Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur fótbóltur Høvdu skil á 1000 týskarum Fingu troyggjur frá týsku stjørnunum Løgreglan hevði í tøttum samstarvi við Tórsvøll og Fótbóltssamband Føroya gjørt nógv burturúr trygdarfyrireikingunum til dystin á Tórsvølli týskvøldið. Hetta við tí úrsliti, at alt spældi væl av Flestu leikararnir býttu um troyggjur eftir dystin, men tveir teirra valdu at geva troyggjuna til nakrar glaðar føroyskar smádreingir Pætur Albinus Tá ið stórar fótbóltstjóðir sum Týskland vitja í Før­ oy­um verður nógv gjørt burturúr trygdini. Einki undan­tak var hesaferð. Eitt týskt løgregluumboð, sum ferðast við týska lands­ liðnum kring heimin, um­ framt 10 løgreglumenn úr Danmark, vóru kom til Føroya í sambandi við dystin. – Fyrireikingararbeiðið varð gjørt í tøttum sam­ starvi við Tórsvøll og Fót­ bólts­samband Føroya. Vit høvdu eitt effektivt atgongu­merkjaeftirlit, og sum heild riggaði tað væl. Vit mettu, at tað vóru umleið 750 týskarar á Tórsvølli og 250 uttanfyri, sigur Martin Berg, sum ikki fær upplýst, hvussu nógv fólk løgreglan hevði til arbeiðis í sambandi við dystin. Hann sigur tó, at talan var um eitt hóskandi tal. U21-landsliðini hjá somu londum spældu nakrar dagar áðrenn, og at flestu vaktirnir vóru teir somu tá og høvdu nýtt henda dystin til fyrireiking. Útselt var og nakrar royndir vórðu eisini gjørdar at sníkja seg inn á Tórsvøll, men hetta lumpaði ikki vaktar­haldið á Tórsvølli. Møttu týskarunum Hóast tað áður hava verið sokallaðir high-risk dystir í Føroyum, har trygdin má vera treytaleyst í hásæti, so var hetta talan um ein middle-risk dyst. Hetta vóru tey komin fram til í fyri­ reikingini til dystin. – Týskland er eitt somikið stórt land, har flestu sjálv­ andi eru hampafólk, men tað er altíð onkur ímillum, sum kanska ikki skikkar sær væl. Men tað vóru vit fyrireikaðir upp á, sigur Martin Berg. Umframt at løgreglan kunnaði almenningin und­ an dystinum um eitt nú at møta í góðari tíð, hvat ein kundi hava við sær á Tórs­ vøll o.s.fr, so metir Martin Berg, at eitt gott samskifti við týskararnar bara kastaði gott av sær. – Vit høvdu gjørt ein fald­ara á týskum, har vit bjóð­aðu teimum at vera væl­ komin og góvu teimum upp­ lýsingar um sitipláss o.s.fr. Vit royndu at møta týskar­ unum dagarnar undan dyst­ inum og fáa eitt prát við teir. Vit hava bara fingið sera góðar afturboðanir um tað, sigur Martin Berg at enda. Løgreglan og vaktar­ haldið fara í næstum at hava eftirmetingarfund, soleiðis sum vanlig mannagongd er eftir hvønn dyst. Pætur Albinus Tað er púra vanligt, at leik­ arar­nir á liðunum báðum býta um troyggjur eftir dyst­in fyri at æviga eitt gott minni, men tað er somu­ leiðis eisini vanligt, at nakrir av spælarunum heldur vilja gleða nøkur við­halds­fólk. Soleiðis var eis­ini á Tórsvølli týs­kvøldið. Jóhannes Bjørgvin var ein av teimum hepni. Hann gjørdi eina roynd at fáa fatur á eini troyggju hjá einum týskum leikara, og tað eydnaðist. Hann fekk troyggjuna hjá Mats Hummels, miðverju­ leik­aranum hjá Borussia Dortmund, sum tó ikki kom á vøllin í kvøld. – Eg stóð beint við hegn­ ið og hann tveitti hana upp á áskoðaraplássini, men mað­ urin, sum loftaði troyggj­uni, misti hana, og troyggjan datt niður til mín. Eg tók hana, men Mats Hummels bað meg geva manninum troyggjuna aftur, greiðir Jóhannes Bjørgvin frá. Ein vónbrotin Jóhannes gjørdi eftir boðunum frá týsku verjukempuni, men Mats Hummels bjargaði kvøldinum hjá honum hóast alt. – Eg spurdi hann, um eg kundi fáa jakkan hjá honum. Hann segði, at tað lat seg ikki gera. Hann fór síðani burtur eina løtu, men kom so aftur við eini troyggju til mín, sigur ein ovurfegin Jóhannes Bjørgvin, sum ætlar sær at hava troyggjuna hangandi í kamarinum. Tríggir loftaðu Schürrle Eisini nýklakti Chelsea- áleyp­arin, André Schürrle, sum varð innskiftur í seinna hálv­leiki, valdi at tveita sína troyggju til nakrar ung­ ar føroyskar áskoðarar. Endin var, at ikki færri enn tríggir dreingir loftaðu henni samstundis. Teir vóru Heini Holm Johannnesen, Tormóður P. Djurhuus og Jonn Rói Tofinsson. Teir hildu ein tíma eftir dystin allir tríggjar rimmar fast um troyggjuna. Teir vóru framvegis ikki komnir fram til hvat teir fóru at gera við troyggjuna, men teir søgdu, at teir ikki ætlaðu sær at kuta hana í trý. albinus@sosialurin.fo Týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, var eftir dystin best nøgdur við at hava fingið tey trý stigini, sum sendi Týskland í HM- endaspælið. Á tíðindafundinum eftir dystin metti hann, at Føroyar vardu ógvuliga væl, og at tað ikki var lætt at spæla seg ígjøgnum før­oysku verjuna. – Tað var eitt krav at fáa tey trý stigini, sum vit so eisini fingu. Men tit varnaðust kanska, at Før­oyar vardu ógvuliga væl og tað var ikki lætt at koma ígjøgnum. Vit mugu serliga betra um seinastu og avgerandi spælingina, segði Joachim Löw. Á tíðindafundinum høvdu tey mongu týsku fjøl­miðlafólkini nógvar spurningar um hvussu landsliðsvenjarin nú ætlaði sær at blanda kortini framyvir. Hann vísti spískum spurningum um eitt nú hví Mario Gomez ikki kom á vøllin aftur við at svara, at hann metti hetta vera bestu menninir, sum hann valdi til dystin hetta kvøldið. Nýggi 10-arin á týska lands­liðnum, stríðs­mað­ urin úr Schalke 04, Julian Draxler, metti tað eisini vera sera trupult at lata føroysku verjuna upp – Um ein ørgrynna av spælarum eru í feltinum, so er tað trupult at sleppa ígjøgnum og lata verjuna upp. Men vit kláraðu tað og tað var at enda ein uppiborin 3-0-sigur, og við hesum hava vit gjørt eitt risa fet mótvegis HM í Brasilia. Veteranurin í álopinum, Miroslav Klose, sum var einasti týskarin, ið eisini var í dystinum landanna millum fyri 11 árum síðani, helt, at góða týska spælið loysti seg. – Tá ið tú hevur betri spæl og betri spælarar, so eigur tú eisini at vinna dystir. Vit skaptu nógv­ar málmøguleikar og ar­beiddu væl í verju­ part­inum, segði Miroslav Klose. albinus@sosialurin.fo Julian Draxler: Trupult at koma ígjøgnum Miroslav Klose: Betra spælið sigraði Joachim Löw: Føroyar vardu væl