hósdagur 12. september 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 105 · 13. september 2013
8
VIKUSKIFTI
Tað er eisini ymiskt, hvussu rákini
byrja. Onkuntíð skal ikki meiri til
fyri at fáa skriðuna at leypa, enn ein,
einstakur persónur, sum hugsar øðrvísi
og ger okkurt vilt, stuttligt ella fitt.
Aðrar tíðir eru tað neyvt umhugsað
fyribrigdi, og tey, ið finna uppá, hava
fíggjarligan vinning fyri eyga.
Internetið ger, at rákini frættast og
ferðast um allan heim – og vit kunnu
bara taka undir við prædikaranum, tá
hann staðfestir, at »menniskjan finnur
uppá so mangt løgið.«
Her eru nøkur dømi um tey
rák, sum eru sterk beint nú:
Nei, verðin –
Støðugt taka nýggj rák seg upp. Summi eru heilt stutt, tey kykna og hvørva síðani
aftur. Onnur rák bíta seg føst og gerast ein partur av gerandisvanunum
»Naking«
Normenn tykjast hava skapt ein heilt nýggjan trend á sosialu miðlunum. Fyribrigdið
eitur »Naking«, og tað snýr seg um at lata seg úr øllum klæðunum og lata seg avmynda
við rygginum til myndatólið – og við stórslignari nattúru frammanfyri sær.
Sum vit skilja úr Noregi, er fyribrigdið vorðið vælumtókt, hóast tað í Noreg ikki er vanligt at
gera stóran háva av sær sjálvum á sosialu miðlunum. Men alt byrjaði við, at nakrar ungar
gentur tóku slíkar myndir – naknar í stórsligdnu nattúruni – og sendu eini avís myndirnar.
Leitar tú eftir hashtag’inum »Naking« á Instagram eru ovmikið av myndum,
sum vísa hetta fyribrigdið við naknum og hálvnaknum norðmonnum, sum
verða avmyndaðir bæði einsamallir og fleiri saman í náttúruni.
Her eru nøkur dømi um fyribrigdið »naking«. Man ikki, við øllum teimum gongufólkunum,
vit hava her í landinum, at trendurin við berum rumpum í fjøllunum eisini fer at koma
hendanvegin? Vit eiga í øllum førum stórsligdnu náttúruna, sum er hóskilig bakgrund
Skurðviðgjørt smíl
Í Suðurkorea hevur eitt sermerkt rák vundið uppá seg. Tað býður fólki at leggja
seg undir skurð, fyri at fáa munnklovarnar at sneiða uppeftir, so tað skal síggja
út, sum tey støðugt smíla. Endamálið er, at koreansku fólkini skulu síggja
meiri vesturlendsk út, og at tey skulu fáa eitt meiri opið og blítt andlit.
Skurðstovurnar, sum lýsa við hesi viðgerðini, greiða frá, at summi fólk hava sterkar
andlitsvøddar, sum lyfta munnvikarnar, og onnur hava sterkar vøddar í kjálkabeinunum, sum
toga munnvikarnar niðureftir. Tey, ið hoyra til seinasta bólkin, kunnu fáa eina skurðviðgerð,
sum ger, at tey altíð síggja glað og smílandi út – eisini hóast tey als ikki smíla.
Sum skilst eru tað serliga konufólk innan tænastuvinnuna, ið fáa hesa
vælumtóktu vakurleikaviðgerðina, og at hon ger stóran mun fyri lívsgóðskuna.
Fyri tær umleið 11.000 krónurnar, sum viðgerðin kostar, fáa tær fleiri jaligar
viðmerkingar, fleiri drykkipengar og tær verða sum heild betri umtóktar.
áðrenn
aftaná
Lagt til rættis: eydna skaale