Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Tað hevði eg ikki væntað. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, er fegin um úrs­ lit­ið av veljarakanningini, sum nú er gjørd. Kanningin gevur Fram­ sókn 5,7 prosent av at­ kvøðunum. Tað er 0,5 pro­sent minni enn á Løg­ tings­v­alinum, men flokkurin tvær tveir tinglimir, sum hann fekk á seinasta vali. - Eg stúrdi fyri, at vit fóru at detta niður ímillum, tí nógv av okkara stóru mál­um eru slett ikki frammi í dag­ sins politikki. - Her hugsar hann um at nýskipa fiskivinnu og aðrar ný­skipanir, tjóðskaparmál, spurn­ingarnir um per­són­liga frælsi og frælsari handil­s­við­ ur­skifti, har almennar tæn­ ast­ur verða bodnar út. - Tað verður ikki nógv tosað um hesi viðurskifti í dagsins politikki, tí alt er druk­nað í tunnilspráti. Poul Michelsen heldur, at orsøkin til, at flokkurin kort­ini stendur seg, er, at grundarlagið undir flokki­num er so dygt og er eitt veru­ligt alternativ til aðrar flokk­ar. - Eg haldi, at tað er hetta, sum bjargar okkum, heldur Poul Michelsen. Javnaðarflokkurin, Tjóð­ veldi og Framsókn, hava sam­starvað um mong val í hesum valskeiðnum og veljara­kanningin vísir eisini, at teir tríggir flokkarnir kun­ du skipa samgongu, hevði val verið nú. Tað hevði hóvað Poul Michel­sen væl, tí hann held­ ur, at hesir tríggir flokkarnir kundu samstarva um mong mál, samstundis sum tað er stórt álit ímillum okkum tríggj­ar flokkar. Hann hugsar um ein nýggj­an fiskivinnupolitikk og hann heldur eisini, at teir tríggir flokkarnir kun­du fing­ið nakað av tjóð­skap­ar­ mál­um upp í aftur politikk. - At sloppið at verið høgri vongur í eini vinstra­sam­ gongu, hevði hóvað okkum væl, tí so høvdu vit kunnað tryggjað, at skattaskipanir og aðrar skipanir, ikki verður kollveltar aftur, men at ábøtur kortini vera gjørdar á yms­um økjum. Ongin politikkur Hinvegin veit Poul Michelsen ikki rættiliga, hví samgongan gong­ur so nógv aftur. - Men eg haldi, at ein or­ søk er, at hon hevur ongan pol­i­tik. - Ongar nýskipanir eru í eygsjón og nýggja frá­greið­ ing­in frá Búskaparráðnum er ræðandi, tí hon staðfestir, at tað, sum er gjørt, er skeivt. - Samgongan hevur sett sær fyri at fáa hallið burtur í 2016, men alt bendir á, at hetta árið verður ómetaliga vána­ligt. Poul Michelsen heldur, at samongan hevur onki mið ella mál, men at tað er tunnilsmálið og makrel­stríð­ ið, sum eru framm nú, sum hevur bjargað teimum. Tað var óvæntað Eg hevði stúrt fyri, at vit fóru at detta niðurímillum, tí okkara stórmál hava verið so lítið frammi, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn Tað hevði hóvað mær væl at verið høgri vongur í eini vinstrasamgongu, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn Hóvar mær væl veljarakanning Jón Brian Hvidtfeldt Hóast Sambandsflokkurin miss­ir undirtøku og ein løg­ tings­lim, sammett við løg­ tings­valið seinast, so er for­ mað­ur floksins væl nøgdur. - Eg kann ikki siga annað enn at eg eri positivt yvir­ raskaður av úrslitinum í veljara­kanningini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Sambandsflokkurin fær 22,1 prosent av atkvøðunum í nýggj­astu Gallup-kanningini, og tað er formaðurin væl nøgd­ur við. - Eg hevði satt at siga rokn­að við, at bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin blivu stør­ri enn vit. Tað er mun­an­ di lættari at sita í and­støðu og finnast at, sammett við at sita við ábyrgd í sam­ gongu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Formaðurin í Sam­bands­ flokkinum metir harafturat, at hansara flokkur hevur mist nakað av tí boykotti og havn­a­stongsli móti Føroyum, sum Danmark er partur av gjøg­num sín limaskap í ES. Samgongan Umframt at vera formaður í Sambandsflokkinum sten­ d­ur Kaj Leo Holm Jo­han­n­ esen eisini á odda fyri sam­ gongu­ni, ið tilsamans gong­ur heili níggju pr­o­sent­stig aft­ur sammett við úrs­litið á val­i­ num seinast. Heldur ikki tað fær smílið av munninum á løgmanni. - Nei, eg hevði væntað eina afturgongd fyri sam­ gonguna. Vit hava verið ígjøg­num buldrasligar tíðir, har serliga tunnilsmálið hev­ur skapt nógva øsing og nógv rumbul, og tað kostar. Tað vita vit, sigur Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen og heldur fram: - Samstundis mást tú minnast til, at vit sum sit­ andi sjórn hava eina ta størs­tu undirtøku millum veljarar, sum nøkur stjórn í Evropa hev­ur í løtuni. Og tað er ikki so galið. Sambært veljara­kann­ ing­ini hjá Gallup hava teir trígg­ir samgonguflokkarnir undir­tøku frá tilsamans 44,6 pro­sentum ­av veljarunum. Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fingu Sa­m­ bands­flokkurin, Fólka­ flokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin til­samans 57,7 prosent av at­kvøð­unum. Síðani tá er Sjálvstýrisflokkurin sum kunnugt farin burtur úr sam­gongu­ni, meðan Janus Rein hin­vegin er far­in úr Fram­sókn yvir í Fólka­flokk­ in. Positivt yvirraskaður - Eg kann ikki annað enn fegnast um góða úrslitið hjá Sambandsflokkinum. Samstundis hevði eg roknað við eini afturgongd til samgonguna, sigur løgmaður Formaðurin í Fólka­flokki­ num dugir tó ikki at siga, hvussu tað so ber til, at aftur­ gongdin hjá hansara flokk­ in er tvífalt so stór sum hjá Sam­bandsflokkinum. - Tað dugi eg ikki at siga. Tað má eitt løgtingsval av­ gera, sigur Jørgen Niclasen. Hóast afturgongdin er heili 5,4 prosentstig, so missir for­maðurin í Fólkaflokkinum tó ikki svøvnin: - Nei, skuldi Fólka­flokk­ urin mist svøvnin av veljara­ kann­ingum, so svóvu vit ongan­tíð, sigur Jørgen Nicl­ a­sen