hósdagur 12. september 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 105 · 13. september 2013
9
– verðin!
»Baby Mugging«
Myndir av smábørnum í krússum. Ja, tað er tað nýggja, stóra rákið fyri foreldur.
Rákið er beint nú sterkt á Facebook, Instagram og Twitter. Alt byrjaði við, at ein
mamma tók eina mynd av sínum fimm mánaðir gamla barni og einum krússi, og
legði myndina út á síðuna »Mommy shots«. Og síðani tók tað dik á seg.
Endaleysar røðir av »babymugging« – beinleiðis umsett til »smábarnakrússing«
eru á netinum, og hóast motivið altíð er eitt barn og eitt krúss, so eru stuttligir
ymiskleikar og frábrigdi. Og fittheitin má sigast at vera í topp. Eigur tú eitt barn, eitt
krúss og eitt kamera, ja, so er lag á manni at leypa beint í nýggja myndarákið.
Alkoholfrítt øl
Eitt sterkt rák, sum sæst um allan heimin, er alkoholfrítt øl. Fólk eru vorðin tilvitað
um, at alkohol er skaðiligt. Men teimum dámar smakkin av øli. Og tað eru fleiri
heilsugóð evni í øli, til dømis mineral, ymisk heilsugóð salt, sukur og b-vitamin.
Í Týsklandi, sum er eitt øl-land burturav, er sølan av alkoholfríum øli eksploderað
seinastu árini. Serliga hongur tað saman við heilsurákinum, og alkoholfría ølið
er serstakliga vælumtókt eftir ítróttarkappingar og venjingar. Alkoholfríar øl
eru nú somuleiðis at síggja á bestu stuðulsplássunum, og lýsingar eggja fólki
til at minka um nýtlsuna av sterkum øli – og heldur drekka alkoholfrítt.
Men hetta rákið sæst ikki bara í Týsklandi. Í Spania er sølan av alkoholfríum øli tvífaldað
síðani 2000, og eisini í Svøríki er áhugin fyri alkolfríum øli vaksan nógv – í 2012 vaks sølan
við 32% í mun til árið fyri. Hetta er í tráð við tølini fyri allan heimin, sum vísa, at sølan av
alkoholfríum øli í fjør var 2.2 milliardir litrar. Tað er 80% meiri enn fyri fimm árum síðani.
Umframt, at vit í vesturheiminum eru farin at síggja fyrimunirnar av at drekka
alkoholfrítt, er alkoholfría ølið eisini vorðið vælumtókt í Miðeystri, har alkohol er
bannað. Kanska veiku ølirnar, sum á mannamunni hava fingið lítið rósandi heitið
»pissøl«, í næstum eisini verða tað stóra, nýggja rákið her heima. Livst so spyrst.
Periodisk føsta
Alt fleiri fólk kring heimin liva í sonevndu »periodiskari føstu« ella »intermitterandi
føstu«, sum merkir, at tey seta sær sjálvum avmarkingar á, nær tey kunnu eta.
Fyri summi er endamálið at lætna, fyri summi er tað at liva heilsubetri.
Trendurin spratt í Onglandi og Amerika, men er nú farin um allan heim. Eisini her í Føroyum
hava vit frætt um fólk, sum bara eta annanhvønn dag – og fasta annanhvønn dag.
Tey, ið fylgja rákinum siga, at tey fáa meiri orku, sova betur, eru í betri lag,
tað er gott fyri sodningina og tað sæst á vektini. Hugsanin handan periodisku
føstuna er, at kroppurin betur fær endurbygt kyknurnar, tá hann ikki skal
nýta nógva orku til at sodna matin, vit støðugt fylla okkum við.
Ymiskt er, hvussu fólk skipa sær føstuna. Sum nevnt eru summi, ið bara eta annanhvønn
dag, summi fasta einar tveir dagar um vikuna og uppaftur onnur hava nakrar fáar
»eti-tímar« dagliga, har tey kunnu eta – til dømis kunnu tey bara eta frá kl 18 til tey
fara í song. Restina av tíðini einans drekka tey. Sagt verður, at kroppurin er gjørdur
til at eta á hendan hátt, og at tað eisini var soleiðis, at forfedrar okkara livdu.
Rákið hevur av álvara fingið fastatøkur, og bæði sjónvarps
sendingar og bøkur eru gjørdar um evnið.