Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 105 · 13. september 2013 6 VIKUSKIFTI Húðkrabbi Brynhild Høgnadóttir Saman við starvsfeløgum á Derma­ tologisk Sygehus í Roskilde í Danmark, skiftast 5 húðlæknar at koma á Lands­ sjúkrahúsið at kanna og viðgera føroyingar fyri húðsjúkur. Michael Heidenheim hevur í fleiri ár ferðast til Føroya. 11. september skipaði Krabba­ meins­felagið fyri fyrilestri um húð- og móðurmerkjakrabba á Hotel Hafnia, sum Michael Heidenheim helt. Eini 40 høvdu leitað sær oman á Áarvegin hetta heystkvøldið. Vaksandi tal av tilburðum Húðkrabbi millum ung undir 35 ár er tvífaldað seinastu 10 árini. Tá talan er um krabbamein í húðini, skilja vit millum tað aloftast meinaleysa húð­ krabbameinið og tað munandi hættis­ ligari móður­merkjakrabba­meinið. UV-strálur frá sól og solarium er týdningar­mesta orsøkin. – Verður móðurmerkjakrabbi ikki funnin og viðgjørdur í góðari tíð, kann hann vera deyðiligur. Metastasur (sum merkir at krabbin hevur breitt seg) frá móðurmerkjakrabbameini eru deyðiligir í øllum førum, tað vil siga 100%. – At tað verða funnir fleiri og fleiri tilburðir av húð- og móðurmerkjakrabba er eisini av tí at fólk, vegna mongu upplýsingarátaøkini, eru vorðin meiri árvakin um sína húð. Hetta merkir sam­stundis, at fleiri verða viðgjørd í góð­ari tíð, sigur Michael Heidenheim. Sjúklingar varnast merkini Oftast eru tað sjúklingar sjálvir, sum venda sær til læknan við illgrunasomum móðurmerkjum. – Í 57% av tilburðunum av móður­ merkja­krabba, er tað sjúklingurin sjálvur, sum vendir sær til læknan. Í 15% av førunum er tað ein familjulimur, ið hevur gjørt tann sjúka varugan við tað. Í 28% av førunum er tað læknin, ið finnur tað. Aldursmark fyri solarium ávegis Michael Heidenheim er ikki í iva um at vit bæði í Danmark og í Føroyum fara at fáa lógarásett aldursmark fyri nýtslu av solarium. – Tað kemur á sama hátt sum aldurs­mark fyri at roykja, og nú eisini at roykja inni á arbeiðsplássum og al­ menn­um støðum. Sløkkið solariuni! Samanhangurin millum UV stráling frá natúrligari sól og solarium og krabbamein í húðini er eingin í iva um, sigur Michael Heidenheim. – Tað sera einfalt – tess oftari tú ert skáldaður í sól ella solarium, tess størri er vandin fyri at tú fært sjúkuna. Tí skulu vit sløkkja solariuni. Serliga børn og ung eru í vanda í so máta. Hetta er eitt týðandi argument fyri aldursmarki. Tess yngri tú ert, tess vandameiri er solarium. Vandabólkar Summi eru í størri vanda fyri at fáa húð- og móðurmerkjakrabbamein enn onnur. – Her eru fleiri viðurskifti. Tey, sum eru nógv í sól og solarium eru í størri vanda. Harumframt hevur tað ávirkan, hvussu húðin er. Tey, sum eru ljós og kanska frøknut í húðini hava eisini størri vanda. Hevur tú eitt skyldfólk, ið hevur havt húð- ella móðurmerkjakrabba, ert tú eisini meiri útsett/ur. Flestøll fáa nokk av sól Tað er óneyðugt at leggja seg hálv­ naknan úti í heilar dagar fyri at fáa sólarljós, so húðin kann menna D-vita­ minir. – Flestøll fáa nóg mikið av av D-vitaminum frá sólini, tá tey í ger­ andis­degnum eru uttandura eina stutta løtu – í klæðum. Sjúkueyðkenni Tað kann vera ymiskt, ið vit eiga at hyggja eftir, hava vit illgruna um at eitt móðurmerki er sjúkt. – Tað kann vera, at tað bløðir ella vatar, sum eitt sár, ið ikki vil lekja. Ella tað kann skriða ella svíða í móður­ merkinum. Tað kann vaksa og broyta skap og lit, og enntá hava fleiri ymiskar brúnar litir. Í sjáldsomum føri kann móðurmerkið hava mestsum sama lit sum húðin, og tá kann tað vera ringt at varnast. Um tú ivast – far til læknan, leggur Michael Heidenheim eina við. Lurta eftir likaminum! Húðlæknin tók samanum, at hvør ein­ stakur má vera árvakin. – Lurta eftir kroppinum. Kanna tíni móðurmerki, tey tú hevur og tey, sum koma. Ver eisini varug við, at hevur tú skyldfólk ið hava hava móður­merkja­ krabba, skalt tú vera serliga hyggin, endaði Michael Heidenheim. Sól og solarium týdningarmesta orsøkin til húðkrabba Móðurmerkjakrabbamein er ein sjúka, sum skal takast í størsta álvara. Hon kann nørast skjótt, og ikki er altíð lætt at varnast sjúkueyðkennini Michael Heidenheim, húðlækni: Krabbameinsfelagið mælir til lógarásett 18 ára aldursmark fyri at brúka solarium. Eisini at solarium eru mannað, so veruligt eftirlit er Solariumnýtsla áðrenn 35 ára aldur økir vandan fyri móðurmerkjakrabbameini við 75% Greining hjá altjóða krabbameinsgranskingarstovninum hjá WHO, IARC Móðurmerkjabólkurin er bólkur hjá Krabbameinsfelagnum fyri tey, sum eru ella hava verið rakt av móðurmerkjakrabbameini. Hann hittist 3-4 ferðir um árið. Týdningarmesta virksemið er at vera um hvønn annan, tá tað tørvar. Nakrar ferðir er bólkurin samlaður vit stuttum skotbráði, tí ein nýggjur limur nýliga er skurð- viðgjørdur, og tørvar onnur í somu støðu at leggja oyra til. Tá er vælgerandi at tosa við onnur í somu støðu. Aðrar ferðir eru onnur faklig evni á skrá Samband: www.krabbamein.fo tlf 317959 Njót sólina við skili Tað er lætt at fyribyrgja húð- og móðurmerkjakrabba. Halt tey fýra ráðini: Skuggi millum kl. 12 og 15. Royn at avmarka at vera í beinleiðis middagssólini. Millum kl. 12 og 15 eru sólstrálurnar sterkast. Ella ger sum tey sunnanfyri: Halt siesta! Sólhattur, klæði og skuggi eru besta verjan móti uv-strálum frá sólini. Høvuðbúni við nakkaverju ella hattur við breiðum skugga er besta verjan fyri høvur, oyru, nakka og andlit. Brúka ríkiligt av solkremi. Helst við faktori (SPF) 15 ella meiri. Smyr ríkiligt á teir partarnar av húðini, sum ikki eru fjaldir av klæðum. Minst til, at tó at tú brúkar sólkrem, mást tú ongantíð liggja og steikja í sólini! Sløkk solarium. Solarium senda efirgjørdar uv-strálur, som í sera stóran mun økja vandan fyri krabbameini í húðini. Tess yngri tú ert, tess vandameiri er solarium. www.skrunedforsolen.dk