Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Sunnudagin verður 22. umfar í bestu fótbóltsdeildini. Har­við verður vent aftur til enda­spurtin í heimligu lands­kappingini, eftir at fokus síðani næstsíðsta leygar­kvøld hevur verið á lands­liðs­fótbóltinum. FIFA og UEFA leggja ávísar vikur og dagar av til landsliðsfótbólt. Í lands­liðs­ tíðarkeiðunum verður ikki spælt í landskappingunum. Heima á landi var 21. umfar leygardagin 31. august, og síðani tá hava spælarar og nakrir venjarar verið upp­ tiknir av lands­liðs­fótbólti. Tað kemur sjáldan fyri, at altjóða dystirnir órógva venjingarnar í feløgunum so nógv, sum tær hava gjørt tað hesa ferð. Tað kemst av, at trý landslið hava verið í eld­ inum. U21 landsliðið spældi fríggjakvøldið. Tað órógvaði felags venjingarnar í eina lítla viku. A-landsliðið spældi fríggjakvøldið og aftur týskvøldið. Tað órógvaði felags venjingarnar í tíggju dagar, og U-18 landsliðið lendi aftur í Vágum eftir døgurða í gjár, eftir at liðið hevði verið burtur síðani næstsíðsta sunnudag. Tað vil siga, at teir, sum vóru í tí ferðalagnum, møttu ikki aftur í feløgunum fyrr­enn í gjárkvøldið. Harvið vóru teir burtur í tólv dagar. Øll feløg fegast saman við spælarunum, tá ið teir fáa landsliðsboð. Sam­stundis vita tey í feløg­unum, at venj­ ingarnar eru ikki tær somu, meðan lands­liðs­spæl­ararnir eru burtur, sum tær eru, tá ið allir møta. Tað ber illa til at venja taktiskar støður, og sjálvandi kennist tað á intensitetinum og bólt­ før­leikanum, tá ið bestu spælararnir ikki luttaka í venjing­unum í feløgunum. Í fleiri feløgum var kring vikuskifti steðgur frá venjingunum. Tað varð hild­ ið, at spælararnir høvdu gott av at halda frí og spenna frá eitt vikuskifti, áðrenn tað nú av álvara aftur verður farið til verka. Flestu úr HB og KÍ Í gjárkvøldið hittust Eyðun Klakstein og KÍ spælararnir og Oddbjørn Joensen og HB spælararnir fyri fyrstu ferð í smáar tvær vikur. Orsøkin er tann, at teir báðir – Eyðun og Oddbjørn – eru venjarar hjá U-19 landsliðnum, sum fyrst var á Keypmannahavnar leið­ini á venjingarlegu og síðani tók lut í europeiskari undan­kapping í Makedonia, har síðsti dysturin var í gjár. Fyri bæði HB og KÍ er tað merkisvert, at átta spælarar og venjarar í hvørjum felag­ num hava verið burturi frá venj­ingunum orsaka av upp­ gávan fyri føðilandið. Hjá HB, sum nú fer undir aftur stríðið at varðveita odda­plássið, hava bæði venj­ arin, Oddbjørn Joensen, og hjálpar­venjarin, Fróði Benjamin­sen, verið burturi frá. Jón Simonsen, sum er annar hjálparvenjarin og sum áður hevur verið venj­ari hjá besta liðnum í Fugla­firði, hevur tikið sær av venjing­ unum, meðan teir báðir og seks aðrir spælarar hava verið burtur. Hjá KÍ, sum nú fer undir aftur stríðið at venda óvan­ ligu soltnu gongdini, sum hevur verið í meiri enn fýra mánaðir, og sum hevur borið akuttan niður­flytingar­vanda við sær, hava venjarin Eyðun Klakstein og sjey spælarar verið burtur. Pauli Poulsen, sum áður hevur verið venjari bæði í NSÍ og B68, hevur staðið fyri venjingunum. Toppur og botnur á Argjum Toppliðið HB skal hesa ferð um brúnna um Sandá. Hb er í tí fyri hetta kappingarárið heilt óvanligu støðuni, at liðið nú hevur spælt tríggjar dystir á rað uttan at vinna fulla úrtøku. Eftir at tað í fyrsta umfari var endað við javnleiki ímóti B36, segði Oddbjørn Joensen, at liðið hjá honum var ført at vinna fulla úrtøku ímóti øllum hinum. Treytin var, at spælararnir lótu seg í arbeiðsklæðini. Í 2. umfari var sjón fyri søgn. HB var á Argjum, og longu eftir sekstan minuttir var HB frammanfyri 3-0, og so var alt avgjørt. Úrslitið varð 3-1. Fyri 14 døgum síðani var HB stórfavorittur ímóti sera skerdum B36 liði. Aftur ta ferðina endaði tað við javnleiki, sum HB spæl­arar­ nir vóru fegnari um enn mótstøðumenninir. Spurn­ ing­urin er so, um soltna avrikið ímóti B36 aftur hesa ferð fer at ganga út yvir AB á Argjum. Eftir at tað leingi gekk sera væl hevur AB nú spælt tríggjar ferðir uttan at vinna, og niðurflytingarstrikan er nú ikki so langt burtur. Rógvi Poulsen er farin av landinum í lestrarørindum, men hann verður við í øllum dystunum í heyst. Ímóti ÍF vóru bæði Ahmed Keita og Dmitrije Jankovic avsettir. Teir spældu síðsta vikuskifti við 2. deildarliðnum, og í hvussu so er Keita fer nú enn eina ferð at fáa møguleikan at vísa, hvør dugur er í honum. AB - HB: Páll Augustinussen ÍF liggur framvið Soltna úrtøkan hjá HB og góða gongdin hjá ÍF hevur havt við sær, at munurin mill­um tey bæði fremstu nú er minkaður út tíggju og nið­ ur í fimm stig. – Vit eru væl nøgdir við gongdina, og vit spæla fyri FM møguleikanum, sigur Albert Ellefsen, sum saman við ÍF skal norður til Streym­ nes­ar. Umframt at fimm spæl­arar hava verið burtur í lands­liðsørindum, so hava venjingar­nar í Fuglafirði verið órógvaðar av, at fleiri spælarar eru farnir av land­ inum í lestrarørindum og ferð­ast heim til dystirnar. Hesa ferð koma Øssur Dalbúð og Høgni Madsen heim. Sum skilst vera Heri Nesá og Jan Ó. Ellingsgaard ikki við hesa ferð. Dánjal á Lakjuni hevur verið darvaður av skaða, men hann er komin fyri seg aftur. Í Streymnesi er avbjóð­ ingin hjá Rúna Nolsøe eftir vónbrotið í steypafinaluni at fáa spælararnar at stríðast fyri bronsukrónunum og altjóða atgongumerkjunum. Arnbjørn Hansen er farin at venja aftur, men hann verður ikki tøkur aftur fyrrenn í fyrsta lagið um eina viku. Egil á Bø hevur ikki vant síðani summarsteðgin. Síðst var Pætur Dam Jacobsen mið­verji og Niels Pauli Danielsen var á miðvøllinum millum teir fyrstu ellivu. Soleiðis verður tað ivaleyst eisini hesa ferð. EB/Streymur - ÍF: Petur Reinert Víkingarnir eru vaknaðir Teir vóru vónbrotnir eftir javnleikin ímóti grannunum og favorittunum í HB. Men moralskt var tað sera týdningar­mikið fyri B36, sum saknaði fleiri av føstu monn­ unum, at megna javnleik ímóti HB. Hørður Askham er fram­ vegis leikbannaður, meðan Robert Heðin Brockie er tøk­ur aftur eftir leikbann. Karl Martin Danielsen var stinnur miðverji ímóti HB. Hann fær møguleikan aftur. Símun Joensen noyddist at geva avboð ímóti HB orsaka av liðbandsskaða. Tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla. Meðan B36 spælir fyri bronsu­krónunum og rætt­ inum at spæla altjóða fót­ bólt, so hava víkingarnir við steypasigrinum longu tryggja sær rætt at spæla í Europa. Eftir sigurin í steypafinaluni kom Víkingur orduliga niður á jørðina, tá ið NSÍ fór úr Sarpugerði við 4-2 sigri. – Hetta var útpurringin, stað­festi venjarin Sigfríður Clementsen, sum tó ikki var misnøgdur við hug­burð­ in, men heldur vísti á, at vindurin spældi stóran leik­ lut í tøttu uppgerðini. Víkingarnir eru væl fyri, men tað sást ímóti NSÍ, at tað er saknur í miðvallaranum Sam Jacobsen, sum er farin av landinum. Tá ið Víkingur í 2. umfari var í Gundadali, slerdi B36 víkingarnar í gólvið við at vinna 4-0! B36 - Víkingur: Eiler Rasmussen KÍ illa spert Eyðun Klakstein og KÍ hava ikki vunnið, síðani sáttmáli varð undirskrivaður teirra millum. Eftir 3-2 heimatapið ímóti TB er KÍ í sera trongum skóm. Um tað ikki eydnast at vinna í Runavík, har NSÍ fyri fyrstu ferð fer at spæla á nýggja graslíkinum, so kann tað henda, at KÍ dettur niður um strikuna. Úrslitini hjá KÍ siga, at tað er serliga í verjuni og á verju­ kenda miðvøllinum, at tað av álvara lekur. Tað verður stór avbjóðing ímóti NSÍ og ikki minst Klæminti A. Olsen og Árna Frederiksberg, sum hava víst stórt máltev. Síðstu ferðirnar hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Heðini Askham og hansara monnum, sum burtur úr fýra teimum síðstu umførunum hava vunnið tíggju stig og nú av álvara eru við í kappingini um bronsukrónurnar og harvið rættin at spæla í Europa. NSÍ - KÍ: Rúni Gaardbo TB sigur takk fyri seinast Páll Guðlaugsson og TB fingu rættuliga um endan, tá ið teir fyri tveimum vikum síðani vunnu 3-2 í Klaksvík. Nú eiga teir 07Vestur í Sørvági. Um tað eydnast TB at vinna, so verða sannlíkindini fyri at lyfta sær upp um strikuna stór. TB hevur ikki góð minni úr Sørvági frá fyrr í ár. Í 2. umfari vann 07Vestur fyrsta innanhýsis dystin mill­um hesi bæði í ár 4-1, og TB spælararnir hava so ofta síðani tikið til, at hetta er størsta avhølvingin, sum teir í ár hava lagt rygg til. Hjá 07Vestur er verjukendi miðvallarin Eli Falkvard Nielsen leikbannaður. Stiga­ talvan sigur, at tað sær svart út, og um tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti TB má 07Vestur metast at vera fokið, hóast tað framvegis vera átjan stig eftir at spæla um hjá vágamonnum. 07Vestur - TB: Ransin N. Djurhuus Fokus er aftur á EFFO fótbóltinum Venjingarnar í nógvum av feløgunum, sum í vikuskiftinum aftur fara undir kappingina um FM heiti, europeisk atgongumerki og at sleppa undan niðurflyting, hava seinastu tvær vikurnar verið órógvaðar orsaka av altjóða avbjóðingunum Landsliðsspælarar 1. til 12. september 2013: EB/Streymur: Leif Niclasen, Gunnar Zachariassen, Jóhannes Hansen ÍF: Poul Nolsøe Mikkelsen, Hallgrím G. Hansen, Leivur Joensen, Bogi R. Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard NSÍ: Heðin Askham, Kristian Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Haraldur Højgaard, Andras Brixen Vágsheyg KÍ: Eyðun Klakstein, Páll A. Klettskarð, Tórur Justesen, Ivan Joensen, Jóhan Jacobsen, Heðin Klakstein, Fríði Sigurðsson, John Daniel Guðjónsson B36: Súni Olsen, Karl Martin Danielsen, Benjamin Heinesen, Hørður Askham, Gilli Sørensen, Rasmus Dan Sørensen Víkingur: Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Elias Rasmussen, Bárður Hansen AB: Beinir Ellefsen HB: Oddbjørn Joensen, Hans Jørgensen, Teitur M. Gestsson, Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen, Pál Mohr Joensen 07Vestur: Eli Falkvard Nielsen TB: Teitur Olsen, Poul Ingason, Rógvi Joensen, Teitur W. Justinussen