Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur fótbóltur Tróndur Arge – Tórsvøllur Tað fór altíð at verða av­ mark­að, hvussu nógvan dám okkara kláraðu at seta á lands­dystin móti Týsklandi. So­leiðis bleiv eisini, tí týsku heimsstjørnurnar vóru omaná frá byrjan til enda. Tó so, so høvdu millióningar­ nir úr Týsklandi ikki fult tamar­hald á støðuni fyrr enn Bayern Munchen mið­vall­ arin, og Champions League vinnarin, Thomas Müller fór bóltandi umkoll í føroyska brotsteiginum, eftir at Atli Gregersen hevði runnið týskaran upp. Tað í sær sjálvum sigur so mikið, at Thomas Müller ikki spælt heilt reint spæl. Hesum hava bæði týskar og evro­piskar sjónvarpsrásir víst á eftir dystin. Í 73 minuttir spældu vit dystin rætt, men tað var helst eisin tí týskarnir loyvdu okkum at spæla við so leingi. Kringsettir føroyingar Tað var ongin ivi um upp­ leggið til dystin. Føroyska liðið skuldi verja væl og so vóna, at vit fingu luft nakrar ferðir. Bæði eydnaðust væl. Í verjustøðu kundu okkara valla gera meir enn at standa væl, meðan týskarnir trillaðu bóltin sína millum. Teir komu ígjøgnum nakr­ ar ferðir og tað bleiv eis­ini vandamikið, tá teir upp til fleiri ferðir komu til bak­linj­ una og løgdu innfyri. Hin­ vegin, so sluppu teir ongantíð til vandamikil skot, tí alt liðið stríddist manniliga fyri at verja fyri. Í framrættaða spælinum riggaði væl. Longu í fyrsta min­utti hava vit okkara fyrsta skot á mál. Vit koma eis­ini fleiri ferðir um miðjuna við bóltin og tað gevur luft í verjustøðu. Bæði Christian L. Holst og Jóan Símun Edmunds­ son høvdu ein av sínum betri døgum í umstillings­ spælinum, har tað eydnaðist at fáa vent spælinum og til deils at hótta týska málið. Tey flestu vilja sjálvandi síggja framrættaðan fótbólt, men tað var alíkavæl hugaligt at síggja hvussu skipaðir okk­ara vóru í verjustøðu. Onkur misti í upp­dekkn­ ingini í fyrsta málinum, sum týskarnir fingið. Tað kom eftir hornaspark, sum bleiv longt frá nærmari stong. Her gjørdist Per Mertescaker púra leysur og kundi prika bóltin í málið. Seinni hálvleikur Føroyska liðið kom undir eitt ordans trýst í seinna hálv­ leiki. Aftur stóðu okkara menn stinnir og fingu rudd­að tað mesta vekk. Vit høvdu eina løtu, har vit ikki fingu møguleikan at koma í mótálop. Tað løtuna brúku okkara nógva orku við at renna aftaná, men tá saman­ umkom, so var tað ikki orkan, ið feldi føroyska liðið. Útskiftingarnar komu eis­ini væl fyrr enn móti Kasakstan. Eitt sindur óskilj­ andi bleiv Jóan Símun tikin út, men helst hevur hann verið troyttur, eftir at hann ikki hevur vunnið sær fast pláss í Viking. Páll Andrasson Klettskarð kom inn í álopið. Hann sá ikki út sum ein føroyskur landsliðsspælari, tá hann spældi í Dublin móti Írlandi. Men eins og í Kasakstan, so gjørdi hann tað væl eftir at verða skiftur inn. Hann byrjar at líkjast einum fínum møguleika í álopinum. Keðiligur endi Tíverri, so endaði alt við, at Týskland kom upp 3-0, eftir at vit høvdu ein dreym um at fáa mál við støðuni 1-0. Høvdu vit so tapt 2-1, ella hildi tað niðri á 1-0, so hevði tað tikið seg ótrúliga væl út á øllum úrslitatænastunum kring heimin. Vit kunnu ikki verða ann­ að nøgd við avrikið hjá spæl­ arunum hjá okkum. Fleiri týsk viðhaldsfólk hava víst stóra virðing fyri føroyska av­rikinum, og skilja als ikki, at vit kunnu spæla so væl við bara 49.000 fólkum at taka av. Lars Olsen blandaði megin­ partin av sínum kortum rætt. Bara spurningur kann setast við Daniel Udsen, sum kom í hópin og tók plássið frá Halli Hansson. Hann vísti ikki, at hann skal taka plássið, sum hann átti fyrr, aftur. Hin­ vegin, so gjørdi Lars helst rætt í at skifta eitt sindur út, tí hesa ferð gekk orkan ikki undan. Alt í alt eitt gott avrik og vit kunnu illa forlanga meiri enn tað við fingið týs­ kvøldið. trondur@sosialurin.fo Müller spilti spælið Í 73 minuttir gekk dysturin so væl, sum kann kundi fyri okkara viðkomandi. Men valdi so Thomas Müller at hálvgun tveita seg í okkara brotsteigi. Úrslitið varð brotsspark og reytt kort til Atla Gregersen Føroyska A-landsliðið tapti í gjár 3-0 fyri Týsklandi á Tórsvølli. Per Mertescaker legði Týskland á odda mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki. Ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð bragdaði aftur hjá týsku heimsstjørnunum, tá teir fingu brotsspark og Atli Gregersen fekk bein­ leiðis reyt kort. Mesut Özil umsetti til mál, áðrenn Thomas Müller staðfesti sigurin. – Samanumtikið eri eg nøgdur. Tað er ringt, at vera nøgdur tá tú hevur tapt, men vit møta einum liðið í heimsflokki. Í fyrra hálv­ leiki órógva teir okkum við skjótum spæli, men í seinna hálvleiki eru vit við at fáa um endan til teir so fáa brots­spark. Tíggju móti ellivu, tá er dysturin taptur, sigur Lars Olsen og heldur fram. – Í mun til dystin í Hannover, so haldi eg at liðið hevur gjørt framstig. Vit eru betri til at spæla bóltin okkara millum og vit koma til fleiri møguleikar. Sæð á tann hátt, so er av­ rikið á góðari leið, sigur lands­liðsvenjarin. – Vit tosaðu í hálv­leik­ inum um, at týskarnir mátti fyri alt í verðini ikki fáa mál nummat tvey. So leingi støð­ an er 1-0, so trúgva vit upp á tað og skulu bara hava ein málmøguleika. Hann fáa vit eisini móti endanum. Hevði støðan tá verið 1-0, so kundu enntá fingið okkurt burt­ur­ úr, sigur Lars Olsen Landsliðsvenjarin fegn­ ast eisini um, at fleiri av inn­skiftu spælarunum vísa, at teir eru til reiðar at bjóða av. Spurdur um góða avrikið hjá Pálli A. Klettskarð tað løtuna hann var á vøllinum, svaraði Lars soleiðis: – Tað eru fleiri og fleiri, ið bjóða seg fram. Tað er gleðiligt fyri meg sum venj­ ara, at eg kann skifta út utt­an at liðið blívur verri. Eg eri eisini væl nøgdur við av­rik­ini hjá Christiani R. Mouritsen og Halli Hansson, sum kom inn á miðuni. Jónas Tór Næs situr uttan­ fyri til hendan dystin, men eis­ini ein Heini Vatnsdal bankar upp á at sleppa inn. Kundu vit so fingið gongd í Odmar Færø, so sær heilt gott út, sigur Lars Olsen. Avgerandi støðan í dyst­ inum kemur eitt korter fyri tíð, tá Atli Gregersen fær reytt kort fyri at fella Thomas Müller. – Eg síggi ikki støðuna. Atli sigur, at hann møguliga rakar hann, men eg havi ikki sæð tað umaftur. Vit eru í álopið og Rógvi Baldvins­ son fer framvið og vit miss­ an bóltin. Slíkt verður tú revsaður fyri, sigur lands­ liðs­venjari og leggur at enda afturat: – Í dag síggja vit, at vit í fleiri førum kunnu spæla við og tað skulu vit halda fast í. trondur@sosialurin.fo Lars harmast um tvey tey síðstu málini Myndir: Álvur Haraldsen