítillátaður maður og plagdi at taka til: ”Eg fór til skips og væntaði mær lítið, men fekk nógv, meðan mangur hevur væntað sær nógv, men fingið lítið.” Tá ið Gunnar Danielsen legð­ist uppi, starvaðist hann sum skipa­ sýnismaður frá oktober 1940 til hann fylti 70 ár í apríl 1960. Hann doyði í 1969. Abbi mín, Óli Jákup Jacobsen úr Norðragøtu, sigldi nógv ár við Gunn­ari, og hann tók ofta til Gunnar at vera góður at vera sam­ an við. Einaferð var langabbi mín saman við øllum sínum fimm syn­ um við Gunnari. Beiggin, Dánjal, førdi Lauru í 1917-1924. Hann tók skiparaprógv hjá Djurholm í 1913. Dánjal hjá sýslumanninum, sum hann var nevndur, fór til skips í 1905 við Pilot við Djurholm, men varð so í 7 ár við Silver Belle við Sím­un í Rituvík. Í 1914-16 førdi hann Ben Stark. Í 1925 keypti Dánjal Bjørn Ólafs­ son og førdi hana. Men tað gekk ikki so væl, og hann seldi hana seinni til H.P. Weihe í Søldarfirði. Aftaná tað var Dánjal í fleiri ár við bróðurinum Gunnari við City of Norwich, og eitt árið var hann flaggskipari við Esther hjá Edward Lamhauge. Trúboðararnir Danielsen Systkinabørnini Daniel Jacob, Dollin, og Victor Danielsen komu frá 1904-1961 at vera partur av ímyndini av Brøðrasamkomuni. Meðan gamli Sloan var tann meira spaki í sín­ um boðskapi, so vóru hesir báð­ir munandi meira “kontantir”, og hetta gav størri mótstøðu frá “kapp­ingar­ neytum” á økinum. Eitt áhugavert dømi um tað er grein í Færøsk Kirketidende nr. 20 1914, har presturin Moe, oddamaður í Indre Mission, ávarar móti blað­ num Naade og Sandhed, sum varð útgivið av Brend og Dollan: Gendøberne paa Færøerne paa­ tænker i en nær Fremtid at ud­give et Blad, der skal redigeres af Missio­ nærerne Danielsen og Brend og bære Navnet Naaden og Sandheden. De søger nu at samle Abonnenter rund paa Øerne. Naar jeg meddeler dette er det for at fraraade Folk at bestille oven­nevnte Blad. Og dersom nogen maaske vil sige: “Det kan ikke skade at læse hvad de skriver, det kunde ikke falde mig ind at blive Baptist”, so vil jeg dertil minde om, hvad en berømt tysk Lærd har sagt: “Mennesket er hvad det æder (læser)”. I nærværende Tilfælde be­tyder Ordet dette, at dersom et Menn­eske Gang paa Gang læser bap­tistiske Blade, saa bliver det Menn­eske lidt efter lidt paavirket i baptistisk Retning og ender efter al Sandsynlighed som Gendøber. Fra Gendøbernes Side er det derfor saare klogt af dem at begynde paa at udgive et Blad, men dersom du paa din Side vil være lige saa klog, saa tillad det ikke at slippe ind i dit hjem – trods Abonnenentsamleren fagre Ord. So vandamikil var Dollin saman við Brend! Myndugleikarnir í Congo rædd­ust hann eisini so illa, at hann slapp ikki aftur til landið. Victor man hava fingið íblástur frá systkinabarninum, tí longu í 1915, meðan hann enn var limur í kirkjuni skrivar hann fleiri greinir í Naade og Sandhed, bara 20-21 ára gamal. Nøkur ár seinni tekur hann við sum trúboðari, har Dollin slepti, tá ið hann doyði í 1916, sama ár sum Victor varð doyptur av honum. Bræv til Kjølbro Her skal einki endurtakast sum er skrivað um Victor. Men okkurt er, sum ikki er kent áður, og tað er brot úr brævi, hann skrivaði til Kjølbro 5. januar 1929: Kæri bróður! Eg eri vorðin kunnugur við, at eg havi gjørt kommunustýrinum í Klaksvík óskjal við at jarða barn­ ið har norðuri uttan at biðja um loyvi til tað. Tað kann kanska ljóða ótrúligt, men tó er tað so, at eg eri so ókunnugur við alt, ið við­ víkir slíkum, at eg hugsaði bert, at kirkju­garðarnir runt um allar Føroyar vóru eins fyri øll. Eg havi aldri havt við nakað sovorðið at gera. Fyri Harrans navns skuld vildi eg ongum gingið ov nær og viðleggi tí eitt bræv til kommunustýrið um hetta. Eg veit ikki hvør ið er formaður, men tygum eru jú ein? Ið hvussu er, vilja tygum gera mær tann beina at fáa brævið til formannin. Tað hava verið søgur um stríð í sam­band við jarðarferðir, men hetta bendir á, at tað hevur ikki ver­ið tilætlað. Her er ógvuliga trist útvortis hugt. Meslingarnir mugu væntast at breiða seg um alt plássið, og tað vil taka nógvar vikur, áðrenn tað er yvirstaðið. Grundað uppá ússaligan livimáta í húsinum, síggi eg meg noyddan at skýggja sum longst og havi eg tí onga útsikt til at kunna halda nøkur møti aftur her í vetur. Harrans vilji ske! Fær hann reinsað okkum, sum bera boðskapin fram eftir sínum egna vilja, so vil hann eina ferð lata upp aftur, tað veit eg. Í míni egnu sál havi eg tað gott, og av tí friði, Harrin hevur givið mær í sálina henda vetur, dømi eg, at eg eri her eftir hansara vilja, og so koma eina ferð ráð aftaná óráð. Alt uttan fyri hann tømir okkum út, eina hann sjálvur kann fylla okkum við gleði og friði. Victor hevði eisini áhuga fyri etisk­ um verðsligum spurningum, sum tað sæst í hesum brotinum: Tað er ein sak, sum eg gjarna skuldi hoyrt tygara meining um, sjálv­ur eri eg so stuttskygdir í slíkum ting­um. Hvat meina tygum hetta, sum nú verður gjørt so ofta, at ein kona keypir húsini, tá ið mað­ urin er in­solventur, og tey upp­rætta ekta­pakt. Eg meini ikki um tygum síggja tað juridiskt rætt, men hvussu tyg­um betrakta tað moralskt, sæð og gjørt innan fyri meinigheitina. Hvat er tann egentliga grundin til, at hetta er komið í brúk? Hava tyg­ um tíð, vilja tygum so ikki senda mær nøkur orð um hatta? Tað sæst ikki hvat Kjølbro svaraði aftur, men tað er áhugavert at spurningurin varð reistur. Ynskt verður ættina eina góða veitslu! ­ Komandi partur Nakrar komandi Miðvikur verður ferðafrásøgn úr Skotlandi, har tað er ferðast í slóðum hjá føroyingum í Skotlandi og hjá skotum í Føroy­um. Elst av børnunum var Elsebeth, kallað Betti Elsa og maður hennara Jacob Weihe Gunnar og Inga Dánjal og Petur Victor