hósdagur 12. september 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 13. septmeber 2013 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til minnis um
Erlend Patursson!
Lag: »Liljan mín ljósa …«
Í vøggugávu – ójavnt tey smáu –
fingu og fáa frá skaparans hond
hesin, vit heiðra, fekk helst nógv meira
fáur enn finnist so frægur í nánd.
Røddin hin klára – uttan at sára
gjørdi so mangan – eg gásarhold fekk
í mínum minni – stilt gjørdist inni
tá móti røðarapalli hann gekk.
Mótstøðan harða – kundi ei svara
tá ið hann legði fram sjónarmið sítt
undirgrund – sjómark – hoyrdu til Danmark
hann syrgdi fyri – í dag er tað mitt.
Bert var tað ikki – í politikki
Erlendur royndi sítt vit og sítt skil
felagið birti – sum fiskimenn styrkti
gav teimum dirvi – at her ber tað til.
Var sera frægur – skrivandi maður
bøkur og greinar úr hondum væl greitt
tí var ei ivi – men púra givið
bókmenta-virðisløn honum varð veitt.
Her takkarkvæði – stríðsmaður frægi
bera vit fram – nú um hundrað tú fer
tú vart hin reysti – ið gav okkum treysti
Vónandi heilt fram til frælsi tað ber.
Rombi 2013
90 ára føðingardagur
13. september verður Mar
tina Halgadal Fuglafirði, 90
ár. Dagurin verður hildin í
Lonuni frá kl. 17:00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 19. sept. verður
Herbjørg Egholm, búsitandi
á Tjarnargarði 90 ár. Tey,
sum vilja heilsa uppá Her
bjørg, eru hjartaliga væl
komin. Dagurin verður hild
in á Tjarnargarði kl. 17 – 20
85 ára føðingardagur
17. september verður Sámal
Kristiansen, Fuglafirði, 85
ár. Dagurin verður hildin
saman við familju.
80 ára føðingardagur.
Leygardagin
tann
28.
september
verður
Bent
Mortensen, Vági, 80 ár. Dag
urin verður hildin á hotell
Bakkanum í Vági leygar
dagin 28. september frá kl.
18.00. Tey, ið vilja gleða Bent
við at koma í føðingardag,
kunnu boða frá áðrenn
mánadagin tann 23. sep
tember á tlf. 373261 ella á
fart. 210065.
70 ára føðingardagur
17. september fyllir Johan
Lisberg, Sumba, 70 ár. Føð
ingardagurin verður hildin
tann 21 septembur í Dansi
stovuni frá kl 13-17. Øll eru
hjartaliga vælkomin,
65 ára føðingardagur
Fríggjadagin 13. september
fyllir
Sólrun
Danielsen,
Heiðavegur 1, Sandvík, 65
ár. Dagurin verður hildin
heima leygardagin 14 sept.
frá kl. 12 – 17. Øll eru hjarta
liga væl komin.
Brúdleyp
Leygardagin 28. sept. giftast
Hansa
Nybo,
Viðareiði
og Rói Vágslíð Egholm,
Klaksvík. Vígslan verður
í Christianskirkjuni kl 14.
Brúdleypið verður hildið í
Bygdarhúsinum í Leirvík
kl 19. Tey, ið ynskja at há
tíðarhalda dagin saman við
okkum, verða vinarliga biðin
um at boða frá í seinasta
lagi 15. sept. á tlf 279506 ella
á roiegholm@olivant.fo
Brúdleyp og barnadópur
Leygardagin tann 23. novembur 2013 kl. 16.00 verður okkara
elskaði sonur doyptur í Dómkirkjuni. Hendan dagin hava
vit eisini valt at gifta okkum. Bjóða verður til buffét í
Róðraneystinum á Argjum kl. 18.00. Tey ið ynskja at halda
dagin saman við okkum vera vinarliga biðin at siga frá í
seinasta lagið 23. oktobur 2013 á telefon 254480 ella á teldupost
lailaenghamar@hotmail.com
Vinarliga heilsan
Jógvan Trondesen Andreasen og Laila Enghamar
Brúdleyp
Leygardagin 21. septembur giftast Berit Heinesen og Pauli av
Reyni, Hoyvík. Vígslan verður í Ebenezer kl 13, og brúdleypið
verður hildið í Østrøm kl 19 fyri innbodnum.