Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi www.b36.fo: Málið elvdi til mikið kjak, og gestirnir vóru meira enn ónøgdir. www.vikingur.fo: Miðskeiðis í øðrum hálvleiki eru Lukas og Bárður í hornatøkum, og tað endaði við, at Lukas skallaði Bárð. Ein hending, ið øll -eisini dómarin - sóu, og sum heilt vist eigur at revsast við reyðum korti. Og so var tað triðja málið hjá B36, har Geza við 100% vissu átti fríspark. www.07vestur.fo: Hørður fekk sítt fyrsta mál í EFFO-deildini nakrantíð, við avgerandi málinum móti TB í dag. Debut-málið kundi ikki komi meira passandi! Tillukku Hørður! www.tb.fo: Hetta var ein svartur dagur, men tað er eitt at gera og tað er at lýta frameftir, tí í næsta vikuskiftið skulu vit taka ímóti NSÍ, sum í dag megnaði at vinna á KÍ. www.nordlysid.fo: Sum so ofta fyrr í ár, so misti KÍ eina at síggja til trygga leiðslu burtur í seinna hálvleiki. Heimasíðurnar skriva: Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Tróndur Arge B36 fekk sigursmál í evstu løtu, men í Víkingi halda tey at talan er um fríspark. Her eru íblandaðu partarnir ósamd­ir um hvat hendi. Eftir dystin máttu vaktar­ fólk hjálpa til fyri at halda óðum spælarunum, hjálpar­ fólki og viðhaldsfólki hjá Víkingi frá dómarunum. Hóast tað gekk hart fyri seg í løtuni eftir dystin, so hevur Eiler Rasmussen, sum dømdi, ikki skrivað nakað í dómarafrágreiðingina, sum kann elva til nakra revsing. Geza: Tað var fríspark Tað kom øði í spælarar, venj­ arar, hjáplarfólk og við­halds­ fólk hjá Víkingi, tá B36 í dag fekk góðkent málið til 3-2. Tað restaðu bara fáir minuttir, tá Geza Turi, málverji hjá Víkingi, fór upp eftir einum høgum bóltin heilt tætt at málstrikuni. Róaldur Jakobsen legði trýst á og tað endaði við, at Geza Turi stóð inni í mál­ inum við bóltinum. Her vil Geza Turi vera við, at hann bleiv skumpaður inn um mál­strikuna. – Tað er fríspark. Eg blívi skumpaður, eftir at eg havi fingið fatur á bóltinum. Tað er mín viðmerking til hend­ ing­ina, sigur Geza Turi við in.fo. Eisini venjari hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, er í øðini um dømingina í Gundadali í dag. Hann segði við Rás2, at hann var vísir í, at talan var um fríspark. Róaldur: Eg skumpaði hann ikki – Eg nam við hann, men eg haldi ikki tú kanst kalla tað at skumpa. Eg fari eftir bólt­inum og hann flytir seg bara undan, sigur Róaldur Jakobsen, sum ásann­ar at støð­an var nakað marg­ háttlig, tá B36 fekk sigurs­ málið. – Eg veit ikki um tað er frí­spark, men eg haldi at hann gevur dómaranum møgu­leika at geva mál, tá hann flytir seg undan. Hann kundi bara tikið bóltin og so stað­ið móti stoytinum, sigur Róaldur Jakobsen víðari. Róaldur Jakobsen er so­ statt ikki samdur við Sigfríði Clementsen, venjara hjá Víkingi, og Geza Turi, mál­ verja hjá Víkingi, sum báðir meta, at talan heilt greitt er um fríspark til Víking. Tað var rættiligt rok í Gundadali, tá Eiler Rasmussen bríkslaði fyri seinastu ferð Rok í Gundadali Rigmor og Marnar vunnu Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki: ■ Vøllurin í Klaksvik broytir nú navn til »Í Djúpum Sjógvi« (NSÍ - KÍ) Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki til lands­dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober 2013 AB - HB hóskvøldið Landskappingardysturin millum AB og HB, sum varð útsettur, verður spældur hóskvøldið klokkan 17.00. Hetta ger so, at dystirnir millum HB og EB/Streym, og Víking og AB, aum akulu verða sunnudagin, verða fluttir til mánakvøldið. Myndir: Álvur Haraldsen 1 2 3 Hilmar Jan Hansen Leygardagin var árliga Top Run-kapprenningin, úr Koll­fjarðardali niðan á Sornfelli. Samstundis hevur renn­ingin fingið nýggjan »eigara«. Tilsamans 68 renn­arar, 19 kvinnur og 49 menn, gjøgnumførdu kapprenn­ ingina á 9,8 kilometra langa teininum, sum gongur heilt upp í 740 metra hædd. Tein­ urin verður runnin eftir lands­vegnum frá Effo- støðini í Kollfjarðadali og niðan á Sornfelli. – Sum vanligt, er bara ein brekka, skemtaði Henning Kørvel, meðan hann peikaði niðan í mjørkan, áðrenn hann sendi rennararnar avstað við at telja niður frá fimm. Sjálvur setti hann í síni tíð hesa kapprenningina í gongd, og í tíggju ár hevur tað verið MIF, sum er ítróttarfelagið í Mjørkadali, sum hevur skipað fyri. – Nú verður tað Bragdið, sum yvirtekur, og nú renn­ ingin verður fyri ellivtu ferð, verður tað fyri fyrstu ferð sum Bragdið Top Run, segði Henning, sum frá byrjan hevur røkt renningina sum sítt hjartabarn, men nú altso letur hana frá sær. Beint áðrenn rennararnir fóru avstað, vildi hann eisini hava Hans Birgir Hansen í Havn fram úr rúgvuni, so øll kundu geva Bigga ein lógvabrest, tí hann – sum tann einasti – hevur verið við til renningina øll árini. Og so fóru rennararnir annars avstað í einum stórum flokki, men rættiliga skjótt sást, at Marnar Djur­ huus ætlaði sær ikki bara at vinna, men eisini at taka metið á teininum, sum hev­ ur hildið síðani 2004. Tað eydnaðist eisini, tí Marnar tók ein minutt av gamla metinum og við tíðini 43:04 minuttir vann hann framman fyri Sam Vang og Regin Zachariasen. Hjá kvinnunum var Rigmor Napoleonsdóttir Arge eisini miðvís og legði seg á odda beinanvegin, og hóast hon ikki fekk tikið metið, Valborg Heinesen setti í fjør, vann hon sann­ før­andi við 53:15 minuttum, og á næstu plássunum komu ávikavist Birna Mohr Joensen og Hergerð Heldarskarð. Niðurteljing er av og rennarar leggja avstað á ta longu brekkuna úr Kollfjarðardali niðan á Sornfelli Mynd: Hilmar Jan Hansen