hósdagur 12. september 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 105 · 13. september 2013
7
Mýtur um sól og solarium
1 Tað er sunt at vera sólbrend!
2 Tú verður ikki skáldað í solarium
3 Tú sært sunn út av at ganga í solarium!
4 Tað er skilagott at venja húðina við sól við at
ganga í solarium, áðrenn eina sólferiu!
5 Eg fái D-vitamin av at ganga í solarium!
6 Eg noyðist at verða skáldað fyri at gerast sólbrún!
7 Eg fái ikki krabbamein í húðina av at ganga í solarium!
1 Nei. Tá húðin er solbrend, er tað tekin um at húðin roynir at verja seg móti
skaðum frá sterku UV-strálunum – ikki eitt tekin um góða heilsu.
2 Tú kanst gerast eins og sólskáldað í solarium sum í veruligu sólini. Í roynd og
veru eru strálurnar frá solarium ofta nógv sterkari enn summarsólin, sum helst
er orsøkin til at mong verða skáldað og fáa skaðar av solariuvitjan.
3 Nei. Tú fært gulliga húð, og fært sum frá líður rukkur og pigmentbroytingar av at ganga í solarium.
4 Nei. Hinvegin gevur hetta falskan tryggleika. Gransking vísur, at hetta
gevur avmarkaða verju, sum svarar til sólfaktor 2-4.
5 Nei. Tað er ikki vist. Eingin standardur er fyri samanseting av UV-stráling í solarium. Tí er ilt at siga,
um eitt solarium gevur D-vitamin. Hinvegin kanst tú vera vís í øktum vanda fyri krabbameini í húðini.
Tí verður mælt til at tú fært D-vitaminir við skilagoðari solatferð, góðum kosti og vitaminpillum.
6 Nei. At vera sólbrend ella bara reyð er tekin um at tín húð hevur fingið skaða av UV-stráling frá sól
ella solarium. Ein spakulig brúnking uttan at tú gerst reyð, er besta verjan móti skaða. Tess fleiri
ferðir tú ert sólskáldað, tess størri vanda ert tú fyri at fáa krabamein í húðini seinni í lívinum
7 Tað eru UV-strálur frá sólini og solarium sum er mesta vanliga orsøkin til húð- og móðurmerkjakrabbamein.
Kanningar vísa, at ein mánaðarlig vitjan í solarium økir um vandan at fáa krabbamein 2-3 ferðir.
www.cancer.dk
Navn: Ruth á Plógv
Aldur: 36
Starv: Lærari á Skúlanum á Giljanesi
Mín móðurmerkjakrabbi
Fekk tikið móðurmerkið, tá ið eg var 28 ár.
Fekk staðfest móðurmerkjakrabba í lymfuni, tá ið eg var 34 ár.
Aldursmark fyri solarium?
Tað standi eg inn fyri. Við tí vitan vit hava í dag um móðurmerkjakrabba, so kann aldursmarkið
ikki setast nóg skjótt . Tann unga húðin má og skal ikki oyðileggjast við skaðiligum
solariumstrálum. Tess yngri ein er, størri er vandin fyri at fáa skaða á húðina, sum kann
elva til móðurmerkjakrabba. Tí kunnu vit aldri verða ov varin við brúki av solarium.
Ung í solarium?
Vanliga tók eg ikki serliga nógv sól, tí eg brendi meg altíð. Eg helt eisini, at húðin føldist so
hørð og turr. Tók kanska eini 3 ferðir áðrenn, eg skuldi í ein fínan kjóla á jólum og soleiðis.
Tó vóru tíðarbil, at eg tók meir enn hetta. T.d. tá eg var umleið 16, tá hildu eg og vinkonan,
at tað var orduliga lekkurt um veturin at fara í solarium. Vit tóku umleið 1 ferð um vikuna
á hávetri. Eg mann hava verið eini 14 - 15 ár - kanska yngri – tá eg tók sól fyrstu ferð.
Hvat fært tú burturúr at vera í Móðurmerkjabólkinum?
Tá eg ikki kendi til móðurmerkjakrabban, føldi eg, at tað hevði verið gott at kent onkran,
sum var ella hevði verið í somu støðu sum eg. At hava onkran at tosa við, sum hevur
upplivað júst tað sama. At hoyra teirra søgu og hvat tey hava gjørt fyri at koma víðari í
lívinum aftaná sjúkuna. Við at vera ein partur av bólkinum, fekk eg ikki bara alt hetta, men
eisini aðrar góðar og hugnaligar løtur saman við fittum fólki. Og eisini meiri álvarsamar
løtur, har tann nýggja granskingin um móðurmerkjakrabba verður løgd á borðið.
Navn: Birgit Ø. Nielsen
Aldur: 46 ár
Starv: Kost-og føðsluatstøðingur
á Landssjúkrahúsinum
Mín móðurmerkjakrabbi
Eg var 39 ár, og átti trý børn –
harav ein 2 ára gamlan son.
Aldursmark fyri solarium?
Tað er gott við aldursmarki. WHO hevur flokkað
solarium í sama vandabólk sum tubbak og
asbest. Tað skal vera púra greitt fyri øll, at tað
er sera vandamikið at taka solarium. Tekur tú
solarium eina ferð um mánaðin, økist vandin
munandi fyri at fáa móðurmerkjakrabba. Og tá
man er ungur kennir man ikki avleiðingarnar.
Ung í solarium?
Sjálv bryjaði eg at taka sól 13-14 ára gomul,
og havi tilkið alt ov nógva sól gjøgnum árini.
Hvat fært tú burturúr at vera í Móðurmerkjabólkinum?
Hjálp til sjálvhjálp. Tað er vælgerandi at vera saman við øðrum í somu støðu, og gott
at gera mun hjá øðrum – ikki minst teimum nýggju, sum av og á leggjast til.
Navn: Armgarð Hammer
Aldur: 37 ár
Starv: Skrivari
Mín móðurmerkjakrabbi
Eg var 30 ár og júst vorðin mamma at mínum 3. barni.
Aldursmark fyri solarium?
Eg taki fult undir við, at aldurmarkið skal verða 18 ár,
og tað skal vera undir eftirliti. Í dag er alt ov lætt hjá ungum at sleppa framat á
sólmiðstøðum. Tey vita alt ov lítið um vandan, sum kann standast av at taka sól.
Ung í solarium?
Eg tók fyrstu ferð sól eini 15 ára gomul, men havi tikið sera lítið sól.
Men nógv tóku tá hvønn dag, onkuntíð 2 ferðir um dagin.
Hvat fært tú burturúr at vera í Móðurmerkjabólkinum?
Eg haldi, tað er sera gevandi at kunna hittast javnan við øðrum, sum hava verið í somu støðu,
sum eg. Tað er ikki altíð líka nemt at tosa við síni avvarðandi um, hvat fór fram og hví. Tey
kunnu ikki seta seg líka væl inn í støðuna, sum ein, ið hevur verið gjøgnum tað sama.
Oftani liggur man inni við ósvaraðum spurningum ella ivamálum. Her í bólkinum er
ongin spurningur ov býttur. Tú situr kanska við ivamálum ella spurningum, um hvat var
tað nú eg fór í gjøgnum og hví. Tá tú er í prosessini, er ikki altíð, at tú klárar at spyrja
ella taka í móti upplýsingum. Her í bólkinum kunnu vit deila vitan og upplýsingar, og
vit hjálpa eisini hvør øðrum at koma víðari. Eisini kensluliga fær tú hjálp. Nógv sita
inni við spurninginum og stórum ótta. Men við tað, at tú hevur møguleikan at møtast
her í bólkinum, so sær tú, at tað er ikki bara tú, sum er í hesi støðu, og at tað ber til
at koma víðari við lívinum. Tú steðgar á og hugsar, hvat var nú sum hendi mær, og
hvussu kann eg nú best koma víðari við mínum lívi. Lat ikki óttan fáa valdið á tær!
Navn: Inga Dahl
Aldur: 45 ár
Starv: Skrivstovukvinna
Mín móðurmerkjakrabbi
Fyri trimum árum síðan fekk eg staðfest krabbamein í einum
móðurmerki. Tað móðurmerkið, hevði eg havt í nógv ár, uttan av hava
hugsað um at tað var eitt móðurmerki. Tað var mestsum av tilvild
at tað varð kannað av lækna, og tað vísti seg at vera illkynjað.
Aldursmark fyri solarium?
Tað er staðfest at solarium er krabbameinselvandi. Tey sum eru yngri enn 18 ár
eiga ikki útsetast fyri vandanum av solarium, tí húðin er meira viðkvom yvirfyri
solarium í ungum aldri. Og húðin gloymir ongantíð, at hon hevur fingið solarium á seg.
Vandin at taka sól kann vísa seg nógv ár seinni. Tað er tí rætt at áseta aldursmark
fyri solarium. Eldri aldursmarkið er, fleiri verða vard móti hesum vandanum.
Ung í solarium?
Eg havi nærum ikki tikið solarium, einar 3-5 ferðir tilsamans. Fyrstu ferð, eg var undir einum
solarium, var um 18-19 ára aldur. Tað móðurmerkið sum var sjúkt, sat soleiðis fyri at tað ikki
hevði fingið solarium á seg, hóast sólarljósið onkuntíð rakti á har móðurmerkið var. Men vandin
er altíð til staðar, meira solarium húðin fær á seg, størri er vandin fyri at fáa krabbamein í
einum móðurmerki. Tað er tí umráðandi at kanna øll tey móðurmerki sum síggjast á kroppinum.
Hvat fært tú burturúr at vera í Móðurmerkjabólkinum?
Í móðurmerkjabólkinum fáa vit nógv at vita um krabbamein í móðurmerkjum, um
úrslit av kanningum, bæði sum Krabbameinsfelagið ger og frá øðrum londum. Vit tosa
m.a. um gongdina í nýtslu av solarium og aktuellar støður sum heild. Eisini stuðla vit
hvørjum øðrum í tí støðu vit eru í. Vit greiða hvørjum øðrum frá, um hvussu vit kanna
øll móðurmerkini. Hetta er ein góður háttur at minnast til at kanna síni móðurmerki.
Móðurmerki kunnu vera allastaðni á kroppinum, hóast vit ikki altíð hugsa um tað.