Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur fótbóltur bein­an­vegin. Hetta bæði á og uttan fyri vøllin, tí tá tú kappast móti landsins bestu leikarum úr Svøríki, Kasakstan, Eysturríki, Írlandi ella Týsklandi, so verður tú revs­aður beinanvegin, um tú bara setir fótin eitt lítið sindur skeivt. Korthúsið skramblar saman, um ein ella tveir leikarar ikki spæla upp til sítt allar besta, ella helst eitt sindur betri enn tað. Og uttanfyri vøllin er tað eingin, sum tekur synd í landsliðsleikarunum, tí eftir eitt tap eru bæði fjølmiðlar og fjepparar altíð klárir at fortelja, hvussu støðan skuldi verið takklað. Marginalar á muni Týskvøldið á Tórsvølli var eitt av teimum kvøldunum, tá alt – næstan – gekk upp í eina hægri eind. Alt uttan marginal­arnir. Vit fingu ongantíð eina deyðbóltsstøðu, har Súni hevði møguleika at senda kúluna í kassan, ella leggja hann til rættis fyri onkran annan. Tá Fróði kom at standa væl fyri tíðliga í dystinum, støkk bólturin upp í skortin á toftamanninum og sendi vælvaksna liðformannin í svørðin at liggja, heldur enn at broyta kós móti málinum og órógva Neuer. Hetta hendi, tá bara tveir minuttir vóru spældir, og vit kunnu bara gita um, hvat hevði hent, um Føroyar koma á odda tá. Men marginalarnir vóru ikki við okkum. Heldur ikki móti dystarenda, tá Thomas Müller vann Týsklandi eitt brotsspark og fekk Atla Gregersen út­ vístan. Í allar aðrar mátar kundu vit valla ynskt eitt betri avrik frá okkara monnum. Tí vit fingu eitt megnar avrik. Eingin spardi seg og eingin bakk­aði fyri týska trýst­inum. Uppgávan var vón­leys, men innsatsurin var fyri­myndar­ ligur. Tórsvøllur var fullur og fólk fingu valuta fyri tær 100 krónurnr, tað kostaði at síggja dystin. Hattin av fyri Fótbóltssambandi Føroya fyri hesum prísinum, tí tað er stuttligt, at øll kunnu fara at hyggja eftir landsliðsfótbólti. At tað bara kostaði 20 krónur meira at síggja Klose, Özil, Neuer, Draxler, Gomes og Reus, sum tað ger at síggja AB dystast við 07 Vestur. Óhugsandi og tó Onkur lýtir eru tó. Tí sjálvandi skal størsti maðurin á liðnum, Per Mertesacker við sínum 198 sentimetrum, ikki sleppa at standa ódekkaður inni í brotsteiginum í samband við deyðbóltsstøður. Hinvegin hevur maðurin spælt 93 dystir og einans gjørt trý mál tilsamans, so maðurin er ikki tann mest vandamikli av slagnum. Feilir sum hesir verða tó uppvigaðir av øðrum støðum, sum vit hvørki kunnu krevja ella vænta av okkara monn­ um. Men hetta eru støður, sum gera tað stuttligt at hyggja eftir føroyska fót­ bólts­landsliðnum. Sum til dømis, at Jóan Símun Edmundsson vinn­ ur fleiri luftdystir við Mertesacker og Boateng. At Súni Olsen hevur eitt YouTube-moment á mið­vøll­ inum í miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Christian Lamhauge Holst ger eina tunnel á Khedira og at Viljormur Davidsen gav Özil eitt púra reelt síðu­skump, sum sendi 400-milliónir mannin um koll í brots­teig­ inum. Og so tað mest óhugs­andi av øllum, at Atli Gregersen megnaði at renna Thomas Müller aftur! Undan dyst­ inum góvu veddingar­fyri­ tøkur sum Sportbet og 5Dimes methøg odds á 201 upp á ein føroyskan sigur. Nú bar tað ikki til at vedda upp á hvør fór at vinna eina kapp­renningina millum Atla Gregersen og Thomas Müller, men tað eru altso størri sann­ líkindi fyri, at Føroyar fóru at vinna á Týsklandi, enn at vælvaksni víkingurin fór at renna týsku torpedoina aftur. Unga ættarliðið Somuleiðis er hugaligt at stað­festa, at alsamt yngri leik­arar vinna sær pláss á lið­ num. Rógvi Baldvinsson er 23 ár, Pól Jóhannus Justinussen er 24 ár, Viljormur Davidsen er 22 ár og Jóan Símun Edmundsson er 22 ár. Hesir byrjaðu allir inni í móti Týsk­landi. Hallur Hansson, Páll Klettskarð og Christian Restorff Mouritsen vórðu allir skiftir inn, og eru ávíka­ vist 21, 23 og 25 ár. Hyggja vit nærri at hóp­ inum, so kunnu vit staðfesta, at tilsamans níggju leikarar eru føddir í nítiárinum. – Hesir menninir gera tað rættiliga gott. Tað er positivt, at fleiri teirra spæla uttanlands, tí tað er tann vegin, vit eiga at fara. Fram­ tíðin hjá føroyska fót­bólts­ landsliðnum er bjørt. Og ungu leikararnir eru eisini nógv betri bóltspælarar enn vit, staðfesti Fróði Benjamin­ sen eftir dystin. Til samanberingar kann nevnast, at í týska hóp­inum vóru tað einans Toni Kroos, Julian Draxler og André Schürrle, sum eru fødd­ir í nítiárunum. Harvið er ikki sagt, at føroyska fót­bólts­ lands­liðið verður betri enn tað týska um nøkur ár, men alt bendir á, at føroyska fót­ bóltslandsliðið verður betri um nøkur ár. Og tað gleða vit okkum til. rolant@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen