hósdagur 12. september 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. septmeber 2013 · Nr. 105
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
13.
september
fyllir
ein
kendur sørvingur 70 ár.
Hetta er ein sørvingur
sum á mangan hátt skarðar
framúr. Ein, ið ongantíð hev
ur gjørt “haltari hønu” mein.
Ein, ið ongantíð hevur gjørt
mun á fólki.Ein,ið ongantíð
hevur spilt nakran út. Ein,
ið ongantíð hevur sett seg
sjálvan høgt – elle brúkt
albogarnar fyri at koma
fram. Ein, ið ongantíð hevur
tráa eftir, at koma “hátt í
hesi verð”. Ein, ið ongantíð
hevur luttikið í “dansinum
um gullkálvin”. Ein hvørs lív
er og hevur verið merkt av
nøgdsemi...Ja, soleiðis kundi
eg hildið á at lýst hendan
merkismann, sum nú rundar
tey sjeyti.
Vilmund fór sum smá
drongur til Danmarkar á
stovn. Møguleikarnir fyri
stuðli vóru ikki teir somu
sum í dag.
Hann kom heimaftur sum
16 ára gamal og búsettist í
heimbygdni.
Vilmund hevur altíð verið
eitt arbeiðsgrev – og mong
eru tey sum fingu hjálpandi
hond hansara at kenna.
Serliga var tað teim gomlu
og teim, ið ikki megnaðu
sjálvi, hann royndist sera
hjálpsamur. Velti, slerdi og
ruddaði. Mangan kjallara
í Sørvági man hann hava
ruddað! Um veturin hjálpti
hann fólki at grava kava.
Har sum Vilmund hevði
verið, var ikki neyðugt at
koma afturum aftur. Alt ar
beiðið var væl úr hondum
greitt. Lønin var nokk ikki
altíð samsvarðandi verkið –
og tímarnar, ið nýttir vóru.
Hann kravdi ongantíð
nakað – var takksamur fyri
tað hann fekk, Tað sum
gleddi hann mest var at
síggja fullført verk og tað
at hava verið onkrum til
hjálpar!
Innløgumaður sum fáur.
Minnist hvussu hann árla
á morgni fór út á keiðina at
fiska og kom mangan aftur
til húsa við stórum fongi,
sum hann so kruvdi og fekk
til høldar.
Vilmund er sera húsligur
og mangan hava vit notið
gott av hansara hjálpsemi,
tá hann onkran seinrapartin
plagdi at “ansa eftir húsinum”.
Alt skein, tá vit komu aftur.
Tá børn okkara vóru smá
plagdi hann at spæla við tey
og tað dámdi teim sera væl.
Hann var góður við børnini..
Honum hevur altíð dáma
væl at sungið og haft eina
sera góða rødd. Minnist
hvussu vit mangan plagdu at
standa uttanfyri hurðina hjá
honum og lurta meðan hann
sang ein fyri og annan eftir.
Sera gott minni, sum
eisini er komið til sjóndar í
hesum, at tá hann einaferð
hevði møtt einum persóni og
fingið navn hansara at vita,
so mintist hann – sjálvt um
mong ár gingu, til hann møtti
hesum persóni aftur.
Vilmund hevur einastand
andi eginleikar, at síggja tað
skemtuliga við og í tilveruni.
Hann er sjálvironiskur og er
heldur ikki smæðin fyri, at
fáa skemt burturúr øðrum
– uppá ein sera “fittan” og
hugnaligan hátt. Hann setur
fólk í samband við sangir
og uttan alment at avdúkað
nakrar persónar, so kann Vil
mund enn í dag siga hvørjir
persónarnir eru, tá eg nevni
ymiskar sangir fyri honum.
Vilmund hevur skaldagáv
ur og mangan hevur tað verið
hugtakandi og skemtiligt, tá
hann hevur yrkt uppá rím.
Mong munnu kenna Vil
mund í samband við listar
ligu gávur hansara frá teirri
tíð, tá hann var sera virkin at
gera tjøldur og selja tey.
Tað eg kann minnast,
hevur Vilmund altíð dáma
væl at gingið í kirkju – hann
elskaði sálmasangin – og ger
tað framvegis.
Vilmund
hevur
tann
eginleika, at vera tann hann
er - líkamikið hvørjum hann
er saman við og hvar hann
annars er staddur. Einki pá
tikið!
At hava haft hann sum
beiggja hevur ríkað mítt lív.
Vilmund hevur í mong
ár búð á Mýrini 6 í Hoyvik,
har hann er glaður fyri at
vera og hevur tað gott og er
lívgaður av teirri umsorgan
starvsfólkið veitir honum.
Um dagarnar starvast hann á
Verkstaðnum Vón, har hann
eisini trívist sera væl og gleð
ir seg at fara til arbeiðis.
Nakað sum hann eisini
serliga gleðist um, eru sunnu
dags biltúrurin við trúfasta
vinmanni sínum Finni í
Puntabyrgi. Hesin túrur er
hæddarpunktið í vikuni!
Í “Barnarímum” hjá Hans
Andr.
Djurhuusi”
er
ein
sangur, sum sigur so nógv,
um tilveru teirra livandi,
teirrra hvørs lutur var líkur
“Dáanum” og teirra, sum
hildu seg hava betri rætt enn
Dáin, bæði til lívið sjálvt og at
fáa lut í lívsins ágóðum: Eftir
at Dáin hevur kent ágang og
skuldsettur fyri bæði líkt og
ólíkt, av teim “standandi øks”,
so verður sagt um Dáan:
Men dáin stendur í iva
Og hann hevur ymsan lit:
Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit!
Tá verða tey øks at tagna
Tí tað segði Dáin satt:
Hvønn vøkstur Gud hevur
fagnað
Og hvør eigur lívsins rætt!
Vilmund góði. Vit ynskja tær
hjartaliga tillukku við deg
num og at Jesus skal styrkja
teg á leiðini framyvir.
Tordur við familju
28. august fingu Trygvi Jacobsen, Argir. Anna Mohr,
Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og viðgaði 2650
gr.
Føðingar
29. august fingu Lis Justinussen og Magnus Skoralíđ,
Århus, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3500 g.
31. august fingu Kristianna Poulsen og Niels Arge Gálan,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4050
gr.
2. september fingu Ragna Gregersen og Hávardur
Trúgvason, Strondum, ein son. Hann var 52,5 cm langur
og vigaði 3980 gr.
2. september fingu Beinta Karbech og Poul Andreas Han
sen, Skála, eina dóttur. Hon var 51 cm og vigaði 2920 gr.
6. september fingu Margith & Rainer Latupeirissa, Klaksvík
eina dóttur. Hon vigaði 2970 gram og 50 cm long.
2. september fingu Sóleyg Smidt Jensen og Gudmund
Hansen, Toftum, eina dóttur. Hon var 47 cm long og vigaði
2450 gr.
24. august bleiv Amilia stórasystur til hesa fittu gentuna.
Hon vigaði 4470 gr. og var 56 cm long. Foreldrini eru Angilie
og Agnar Joensen, Vestmanna.
Heilsan til Vilmund Niclasen
á 70 ára degnum