Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Kunningartiltøk um viðari lestur í Føroyum og uttanlands. Tiltakið um dagin er ætlað fráfaringarflokkum í miðnáms­skúlunum. Tiltakið um kvøldið er alment. Ta fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguuleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum. Markleys útbúgving 17. september 2013 Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spurningar Spurningur 1 Hey tit! Tá eg í vár skuldi velja, hvørja miðnámsútbúgving eg helst vildi sleppa inn á, var eg sera nógv í iva. Eg eri enn í iva, um eg havi valt rætta miðnámsútbúgving. Hugsi nógv um víðari útbúgvingarmøguleikar. Eg havi nú frætt, at tað ber til at skifta miðnámsútbúgving fram til heystfrítíðina. Er tað rætt? Og um tað er rætt, hvussu skal eg so bera meg at? Vinarliga tann ivasami Svar: Tað er rætt, at ein næmingur fram til heystfrítíðina kann skifta miðnámsútbúgving, tó eru nakrar treytir. Tær eru, at tað skal vera pláss á tí útbúgvingini, sum mann ætlar at skifta til, og um har er pláss, hevur næmingurin sjálvur ábyrgdina at lesa upp tað, sum arbeitt hevur verið við fram til heystfrítíðina. Um tú ynskir at skifta, skalt tú seta teg í samband við ta útbúgvingina, sum tú ætlar tær at skifta til. Set teg møguliga í samband við ein lestrarvegleiðara. Vinarliga Holger og Bjørg Spurningur 2. Hey Eg búgvi í Føroyum og eri danskur ríkisborgari. Eg eri byrjaður á einari útbúgving í Danmark. Trupulleikin er, at eg ikki kann søkja um SU, tí eg ikki havi eitt danskt CPR.nr. Hvussu fái eg tað? “0607” Svar til “0607”. Her er leinkið á www.su.dk við kunning / mannagongd fyri føroyingar, sum búgva her í Føroyum uttan danskt CPR.nr., men eru komnir inn á eina útbúgving í Danmark, sum gevur rætt til SU: http://www.su.dk/ SU/betingelser/udenlandsk/Sider/default. aspx Her stendur millum annað: Bor i udlandet, læser i Danmark og mangler dansk cpr- nummer Lesur tú í Danmark, men býr uttanlands, og manglar tær eitt danskt CPR.nr., kanst tú ikki brúka minSU. Tú skalt í staðin senda ein teldupost til: su@vus.dk við upplýsingum um: • tín bústað • tín ríkisborgaraskap og • hvørjum útbúgvingarstaði tú lesur á Í evnisteigin á teldupostinum skalt tú skriva “Færing uden cpr.nr.” Eftir hetta fært tú eitt SU-umsóknarblað sendandi og tað serliga umsóknablaðið "Udenlandsk statsborger". Tú skal fylla bæði umsóknarbløðini út og lata tey inn á tínum útbúgvingarstaði. Tú skalt eisini lata eitt oyðublað um tíni bopæls- og skatteforhold saman við avriti av tínum passi inn á útbúgvingarstaðnum. Hevur tú spurningar um omanfyrinevnda, kanst tú ringja til SU á +45 72 31 79 30 ella venda tær til SU-skrivstovuna á danska útbúgvingarstaðnum. Vh Bjørg og Holger