mánadagur 16. september 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
veljarakanning
Hóast vit ikki kunnu brúka
eina veljarakanning til rætti
liga nógv so vísir hon, at vit
eru á rættari kós, sigur Aksel
V. Johannesen.
Javnaðarflokkurin hevur
ligið millum 21 og 23 prosent
í øllum veljarakanningum
síðani valið í oktober 2011.
- Tað eru helst fleiri or
søkir til tað, og tann eina er,
at samgongan, sum situr í
dag, hevur snarað rættiliga
nógv til høgru, og tað eru
uttan iva nakrir veljarar hjá
samgonguflokkunum, kans
ka helst Sambandsflokki
num, sum ikki kenna seg
aftur í tí politikkinum, sig
urAksel V. Johannesen.
Tí velja teir at velja ein
andstøðuflokk,
fyrst
og
fremst Javnaðarflokkin.
- Tað verður ofta sagt,
at andstøðan er negativ,
men vit hava í ongum føri,
tá vit hava verið ósamdir
við samgonguna, ikki víst
á aðrar loysnir. So vit hava
roynt at verið konstruktivir
í okkara politikki, sigur Aksel
V. Johannesen.
Tunnilsmálið hevur fylt
nógv, bæði hjá politikarum
og í miðlunum, men Aksel V.
Johannesen ivast í, um tað
hevur havt tað stóru ávirka
nina á veljarakanningina.
- Um vit hyggja at Sjálv
stýrisflokkinum, so er hann
ikki komin upp um sperru
markið í hinum kanning
unum, meðan hann hesaferð
fær 4,5%, so hjá honum
hevur
tunnilsmálið
havt
sína ávirkan. Hyggja vit at
hionum flokkunum, so liggja
teir á nøkurlunda sama støði,
sum til undanfarnar veljara
kanningar, so tað sær ikki
út til, at tunnilsmálið hevur
havt nakra serliga ávirkan,
sigur Aksel V. Johannesen.
Javnaðarflokkurin hevur
ligið javnt millum 21 og 23
prosent, og tað gevur vónir
um eitt gott val.
- Sjálvandi gevur tað vónir
um eitt gott val, men tað
kann vera langt til eitt val,
sum verður í seinasta lagi um
góð tvey ár. Men tað er eingin
ivi um, at vit fegin vilja
gera eitt gott val komandi
soleiðis, at vit kunnu koma
í eina samgongu, so vit fáa
eina stóra ávirkan á førda
politikkin. Og okkara ætlan
er, at fáa minst átta tinglimir
til komandi val, sigur Aksel V.
Johannesen.
Men hóast ein slík veljara
kanning ikki kann brúkast
til so nógv, sigur hon tó, at
Javnaðarfokkurin ger okkurt
rætt.
- Tað er jú á valdegnum, at
tað telur, men verður hugt at
veljarakanningini, so síggja
vit, at vit eru á rættari kós,
hóast tað altíð er pláss fyri
betringum, sigur Aksel V.
Johannesen.
Send sms-boð
við tekstinum:
sos
til 1940
eitt sindur festligari
Skriva »sos« í einum sms-boðum og send til 1940
Hvørt sms-boð er lutaseðil í dráttinum, sum verður
hósdagin 3 oktober í seinnapartsendingini á Rás2.
Hvørt sms kostar 20 kr (+ vanligan takst)
...jú fleiri seðlar – størri er møguleikin!
Nú kanst tú vinna tína dreymaferð fyri fýra fólk til Keypmannahavnar
í oktober mánaði. Tit flúgva til Keypmannahavnar við Airbus flogfarinum
hjá Atlantsflog. Komin til Kastrup Lufthavn í Keypmannahavn taka tit shuttle
bussin hjá Crowne Plaza Copenhagen Towers, sum steðgar beint uttan
fyri komuhøllina í Kastrup og koyra stutta teinin til marglætis hotellið,
sum er í Ørestad, beint við Metroina og S-tokið.
Tit gista á luksushotellinum, Crowne Plaza, og
haðani kunnu tit njóta vikuskiftið í Keypmannahavn
sms’a
& vinn
Vinn Dreymaferð
fyri 4 til keypmannahavnar gist á crowne plaza
Sosialurin 341800
Vit gera okkurt rætt