hósdagur 12. september 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Síðani næstsíðsta vikuskifti
hava landskappingarnar í
bestu og næstbestu deildini
og í U-18 deildini hjá monn
um hildið frí. Tað hava tær,
tí landsliðini hava verið í
eldinum. A-landsliðið hevur
spælt tveir dystir, U-21 lands
liðið hevur spælt ein dyst, og
U-19 landsliðið hevur spælt
tríggjar dystir.
Samlaða úrtøkan á altjóða
vígvøllinum var soltin hesa
ferð – sum so mangan áður.
Føroysku liðini taptu allar
seks dystirnar, og samlaði
málmunurin var 20-1 til fyri
munar fyri mótstøðuliðini.
Einsamalla føroyska málið
skoraði Fróði Benjaminsen,
tá ið hann fríggjakvøldið so
langt burtur sum í Kasakstan
legði Føroyar á odda 1-0.
Hetta var miðskeiðis í 1. hálv
leiki, og inntil fimm minuttir
eftir steðgin sá tað ljóst út.
So javnaði heimaliðið við
brotssparki, og eitt korter
seinni skoraðu teir sigurs
málið.
Týskvøldið
fóru
týsku
heimsstjørnurnar av Tórs
vølli við 3-0 sigri. Hóast
føroyingarnir – bæði venjarin
og spælararnir – harmaðust
um úrslitið, tí teir hildu, at
tapið var eitt ella tvey mál ov
stórt, so kendist tað sum um,
at hetta var meiri at liva við,
enn tapið í Kasakstan.
Í føroysku leguni kendist
úrslitið at vera stórt vónbrot.
Serliga meint varð tað, tí
dómarin so at siga burturúr
ongum gjørdi av at bríksla
fyri brotssparki. Støðan var
klassisk. Ein í altjóða fótbólti
óroyndur dómari úr San
Marino hevði fyri fyrstu ferð
fingið møguleikan. Tað er ikki
á hvørjum degi, at dómarar
úr smátjóðunum fáa møgu
leikan, og hesin kendist hava
misskilt, hvat skal til fyri
at røkka glæsiligari altjóða
karrieru.
At hann var heimadómari
sást beinanvegin í 1. hálvleiki,
tá ið hann bríkslaði fyri frí
sparki dygst uttanfyri før
oyska brotsteigin, og hann
krýndi
heimaavrikið
við
beinanvegin eftir steðgin at
geva heimaliðnum eitt brots
spark.
Ivaleyst kendi óroyndi
maðurin seg trýstan at geva
heimaliðnum í hvussu so er
tað, sum var uppiborið. Men
tað er ikki fótbóltssambandið
í Kasakstan, sum ger av,
hvussu altjóða karrieran hjá
hesum dómaranum heldur
enn øllum hinum fer at
síggja út. Tað er upp til UEFA
og FIFA at gera av, og hesum
manninum
bíðar
neyvan
glæsilig karriera. Men kanska
verður hann sendur onkra
ferðina aftrat til ytsta enda
í UEFA økinum, tá ið smáu
tjóðirnar hittast. Soleiðis er
hatta.
Tilgongdin
Um vit snara okkum burtur
frá harmuligu gongdini og
tepra tapinum í Kasakstan
og 3-0 heimatapinum ímóti
Týsklandi, sum ikki var
nøkur skandala, og líta at
avrikunum hjá yngru lands
liðunum, so siga úrslitini, at
tað neyvan kann roknast við,
at Føroyar, sum eru nummar
175 á FIFA styrkislistanum,
skjótt fara at lyfta seg stór
vegis rætta vegin.
Yngru landsliðini eru føði
ketan hjá besta landsliðnum.
Allir teir, sum týskvøldið
spældu ímóti týsku stjørn
unum, hava spælt á yngru
landsliðunum. Undantiknir
eru Daniel Udsen og Chrstian
Lamhauge Holst, sum eru
uppvaksnir í Danmark, og
sum ikki eru vornir aktuellir í
føroyskum høpi, fyrrenn eftir
at teir vóru vaksnir. Harvið
tæna yngru landsliðini sín
um endamáli.
U-21 landsliðið er tað, sum
hevur staðið seg best. 1-0
ímóti Russlandi og 2-2 ímóti
Írlandi á heimavølli vekja
ans, meðan 3-0 á heimavølli
ímóti Týsklandi er tað, sum
roknast kann við. Tá ið Før
oyar í 1990 fóru upp í altjóða
fótbólt varð aftur og aftur
sagt, at tap minni enn 0-4
vóru góðtikin, og soleiðis
kennist tað fremvegis at
vera.
Í gjár kom U-19 landsliðið
aftur úr Makedonia. Í við
førinum frá EM undan
kappingini vóru trý tap og
málmunurin 0-12! Tað er
órógvandi, og tað kennist
boða frá, at munurin fram til
onnur landslið í Europa ikki
verður øðrvísi næstu árini.
– At tapa 2-0 ímóti Turka
landi er á góðari leið. Munurin
á føroyska liðnum og hinum,
sum hesa ferð vóru púra
javnt sterk, er í hvussu so er
trý mál. Onkuntíð eydnast
tað okkum at skora mál og at
tapa við einum ella tveimum
málum og hendinga ferðina
at røkka javnleiki. Tá skal alt
spæla við hjá okkum, og hinir
skulu ikki hava marginalirnar
við sær. Tá ið vit tapa 5-0, so
er tað kanska størri tap, enn
veruligi styrkismunurin er,
sigur annar av venjarunum
Eyðun Klakstein, og hann
leggur aftrat:
– Spurningurin er, hvat
sovornar
kappingar
gera
við spælararnar. Og har eru
vit báðir venjararnir hjá
U-19 landsliðnum, Oddbjørn
Joensen og eg, ikki í iva. Hetta
mennir spælararnar, sum eru
betri fyri, eftir at hava roynt
seg ímóti sovornum mót
støðuliðum og spælarum.
Framtíðin
Tá ið týska landsliðið fyrr í
vikuni var í Føroyum, endur
tók týski landsliðsvenjarin,
Joakim Löw, í samrøðu við
Rás2 sjónarmiðið, sum hann
áður hevur vakt ans við.
Landsliðsvenjarin heldur, at
tað er tíðarspill hjá honum
og illa sperdu stjørnunum, at
teir skulu til Føroya at spæla.
Eftir dystin týskvøldið rósti
hann føroysku spælarunum
fyri at duga væl at verja sam
stundis sum hann fanst at
sínum monnum fyri ikki at
vera nóg kringir í smáspæl
inum í føroyska brotsteig
inum:
– Hetta er sum at spæla
hondbólt. Allir okkara eru
í álopi, og allir teirra verja.
Tá ræður um at duga at
snúgva sær á lítlum øki, og
tað eru okkara ikki nóg góðir
til, segði týski venjarin við
heimasíðuna hjá týska fót
bóltssambandinum.
Væl kenda sjónarmiðið hjá
Joakim Löw er, at smátjóð
irnar skulu spæla fyri seg og
so møguliga kvalifisera seg at
spæla ímóti teimum stóru, ið
eru so upphongd í europeisku
stórfeløgunum. Mánadagin
var hann fólkaligur og rósti
føroyingunum, men hann
fjaldi ikki, at hann framvegis
er av somu áskoðan.
Tað verður arbeitt við
at broyta skipanina í EM
undankappingini, sum tað
verður farið undir um eitt
lítið ár. Tí kann tað væl vera,
at tað verður longri ímillum,
at størstu stjørnurnar fara
at vitja í Føroyum, og at tað
verður styttri millum tøttu
dystirnar hjá føroyska lands
liðnum.
Men hetta hevur fleiri
síður. Ein er tann fíggjarliga,
at føroyskur fótbóltur eins
og fótbóltur í so mongum
øðrum londum, er tengdur
at risa upphæddunum, sum
verða rindaðar frá UEFA og
FIFA, ein onnur er politiski
parturin og ein triðja er
ítróttarligi parturin.
Stóru inntøkurnar eru
bara at fáa í sambandi við
a-landsliðið og luttøkuna í
europeisku liðkappingunum.
Um broytingar verða framd
ar í hesum, so fær tað álvars
ligar avleiðingar fyri føroysk
an fótbólt.
Um landsliðini – a-lands
liðið og tey yngru – oftari
høvdu spælt ímóti teim
um, sum eru umleið eins
stinn og eitt sindur stinnari
enn Føroyar og ikki so ofta
ímóti teimum, sum eru nógv
stinnari, er ivaleyst spurn
ingur, sum er áhugaverdur
at venda og snara.
Tølini siga, at tað kann
roknast við, at broytingar
fara at verða gjørdar, um
føroyingar eru við upp á
tað ella ikki. Hvørjar broyt
ingarnar verða valdast um
politisku undirtøkuna. Tá
hava Føroyar og aðrar smá
tjóðir
týdningarmiklan
leiklut í altjóða fótbóltsfam
iljuni. Tað boðar frá, at smá
tjóðirnar á ein ella annan hátt
fara at sita við borðið og taka
avgerðir saman við teimum,
ið umboða sjónarmiðini hjá
Joakim Löw og teimum, sum
taka undir við honum.
Og nú snýr tað seg aftur
um heimligu kappingarnar!
ítróttur
fótbóltur
Landsliðsvikan kostaði 20-1
Úrslitini hjá teimum trimum landsliðunum, sum seinastu vikuna hava spælt seks dystir og tapt allar, stuðlar
hagtalsliga undir tosið um at bólka tjóðirnar soleiðis, sum týski landsliðsvenjarin vil hava, at tað verður gjørt
Mynd: Álvur Haraldsen
Landsdystir:
6. september
Kasakstan - Føroyar 2-1
U21 Føroyar - Týskland 0-3
U19 Montenegro - Føroyar 5-0
8. september
U19 Turkaland - Føroyar 2-0
10. september
Føroyar - Týskland 0-3
11. september
U19 Føroyar - Makedonia 0-5