Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur fótbóltur Víst taptu vit. Víst kundi sigurin verið størri. Víst var Týskland klassar omanfyri okkara leikarar. Men líka víst er tað, at okkara knassar gjørdu akkurát tað, vit hava eftirlýst so leingi. Á sama hátt er tað at fegnast um, at fjøldin fylti hvørt einasta setur kring vøllin. Týskvøldið á Tórsvølli var júst tað, føroyskum landsliðsfótbólti tørvaði Frálíkt avrik Føroyar Rólant Waag Dam Teir hava vitjað her fyrr, týska fótbóltslandsliðið. Tað sama hava aðrar ómetaliga nógvar sterkar fótbóltstjóðir. Frankaríki og Italia teljast millum tær sterkastu, men vit hava eisini dystast við eitt nú Holland og Portugal í venjingardystum. Øll hesi lið telja heims­ stjørn­ur, sum eru við at mynda fremstu liðini í sterk­ astu deildunum kring Evropa. Hesir menn hava spælt við Manchester United, Chelsea, Manchester City, Liverpool, Real Madrid, Barcelona, Juventus, AC Milan, Inter Milan, Bayern München, Dort­mund, Porto, Benfica, Ajax, Paris Saint Germain, Monaco, Lyon og vit kundu hildið áfram. Hesir leikararnir hava vunnið Premier League, La Liga, Le Championnat, Bundes­liguna, Seria A, Champions League, FA Cup, UEFA Cup og so framvegis. Hetta sigur so mikið sum, at hesi liðini hava verið í ser­ flokki, og hava talt nakrar av heimsins bestu leikarum. Men hóast hetta, so er týska fót­bóltslandsliðið, sum vitjaði á Tórsvølli sunnu­kvøldið, ivaleyst tað sterk­asta fótbólts­liðið, sum nakrantíð hevur vitjað í Før­oy­um. Og her kunnu vit eisini telja Premier League- feløgini Manchester City og Fulham uppí, sum hava spælt í móti ávíkavist EB/ Streymi og NSÍ. Tað sigur ikki lítið um styrkina hjá týska fótbólts­ lands­liðnum anno 2013. Nakrir minuttir í Premier League Til samanberingar er vert at draga fram, at størsta per­ són­liga avrikið, sum nakar føroyskur fótbólts­spælari hev­ur framt, er landsliðs­mál­ verji okkara Gunnar Nielsen, sum hevur strítt seg framat heimsins bestu fótbóltsdeild, har hann fekk eitt korter á vøllinum við Manchester City, tá Shay Given noyddist at fara av vøllinum í Premier League-dysti móti Arsenal. Hetta var tann 24. apríl í 2010. Av øðrum avrikum, sum føroyskir fótbóltsleikarar hava avrikað og sum eru minni­lig, kunnu meistara­ heit­ini nevnast, sum Todi Jónsson vann við FCK, og meistaraheitið, sum Jákup Mikkelsen var við at vinna við Herfølge. Gloyma munin Hetta eiga vit at hava í huga­ num, hvørja ferð okkara lands­lið fer í eldin. Við hesum er ikki sagt, at vit skulu leggja okkum skerflatar fyri allari mótstøðu. Tað er tíbetur enn ikki komið fyri. Vit kunnu øll vera samd um,at vit helst høvdu vónað eitt frægari úrslit – ella um ikki annað frægari avrik – frá okkara monnum, tá teir dystaðust so langt eystri í Evropa, sum vit yvirhøvur kunnu fríggjadagin fyri viku síðani. Tað eru eisini onnur dømi um hetta sama, men enn hava vit aldrin sæð okkara menn givið skarvin yvir. Vit síggja ferð eftir ferð, at okkara menn stríðast tað, teir eru mentir. Og viðhvørt hendir tað, sum vit øll bíða eftir, tá vit kappast undir slíkum umstøðum, sum vit nú einaferð gera, har tað kann teljast á einari hond, hvussu ofta vit hava havt favo­rittleiklutin, tá farið verður á vøllin, at okkara menn spæla yvir evni. Har okk­ara menn leita fram megi, sum teir ikki vita, at teir hava. Har menn stríðast saman og fyri hvørjum øðrum. Har vit fáa deyðbóltar í av­gerandi støðum, og tað eydn­ast okkum at umseta hetta skilagott. Og har teir útjabbaðu – og útskeldaðu – marginalarnir eru á okkara síðu. Alt skal ganga upp í eina hægri eind. Tað hendir við­hvørt. Hendir tað ikki, so verða okkara menn revsaðir