Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur KÍ er aftur FM favorittur Evi breyt skinnabeinið Fram ímóti 300 vóru eygnavitni, tá ið Rannvá B. Andreasen skoraði sigursmálið og í hinum endanum bjargaði á strikuni ímóti EBS/Skála, sum síðstu løtuna trýsti nógv fyri at javna Í EBS/Skála harmast tey um tapið, men tey eru mest hørm um, at veteranurin Evi Mikkelsen breyt skinnabeinið í tveimum støðum Jóannes Hansen Eftir at EBS/Skála síðani 9. juni hevur verið oddalið í bestu kvinnudeildini, lyftu KÍ kvinnurnar seg í gjárkvøldið upp aftur í fremstu røð. Tað gjørdu tær við teprum 1-0 sigri á heimavølli ímóti EBS/ Skála. Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er eitt stig undan kapp­ ingar­neytanum, og nú er tað upp til tær úr Klaksvík sjálvar at gera av, um tær skulu vinna FM heitið, sum tær hava átt øll árini síðani 2000. Karmarnir vóru verdugir fyri ein toppdyst. Veðrið var framúr, og áskoðararnir vóru fram ímóti 300, sum umboðaðu bæði feløgini og haraftrat vóru fleiri týskarar, sum týskvøldið høvdu verið á Tórsvølli, og nú rundaðu ferðina í Føroyum av við hetta dýrdvarkvøldið at vera eygnavitni, tá ið bestu kvinnu­liðini í Føroyum brustu saman. – Hetta var hugaligt at vera við til. Talan var um sera tætta uppgerð, og heilt inntil síðsta bríksl vóru vit undir trýsti. EBS/Skála slepti alt meiri í verjupartinum fyri at skora útjavnandi málið, ið hevði borið við sær, at tað framvegis høvdu verið tvey stig hjá okk­um fram til oddasessin. EBS/ Skála tiltuskaði sær fleiri hornaspørk, og fleiri spent­ ar støður vóru. Í síðsta álop­ inum bjargaði Rannvá B. Andreasen á strikuni, so tað var sera tætt við, at vit mistu sigurin, men tað gjørdu vit tíbetur ikki. Tað er KÍ veteranurin og liðformaðurin Malena Josephsen, sum greiðir frá. Nú eru hon og liðfelagarnir favorittar at vinna fjúrtanda FM heitið á rað, og tað sigst vera europeiskt met. – Vit eru sjálvandi fegn­ ar, men samstundis eru vit greiðar yvir, at tað framvegis bíða okkum avbjóðingar. Tann fyrsta verður sunnu­ dagin, tá ið vit skulu spæla í Gundadali ímóti HB, sum fyrr í ár gav okkum dygga mót­støðu, tá ið vit vunnu 2-1. Sigursmálið í gjárkvøldið skoraði ein annar av KÍ veteran­unum, Rannvá B. Andreasen, í síðsta minutti und­an steðginum. Hon varð leys í vinstru og sendi bóltin úr spískum í handara síðu­ netið. Vardu væl Bæði liðini høvdu styrkt seg undan lyklauppgerðini. Hjá heimaliðnum var Sofía Purkhús komin av flat­ lond­um, har hon er farin undir útbúgving, at hjálpa barn­dóms­felagnum. Og hjá EBS/Skála vóru Oddrún Danielsen, Fríðrún Danielsen og Birna Johannesen komnar úr útlandinum og at hjálpa til. – Taktikkurin hjá EBS/ Skála kvinnunum var fyrst og fremst at verja javn­ leikin. Tað skilji eg væl. Um tað eydnaðist, so vóru tær framvegis oddalið. Í 2. hálv­ leiki vórðu tær alt meiri álops­hugaðar, so tá varð tað ógvuliga undirhaldandi, held­ur Malena Josephsen. AB vann fyri fyrstu ferð Tveir aðrir dystir vóru í kvinnudeildini mikukvøldið. Á Argjum eydnaðist tað AB at vinna fyri fyrstu ferð í ár, og tað var vorðið sum sigur. Steypafinalistarnir úr ÍF vórðu sendir norður aftur við 5-1 tapi. Í Gundadali hevði HB, sum longu hevur tryggjað sær bronsukrónurnar, vitjan av Víkingi. Eisini her var talan um trivaligan heimasigur, tí HB vann 6-0! Heidi Sevdal skoraði fýra mál, og Milja R. Simonsen skoraði hini bæði. Mynd: Norðlýsið KÍ - EBS/Skála 1-0 (1-0) 1-0: Rannvá B. Andreasen 45. HB - Víkingur 6-0 (3-0) 1-0: Heidi Sevdal 5. 2-0: Heidi Sevdal 32. 3-0: Milja R. Simonsen 45. 4-0: Heidi Sevdal 50. 5-0: Milja R. Simonsen 64. 6-0: Heidi Sevdal 82. AB - ÍF 5-1 (1-0) 1-0: Elsa Splidt Jacobsen 13. 2-0: Ásleyg Súnadóttir 46. 3-0: Ásleyg Súnadóttir 58. 4-0: Elsa Splidt Jacobsen 67. 5-0: Annika Fríða Wardum 68. 5-1: Dania Olsen 85. Í EBS/Skála harmast eru tey sjálvsagt vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna í hvussu so er eitt stig í Klaksvík mikukvøldið. Poul Grunnveit Olsen er venjari: – Vit fóru norður fyri í hvussu so er at røkka javn­ leikinum. Tað eydnaðist ikki, og harvið er FM møguleikin ivaleyst fokin. Men vit liva í vónini, sum er, at vit vinna fulla úrtøku í trimum dystum, og at KÍ ikki vinnur fulla úrtøku, men tað sær ikki so ljóst út. Hvussu upplivdi tú dystin? – Fyrst og fremst harm­ ast vit um, at ein av veteran­ unum hjá okkum, Evi Mikkelsen, í nærdysti breyt skinna­beinið í tveimum støðum. Hon varð flutt á sjúkrahúsið í Klaksvík, og í gjár varð hon flutt á Lands­ sjúkrahúsið, har hon varð skurðviðgjørd. Vit hugsa um hana og vóna, at hon skjótt kemur fyri seg aftur. – Dysturin myndaðist so­leiðis, sum vit høvdu ætlað og roknað við. Vit vardu og blokeraðu væl, tær komu ikki til so nógvar møgu­leikar, og vit høvdu møgu­leikar í skjótum mót­ álop­um í 1. hálvleiki. Í 2. hálv­leiki løgdu vit meiri fyri frameftir, og tá vóru nógvar spentar støður serliga eftir hornaspørk. Í síðsta minutti sendi Oddrún Danielsen við høvdinum bóltin ímóti málinum. Tær bjargaðu á strikuni. Okkara vilja vera við, at hon stóð innanfyri strikuna, tá hon bjargaði, men tað dugi eg ikki at siga. Eg var langt burtur, og ljósini vóru ikki so góð. Men tað endaði 1-0 til tær. Poul Grunnveit Olsen leggur aftrat, at ætlanin var, at heimadystirnir hjá saman­setta liðnum undan summarsteðginum skuldu vera í Streymnesi og eftir summarsteðgin á Skála. Enn hava tær ikki spælt á Skála, tí har er vøllurin skiftur út. – Nú er klárt at spæla á Skála, og eg rokni við, at síðstu heimadystirnir verða spældir á nýggja undir­lag­ num. Tit eru rímuliga ógvuliga vónbrotin av úrslitinum? – Sjálvandi eru vit tað. Spælararnir hava tikið uppgávuna í stórum álvara og arbeitt hart fyri søkini. Tær hava rokkið langt, men vit mugu staðfesta, at vit helst ikki røkka málinum, sum var at vinna FM heitið, sigur EBS/Skála venjarin. joannes@sosialurin.fo